fríggjadagur 4. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Felagið Lemmatrolarar, har
Marner Lisberg er formaður,
ger nú í skrivi til miðlarnar
vart við síni sjónarmið í
spurninginum um nógv um
rødda makrelin.
Felagið vísir á, at um hesa
tíðina í fjør var lands stýris
maðurin í fiskivinnumálum
í sonnum ódnarveðri.
– Orsøkin var, at hann
vildi ikki gera avtalu við ES
og Noreg um makrelbýtið
landanna millum, tí hann
metti, at Føroyar eiga ein
størri part av makrelinum
enn tey 4,7%, sum avtalað
hevði verið um framman
undan.
Felagið sigur, at harðast
leikaði á, tá teir, sum gjøgnum
árini hava fiskað makrel, eins
og stórir partar av politisku
skipanini, fóru saman um at
krevja, at landsstýrismaðurin
gjørdi avtalu við teimum
4,7% sum grundarlagi.
–
Landsstýrismaðurin
stóð mest sum einsamallur í
hes um týdn ingarmikla máli,
sigur felagið.
Heimafloti stuðlaði
Røddir
í
heimaflotanum
hava í fleiri ár gjørt vart við,
at føroyingar fáa alt ov lítlan
part av makrelinum, serliga
tí, at nógvur makrelur hevur
verið at sæð í føroyskum
sjógvi um sumrarnar.
– Eisini hevur verið ført
fram, at tá makrelurin kem
ur í føroyskan sjógv, kann
eingin ivi vera um, at hann
kemur henda vegin eftir føði,
eitt nú eftir toska, hýsu,
og upsayngli, ella tí, sum
heima flotin skal fiska um
nøkur ár.
Felagið vísir á, at hetta er
ein orsøkin til, at heimaflotin
gav
landsstýrismanninum
sín fulla stuðul, tá hann í fjør
ásetti Føroyum eina egin
kvotu á 85.000 tons.
Hetta gjørdu vit, hóast
ES og Noreg hóttu við bál
og brandi, eitt nú við at
forða fyri innflutningi av
fiski til ES. Hetta kundi rakt
heimaflotan og flakavinnuna
meint, men kortini var semja
um ikki at bakka longur,
serliga við atliti til veruleikan
um, at makrelurin fer eftir tí,
sum hesin floti og vinnan
skal liva av seinni.
Stór virðing
Í skrivinum leggja teir, sum
umboða lemmatrolararnar,
aftrat, at heimaflotin hevur
stóra virðing fyri teimum,
sum hava gjørt stórar íløgur
í skip við tí endamáli at fiska
makrel og annan pelagiskan
fisk.
– Tí halda vit tað eisini
vera eina sjálvfylgju, at
hesir fáa sín rímiliga part av
makrelinum.
Í fjør var pelagiski flotin
nøgdur við at fáa 4,7% av
samlaðu
makrelkvotuni.
Hetta hevði blivið til eina
kvotu til Føroyar á eini 30.000
tons.
Felagið
Lemmatrolarar
vísir á, at í ár er vent í holuni,
tí nú fær landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum stórt sæð
stuðul frá allari vinnuni, og
politiska skipanin er farin
at tosa um, hvør nú skal eiga
rættin til hetta tilfeingið.
– Vit í Felagnum Lemma
trolarar fingu í fjør høvi til
at gera eina roynd at partrola
eftir makreli í føroyskum
sjógvi, og hóast tað vóru
nógvir, sum vildu verða við,
at hetta fór ikki at rigga,
eydnaðist royndin væl. Vit
duga at síggja, at makrelur
eisini kann gerast eitt gott
ískoyti hjá lemmatrolarum.
Felagið
leggur
aftrat,
at um støðið verður tikið í
teimum 4,7%, sum ætlanin
var at góðtaka frá ES og
Norra í fjør, høvdu vit tosað
um ein mun á meiri enn
100.000 tons, um føroyska
kvotan í ár verður ásett til
150.000 tons.
Fjølbroyttur floti
Felagið Lemmatrolarar held
ur, at skulu vit varðveita
ein fjølbroyttan fiskiflota í
Føroyum, heimahoyrandi í
ymiskum økjum í landinum,
er neyðugt at býta soleiðis, at
flest møguligir hava møgu
leika at verða við.
– Tað var ikki gamalt í
Føroyum at kanna sær bitan,
áðrenn hann er svølgdur,
og nú fólk tosa um at selja
makrel in, áðrenn hann er
fisk aður. Hetta halda vit vera
lítið takksamt fyri tað, sum
flestu føroyingar halda vera
eina Guðs gávu, sigur Felagið
Lemma trolarar í skrivinum.
vilmund@sosialurin.fo
Heimaflotin
gav Jacobi
fullan stuðul
MAKRELUR - Tá landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, í fjør mest sum
stóð einsamallur í øllum ódnarveðrinum í spurninginum um makrelin,
gav heimaflotin honum fullan stuðul, sigur Felagið Lemmatrolarar
Marner Lisberg er formaður í Felagnum Lemmatrolarar. - Tað
var ikki gamalt í Føroyum at kanna sær bitan, áðrenn hann
er svølgdur, sigur Marner Lisberg, nú alsamt fleiri røddir
eru frammi um at selja makrelin, áðrenn hann er fiskaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Felagið Lemmatrolarar heldur, at skulu vit varðveita ein fjølbroyttan fiskiflota í Føroyum, heimahoyrandi í ymiskum
økjum í landinum, er neyðugt at býta makrelin soleiðis, at flest møguligir hava møguleika at verða við
Vit duga at síggja,
at makrelur eisini kann
gerast eitt gott ískoyti
hjá lemmatrolarum
MARNER LISBERG