Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Serligur áhugi var kanska fyri teimum báðum kappingunum í boga skjóting um vikuskiftið, tí gestir vóru úr bæði Norra og Ís­ landi. Og serliga áhugavert mundi tað vera, at ein av gestunum var norski altjóða compound­skjúttin, Morten Bøe, sum áður hevur verið heims meistari við norska lands­ liðnum. At dugur er í honum, vísti hann í innleiðandi skjótingini í kappingini Tambar Open leygardagin í Havn, tá hann fekk 595 stig av 600 møgu­ ligum. Hetta var samstundis hans­ ara besta úrslit í innandura skjóting hetta árið. Longu fríggjadagin vandi Morten Bøe við føroysku skjúttunum, um­ framt at hann hevði ein fyri lest ur um mentala venjing, har hann eitt nú greitti frá sínum egnu royndum í altjóða skjóting. Tambar Open­kappingin var skipað í bólkarnar compound og recurve, har menn og kvinnur skutu í hvør sínum bólki. Átta menn og tríggjar kvinnur vóru við í recurve, og átta menn og tvær kvinnur í compound. Í recurve hjá kvinnum vann Annika Vang á Jastrid M. Jensen og hjá monnunum vann Absalon Hansen á Eggaba Andreasen. Í com­ pound hjá kvinnum vann Rakul Dam, og hjá monnum stóð finalan millum Morten Bøe og ein av ís­ lendsku skjúttunum, Kristmann Einarsson. Her vann Bøe 120­117 – 120 stig er tað mesta, ið kann fáast í ein um finaludysti! Magnus tók Bøe Sunnudagin skipaði VágaSkot fyri kappingin í høllini á Giljanesi, har skotið varð F2F, ið er »face to face«, har skjúttarnir í tveimum bólkum skutu 12 pílar ímóti hvørjum øðr­ um. Nummar eitt og tvey í hvørj­ um bólki fóru so til gull­ og bronsu­ finalurnar, og teir næstu skjúttarnir skutu B­finalu. Hjá teimum vaksnu, sum skutu á 18 metrum, vann Eggaba Andreasen finaluna í Recurve ímóti Oddmar Nielsen. Í compound eydnaðist Magnusi Andreassen úr Ørvi at fara allan vegin og vinna. Tað, sum gjørdi tað ikki minni stuttligt hjá honum, var at hann í hálvfinaluni basti norð­ manninum, Morten Bøe, fyri síðani at taka íslendingin, Kristmann Einarsson, í sjálvari finaluni. Eitt megn ar úrslit! Í hesi kappingini vóru børn eis­ ini við, og tey skutu á 15 metrum, tó ikki sum F2F, men sum vanlig kapp ing við 60 pílum innleiðandi og síðani finalum. Í compund vann Sascha Due Niclasen úr VágaSkoti, og í recurve var Hans Johannessen úr Ørvi bestur við 529 stigum. Her kann leggjast aftrat, at í recurve vóru níggju skjúttar og sjey per­ sónlig met! Magnus basti heims meistara Bogaskjóting Tvær kappingar í bogaskjóting vóru um viku­ skiftið, og í seinnu kappingini eydnaðist Magnusi Andreasen at vinna á norðmanninum, Magnus Bøe, ið hevur verið heimsmeistari FoRkUnnUg Vitjan Millum útlendsku gestirnar hjá bogaskjúttunum um vikuskiftið, var norðmaðurin, Morten Bøe, ið er fyrrverandi heimsmeistari. Her sæst hann høgrumegin á myndini saman við Nikkel Petersen úr Ørvi Hilmar Jan Hansen Hetta við ov stuttum svimji hylum á Oyggjaleikum er ikki nakað nýtt. Á Rhodos í 2007 var svimjihylurin nógvar senti metrar ov stuttur, men tá var ikki ætlanin, at slíkt skuldi endurtaka seg. Tí kom før oysku svimj arunum dátt við, at kapp­ ingarhylurin á Isle of Wight er ov stuttur – hóast talan bara er um millimetrar. At hylurin tí ikki lýkur al tjóða FINA­krøv, kemur illa við hjá bæði Svimjisambandinum og føroysku svimjarunum, tí svimj ararnir ganga ikki bara høgt uppí at vinna heiðurs merki, men satsa eisini nógv upp á sjálvar tíðirnar, sum á Oyggja leikunum ofta eru bæði per sónlig og føroysk met og kunnu brúkast sum til meldingar tíðir til eitt nú EM­ og HM­kappingar. – At talan aftur hesa ferð er um ein ov stuttan kapp ingar hyl, hava vit hvørki fingið nakað at vitað um frá Svimji sam bandinum ella oyggja leika felagsskapinum, IGA, sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen, sum viðgongur, at hann gjørdist skakkur, tá hann frætti um ov stutta hylin á Isle of Wight. – Har er neyvan nógv at gera, tí bara ein hylur er á Isle of Wight, ið kann brúkast til slíkar kapp ingar, men allíkavæl kann tað tykjast løgið, at IGA hevur góðkent hetta. Vit í ÍSF hava stjórnarfund í annað­ kvøld, og tá ætli eg mær at fáa meira at vita um málið frá Svimji­ sambandinum. hilmarjan@sosialurin.fo sVimjing – Eg kenni ikki annað til ov stutta svimjihylin á Isle of Wight, enn tað, sum alment hevur verið frammi, sigur ÍSF­forsetin, Petur Elias Petersen, sum á stjórnarfundi í annaðkvøld fer at kunna seg nærri Einki hoyrt um hylin Hilmar Jan Hansen Ferðin hjá fótbóltskvinnunum byrjaði í gjáramorgunin og vóru tær á Malta seint í gjár­ kvøldið. Har eru tær við í eini undankapping, har fýra lið eru í einum bólki og besta liðið teirra millum kemur víðari til sjálva EM­undankappingina. Føroysku kvinnurnar eru í bólki saman við Armenia, Malta og Georgia, og fyrsti dyst urin verður í morgin ímóti Armenia. Leygardagin spæla Føroyar ímóti Malta og týs­ dagin verður síðsti dysturin ímóti Georgia. Landsliðið hevur vant mið­ víst síðani hálvan novemb er, og hava kvinnurnar hava verið samlaðar til venjing tríggjar ferðir um vikuna, umframt at fleiri venjingardystir eru spældir ímóti eitt nú dreingja­ liðum. Góðar møguleikar Álvur Hansen, landsliðsvenjari, heldur kvinnulandsliðið hava góðar møguleikar í hesi kapp­ ingini: – Eg dugi ikki heilt at siga, hvørja styrki mót støðu­ liðini hava, men um ein hyggur at úrslitunum hjá teim um, skuldu vit havt góðar møgu­ leikar at klárað okkum væl í kapp ingini, sigur hann. Teir 17 spælararnir, sum eru farnir til Malta, eru Rannvá B. Andreasen, KÍ, Mona Breckmann, AB, Fríðrún Danielsen, Skála, Olga Kristina Hansen, AB, Sigrid Jacobsen, KÍ, Rakul M. Johannesen, B36, Sólvá Joensen, BK Skjold, Bjarta Ó. Johansen, HB, Malene Josephsen, KÍ, Margit Magnus­ dóttir, MB, Rakul V. Magnussen, Vejle BK, Paula Mikkelsen, KÍ, Ragna Patawary, KÍ, Ansy Sevdal, Víkingur, Heidi Sevdal, Víkingur, Randi S. Wardum, KÍ, og Anja Weyhe, B36. Umframt Álv Hansen, lands liðsvenjara, eru eis ini Jacob Thomsen, hjálpar venjari, Andras Gango, málmans venj­ ari, Sonja Skúvadal, fysio tera­ peutur, og Sonja á Líðarenda, liðleiðari, við á ferðini. Fótbólts- kvinnurnar á Malta FótBóltUR Í morgin spælir kvinnu landsliðið í fótbólti fyrsta dystin í undankappingini á Malta. Kvinnurnar hava vant dúgliga og eru væl fyrireikaðar til dystirnar, hóast kunnleikin til mót støðuna er avmarkaður Á malta Heidi Sevdal og hinar á kvinnulandsliðnum spæla ímóti Armenia, Malta og Georgia