Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hann er umboð hjá Sjálv ­ stýris flokkinum í vinnu­ nevnd løgtingsins og hevur hugsað nógv um alt tosið, sum í seinstuni hevur verið um at leggja tilfeingisgjald á veiði eftir makreli. ­ Nú mugu vit ikki gloyma, at tað, sum Føroyar í fjør og aftur í ár fara at býta sær sjálvum av makreli útyvir tað, sum var avtalað í strandalandaavtaluni, er líka sum ”ekstraordinert”, sum Kári P. Højgaard, løg­ tingsmaður, tekur til. Hann vísir á, at eingin trygd er fyri, at hetta verður okkara býtispartur frameftir, men sjálvsagt eiga Føroyar at leggja stóran dent á at fáa mest møguligt av heildarkvotuni av makreli í sín part. ­ Hinvegin mugu vit ásanna, at veiðan eftir makreli í løtuni er óskipað, og tað eru so sanniliga ikki bara Føroyar, sum eiga at bera ábyrgdina av hesum, men so avgjørt bæði Noreg, ES og Ísland. Styrkja pensjónina Løgtingsmaðurin hjá Sjálv­ stýrisflokkinum og umboð floksins í vinnunevnd løg­ tingsins heldur, at ein partur av tí, sum henda økta kvotan av makereli kann geva, eigur at fella aftur til fiskimannin. Men hvussu hugsar løg­ tingsmaðurin sær so, at hetta kann gerast. ­ Eg haldi, at skulu vit leggja tilfeingisavgjald á makrel í hesum ”ekstra ordi­ neru tíðum” við makreli, so eigur ágóðin at koma fiski­ monnum sjálvum til góðar. Kári P. Højgaard vísir á, at fiskimenn eru millum tey, sum eru ringast tryggjaðir á pensjónsøkinum. ­ Pensjónin hjá fiski monn­ um er lutfalsliga lítil, og tá havt verður í huga, at øll innan langt um líður skulu brúka 15% av inntøkuni til egna pensjón, havi eg skilt, at hjá fiskimonnum er langt á mál. Løgtingsmanninum lík­ ar tí tankan, at ávísur pro­ sentpartur av virðinum fyri makrelin kundi farið í ein pensjónsgrunn til fiskimenn, soleiðis at teirra grundarlag undir egnari pensjónsskipan varð styrkt. ­ Vit kunnu ikki rokna við, at tað, sum hendi í fjør og tað, sum fer at henda í ár, har Føroyar sjálvar áseta sær egna makrelkvotu, fer at vara í allar ævir. Um makrel veiðan hjá skipunum í før oyskum sjógvi í ár verður góð, hevði eitt ávíst pro sentgjald gjørt mun og hevði soleiðis lyft eitt lítið sindur undir pensjónirnar hjá fiski monnum, sigur Kári P. Højgaard. Hann heldur, at eitt tal sum 10% av søluvirðinum kundi verið umhugsað, men leggur aftrat, at støðan hjá honum til slíkt avgjald er tengt at, hvar ágóðin hevði verið brúktur. ­ Hinvegin vænti eg, at hetta høvdu verið eingangstøl, sum komu í grunnin, eitt ár í senn, tí eg ímyndi mær, at strandalondini í nærmastu framtíð kortini fara at semjast um býtið av heildarkvotuni av makreli, sum sjálvandi er best fyri umsitingina av hesum tilfeingi, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og limur í vinnunevnd løg­ tingsins. vilmund@sosialurin.fo Brúkið tilfeingisgjald til eftirløn til sjófólk MAKRELUR Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, heldur, at skal tilfeingisgjald leggjast á fyri at fiska makrel, eigur gjaldið at koma fiskimonnum sjálvum til góðar. – Fiskimenn eru millum tey í samfelagnum, sum eru ringast fyri við eftirløn, sigur hann - Vit mugu ásanna, at veiðan eftir makreli í løtuni er óskipað, og tað eru so sanniliga ikki bara Føroyar, sum eiga at bera ábyrgdina av hesum, men so avgjørt bæði Noreg, ES og Ísland, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður - Skulu vit leggja tilfeingisavgjald á makrel í hesum ”ekstraordineru tíðum” við makreli, eigur ágóðin at koma fiskimonnum sjálvum til góðar, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Mynd: Karstin Vang Pensjónin hjá fiski­ monnum er lutfalsliga lítil og langt er á mál hjá teimum á pensjón­ søkinum KÁRI P. HØJGAARD Vit kunnu ikki rokna við, at tað, sum hendi í fjør og tað, sum fer at vara í allar ævir KÁRI P. HØJGAARD