mikudagur 2. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
FRAMTÍÐ
Fólkatalið í Oyndarfirði hevur verið
lækkandi tey seinnu árini
Mynd: Jens Kristian Vang
6 undir
200
Eins og so manga aðrastaðni hevur
Oyndarfjørður eisini merkt til
fráflyting tey seinnu árini.
Tað eru tó undantøk, eins og víst
verður á aðrastaðni í blaðnum í dag,
har fólk beinleiðis eru flutt higar úr
høvuðsstaðnum. Men gongdin og
hagtølini vísa greitt, at fólkatalið
er í minking
Sambært Hagstovuni var tað í
tveimum førum tætt við, at fólka
talið fór upp um tey 200. Hetta var
í árunum 1986 og aftur í 1988, tá 194
fólk búðu her.
Síðani hevur tað gingið javnt og
samt aftur á, til tað í dag er farið
niður um 150 og er 146 í bygdini.
Nógv verður eisini í dag tosað
um at niðurleggja teir smærru
bygdaskúlarnar, og her verður í
spenningi bíðað eftir lagnuni hjá
Oyndarfjarðar skúla.
Tað er helst so sum onkur hevur
tikið til: Fer skúlin, so fer bygdin.
Men vónir verða kortini settar til at
væl útgjørdi skúlin, sum bæði hýsir
skúla, frítíðarskúla, barnagarði,
vøggustovu og bygdarfelagnum,
verður varðveittur.
snorri@sosialurin.fo
Oyggjablaðið í næstu viku:
Norðoyggjar
Hesaferð:
Oyndar
fjørður
Mikudagin í
farnu viku vitj
aði Oyggja blaðið
í Oyndar firði. Her
er eitt úrslit av
vitj an okk ara:
Síða 18:
Fólkatalið minkar
Síða 19:
Regntungt
Síða 20-21:
Eivind handlað
í 69 ár
Síða 22-23:
Marjun arbeiðir
í fiski
Síða 24-25:
Barnagarðurin
í myndum
Síða 26-27:
Sigmund spælir
urgu
Síða 28-29:
Hans Jacob
trívist í kuldan
Síða 30-32:
Borghild úr Havn
trívist á bygd
Trøllanes
Mikladalur
Oyndarfjørður
Hellur
Fuglafjørður
Skáli
Morkranes
Strendur
Kaldbak
Hvítanes
Hoyvík
Tórshavn
Argir
Velbastaður
Kirkjubøur
Sandur
Skarvanes
Skúvoy
Stóra Dímun
Lítla Dímun
Tvøroyri
Froðba
Hov
Porkeri
Nes
Akrar
Víkarbyrgi
Sumba
Norðast til sunnast
við Oyggjablaðnum
Síðani á vári í fjør
hevur Sosialurin
havt Oyggjablaðið
sum eitt eykablað
í hvørjum miku
dagsblaði.
Her hava
vit vitjað kring
oyggjarnar, eins
og vit hava tikið
upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, føroyska fram
leiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur.
Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja
rundferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7.
breiddarstigi á heimsatlasinum.
Vit hava valt at kalla rundferðina “Føroyar norðast til
sunnast”. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt at vitja
flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nærhendis hesum ása hetta
komandi árið.
Góðan lesihug.
snorri@sosialurin.fo