fríggjadagur 4. mars 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
16
Sosialurin
Kanningin, sum vakstr ar
ból kurin hevur gjørt fyri
at lýsa og greina støðuna
og menningarmøguleikar
í Klaksvík, er býtt sundur
í tríggjar partar.
Kanningin er fyri ein
part bygd á samrøður við
fólk og tilsamans hava tey
tos að við 200 fólk.
Talan er um klaks vík
ingar og fremmandafólk í
Klaksvík, umframt klaks
víkingar í Havn og klaks
víkingar í Danmark.
Í fyrstu atløgu tosaðu
tey við fólk í Klaksvík,
sum umboðaðu ymsar
bólk ar í samfelagnum,
bæði til vinnulív, mentan
og sosiala støðu.
Í aðru atløgu tosaðu
tey
við
klaksvíkingar,
sum hava búsett seg í
Havn og í Danmark og
tey hava eisini tosað við
fremmandafólk, sum eru
flutt til Klaksvíkar
Hesi fólkin hava so
greitt frá, hvat tey halda
er gott í Klaksvík og hvat
eig ur at broytast fyri at
tey hava hug at búsetast í
Klaksvík ella fyri at eggja
teimum at flyta aftur til
Klaks víkina.
Í triðju atløgu hava tey
roynt at fáa hesa ætlaðu
mennining ina
kjølfesta
í fólkinum, so at øll føla
eina ábyrgd fyri at menna
Klaks vík, men hetta er ein
til gongd, sum gongur yvir
fleiri ár.
Vakstrarbólkurin held
ur, at hendan vitanin er
ein fortreyt fyri at kunna
seg tiltk í verk, tí skal nak
að gerast, mugu tey fyrst
vita, hvar tey flóta og
hvat tey skulu leggja dent
á í royndunum at menna
býin.
Í sínum kanningum hev
ur sálarfrøðingurin eisi
ni gjørt ein tvørskurð av
nøkr um typiskum klaks
vík ing um.
Ein typiskur klaks ví k
ingur, sum búsetist í Klaks
vík, er ein 32 ára gamal
gift ur maður við tveimum
ella trimum børnum. Hann
hevur kanska prógv frá
miðnámsskúla ella hevur
hann eina sjó vinnu út búgv
ing og hann er sjómaður.
Hann
hámetir
eitt
familjulív, eisini systkin og
foreldur, og at børnini hava
trygg kor og at umhvørvið
er trygt og kent. Hann
virðis metir
góðar
vinir,
støðu festi og hann vil hava
hús, bil og bát.
Men ein typiskur klaks
vík ingur, ið búsetist í Havn,
er ein 27 ára gamal maður
ella 27 ára gomul kvinna,
sum er sambúgvandi og
hev ur eitt ella tvey børn.
Tey hava eina miðal langa
ella eina langa útbúgving
og sita í almennum starvi.
Tey virðismeta eitt gott
starv og møguleikarnar
fyri starvsmenning og har
afturat eisini frítíðar og
ment an ar tilboð
og
eitt
náttar lív. Familjan er høgt í
metu m, men tey vilja eisini
hava umstøður at uppliva
ymiskt annað.
Ein typiskur klaks vík
ing ur, sum búsetir seg í
Dan mark, er ein 24 ára
gomul, støk kvinna. Hon
eig ur kanska eitt barn. Hon
er strembari. Antin er hon
und ir útbúgving, ella hevur
hon eina høga útbúgving,
kanska stjóri, ráðgevari ella
gransk ari.
Niðurstøðan hjá sálar
frøð ingi num er, at Klaks
vík in er ov einstáttað og
hev ur ov fá tilboð til tey,
sum vilja hava ein annan
lívs stíl enn tann typiski
klaks vík ing urin hevur.
Typiskir klaksvíkingar
200 fólk
Nakað síðani setti Klaks
vík ar býráð ein vakstrar
bólk at greina støðu na í
Klaks vík og at út greina,
hvussu negativa gongdin
í Klaksvík kann vend ast,
so at tað aftur verð ur
menning og fram burð ur
í býnum.
Í
bólkinum
sótu
býráðs limirnir
Jógvan
Sko rheim, formaður, Eyð
gunn Samuelsen og Óli
Matr as Lassen.
Vakstrarbólkurin hev
ur so leitað sær ser køna
hjálp hjá Suna Poul sen,
sálarfrøðingi hjá Market
minds í Danmark, tað er
eitt virki, sum vanl iga
fæst við at gera mark nað
ar kanningar fyri priva t
virki.
Orsøkin til, at hetta
varð sett í verk, er, at
sein a stu nógvu árini er
Klak s víkin dragnað, tí
fólka talið er minkað, sam
stundis sum tað er vaksið
í Føroyum sum heild.
Hetta er hent hóast
stórar íløgur eru lagdar
í samferðsluna, enntá í
undirsjóvartunnil og aðr
ar hentleikar fyri at gera
tað lættari hjá fólki.
Samstundis eru um
støður nar
í
Klaksvík
eisini rættiliga góðar á
øðr um økjum, tí tørvurin
á barnaansing er nøkt að
ur og kommunan hev ur
nógv grundstykki til taks,
umframt at havn a viður
skift ini eru framúr góð.
Men alt hetta hevur
ikki ført nakran vøkstur
við sær, tí tey turru tøl
ini vísa, at síðani 1985 er
fólkatalið í Føroyum vaks
ið 6,9%, men samstundis
er tað minkað 2,8% í
Klaks vík.
Hetta er ein støða,
sum Klaksvíkar Býráð
tek ur í størsta álvara, tí
held ur hendan gongdin
fram, verður Klaksvíkin
ikki næststørsti býur í
Før oy um leingi afturat,
tí
menningin
rundan
um Skálafjørðin er risa
stór, staðfestir vakstra r
bólkurin.
2,8%
Klaksvíkingar
eru bygdasligir
og eitt sindur
heimføðisligir – og
eitt sindur stoltir
av tí
Fólk, sum hoyra til
ávísar trúarsamfeløg, fáa
ikki longur sersømdir í
Klaksvík
Áki Bertholdsen
Skal
tað
eydnast
at
menna Klaksvíkina, er fyrs
ta fortreytin at fáa eitt
fjølbroyttari vinnulív í býn
um.
Tað staðfestir Suni Poul
sen,
sálarfrøðingur,
sum
hev ur kannað eftir, hvussu
støð a n er í Klaksvík.
Hann sigur, at skalt tú
skapa vøkstur í einum staði,
er tað neyðugt at hava eitt
fjøl broytt vinnulív, men tað
hevur Klaksvík ikki, tí har er
fiski vinnan høvuðsvinnan
burtur av.
Klaksvík er sum ein
handil við einari vøru á hyll
ini, men skal tað eydnast at
lokka fólk til, er neyðugt at
fáa fleiri vørur á hyllarnar,
sig ur hann so rámandi á
mynda máli.
Í hesum sambandi er
eisini
neyðugt
at
skapa
fleiri størv til fólk við hægri
útbúgv ing.
Byggja oman á
Hann sigur, at klaksvíkingar
eru
rættiliga
frammaliga
í
fiskivinnuni
og
besta
útgangs støðið í royndunum
at fjøltátta vinnulívið, er at
bygg ja oman á eitt virkisøki,
har tú frammanundan er
dugna ligur.
Klaksvíkingar hava eina
langa og stórfingna fiski
vinnu søgu og mítt besta boð
er, at skal Klaksvíkin menn
ast, er besta leiðin fyrst og
fremst leggja dent á skapa
menning á økjum, har tey
frammanundan eru dugna
ligir.
Suni Poulsen sigur, at
hetta merkir, at Klaks vík
ingar skulu fáa meiri burt
u r úr fiskivinnuni, men teir
skulu eisini brúka fiski
vinnu na til at skapa nýggjar
og avleiddar vinnur, kanska
mat vøru vinnu ella annað.
Í hesum sambandi heldur
hann eisini, at tað er neyðugt
at økja um útbúgvingartilboð
og gransking, eitt nú í fiski
vinnu ni.
Við øðrum orðum eiga
klaks víkingar at leggja seg
eftir at skapa fleiri størv í
fiski vinnuni til fólk í slipsi
og klædningi, leggur hann
aftur at.
Men tað er eisini neyðugt
at royna at fáa heilt nýggjar
vinnur til Klaksvíkar, men
tað er ein drúgv tilgongd.
Klaksvík
manglar
fólk í
slipsi og
klædningi
VØKSTUR Í KLAKSVÍK Skal
gongdin í Klaksvík venda, er tað
neyðugt fáa fleiri størv í fiskivinnuni
til fólk í slipsi og klædningi, sigur
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
Mynd: Dávur Winther