Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Leygardagin byrjar súkkluárið av álvara, tá FM-kappingin í einkult- starti verður. Sum vanligt, verður súkklað frá Skógrøkt Landsins í Hoydølum til Kaldbaks og aftur, og er talan um ein tein upp á 29 kilo- metrar. – Teir, sum venja javnan saman ígjøgnum veturin, verða allir við, og eg vænti, at ein súkklari sum Guðmundur Joensen verður øgiliga frammarlaga. Hann plagar at fáast mest við triathlon-kappingar, men í ár hevur hann raðfest súkklingina frammarlaga og ætlar at satsa upp á Oyggjaleikirnar. Guðmundur er dugnaligur, tá tað snýr seg um at koyra kapp ímóti klokkuni, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið sjálvur man fara at liggja heilt har frammi, sum hann er vanur. Oyggjaleikirnir er ein av stóru avbjóðingunum í komandi súkklu- árinum, ið eisini bjóðar upp á Statoil Kring Føroyar, eins og allar tær vanligu kappingarnar eru á skránni. Og longu um ein góðan mánað, miðskeiðis í apríl, verður úttøku kapping til júst Oyggja- leikirnar, sum verða á Isle of Wight í summar. Áhugin fyri súkkling hevur verið vaksandi, so fyrireikararnir eru spentir at síggja, hvussu undir- tøkan verður leygardagin. – Vit hava vónir um at fáa fleiri av ungu súkkl arunum við longu til hesa fyrstu kappingina, tí teir vístu seg at roynast væl í fjør, sigur Gunnar Dahl-Olsen. FM í einkultstarti Frælsur ítróttur Ársins fyrsta súkklukapping verður í morgin, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í einkultstarti Hilmar Jan Hansen Hóast 17 skotroyndir, harav tær tríggjar vóru innan fyri mál rammuna, eydnaðist ikki føroysku fótbóltskvinnunum at vinna á Armenia í gjár. Held ur ikki, hóast føroyska liðið hevði bóltin nógv meira og allan seinna hálvleik var í meiri luta, tí Armenia fekk ein spælara útvístan í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Eitt nú søgdu horna sparks hagtølini 7-2 til føroysku kvinn urnar, men einki hjálpti. – Eg eri øgiliga vónbrotin, tí vit høvdu bóltin nógv í fyrra hálvleiki og komu eisini til kjansir, men uttan at tað varð nóg vandamikið. Tá tær so mistu ein spælara beint fyri hálv leik, vóru vit í meiriluta allan seinna hálvleik, men komu bara ikki nóg langt fram, sigur landsliðsvenjarin, Álvur Haraldsen, við Rás 2. – Armenia skoraði nokk so tíðliga eitt mál, tá vit mistu bóltin lætt og síðani ikki fingu ruddað hann burtur, so teim- um eydnaðist at skora, sjálvt um tað var eitt sindur heppið hjá teimum. Sjálvt um vit gjørdu nakrar broytingar, sum dystinum leið, eydnaðist fram- vegis ikki at skapa nóg nógvar og nóg stórar kjansir. Armenska málið kom longu í áttanda minutti, og hóast Føroyar høvdu bóltin meira og spældu nógv, hevði Armenia tveir aðrar kjansir, ið Randi Wardum í málinum tó fekk vart fyri. Tað kundi verið verri, tá av tornaði, hóast úrslitið sjálv andi var eitt vónbrot, nú kjans urin annars skuldi verið har. Kunnu spæla betri Hini bæði londini í bólkinum spældu fyrrapartin í gjár, og tá vann Malta 1-0 á Georgia. Málið kom ikki fyrr enn tveir minuttir inn í yvirtíðina, tá maltesiski liðskiparin, Rebecca D’Agostino, lá framvið og skor- aði. Hóast hetta var ein nokk so javnur dystur, hevði Malta so mikið munin, at sigurin ikki var óuppiborin. Í morgin klokkan eitt spæla føroysku kvinnurnar ímóti Malta, og tá ræður um at vinna, skal nøkur vón vera um at koma úr bólkinum sum vinnari. Í hinum dystinum møt ast Georgia og Armenia, og um Føroyar vinna á Malta og Georgia vinnur á Armenia, er bólkurin púra javnur, tí tá hava øll liðini trý stig. – Vit spældu henda fyrsta dystin nógv verri, enn vit kunnu gera, men megna vit at vísa nakað av okkara besta í næsta dystinum, sum verður ímóti Malta, havi eg góðar vón- ir. Tað vísir seg, at øll hesi liðini eru sera jøvn, so um vit spæla væl, kunnu vit saktans vinna, men spæla vit ikki frægari enn ímóti Armenia, kunnu vit eisini tapa ímóti hinum liðunum í bólkinum, sigur Álvur Hansen, ið helst noyðist at blanda kort- ini eitt sindur øðrvísi hesa ferð, skal hann fáa eitt frægari úrslit burturúr. Kvinnurnar tóku ikki av Fótbóltur Hóast nógv spæl og at Armenia allan seinna hálvleik var í minniluta eftir útvísing, megnaði føroyska kvinnulandsliðið ikki at taka av og fáa mál, men tapti dystin VÁNAlIG bYrJAN Armensku spælararnir frøast um málið hjá Gayane Kostanyan í áttanda minutti, meðan Fríðrun Danielsen hyggur niður. Hóast yvirvág í allar mátar, eydnaðist ikki Føroyum at fáa mál Mynd: Domenic Aquilina Føroyar - armenia 0-1 (0-1) 0-1: Gayane Kostanyan, 8. Føroyska liðið: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrid Jacobsen (Rakul Magnussen, 86.) – Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Ansy Sevdal (Mona Breckmann, 67.) – Olga Kristina Hansen – Rannvá Andreasen Dómari: Sjoukje de Jong, Holland Hilmar Jan Hansen Í dag fer føroyska A-landsliðið til Danmarkar, og í morgin verður farið víðari til Malaga í Spania, har venjingarlega er á skránni í eina viku, til 12. mars. Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur tikið 22 spælarar út til venjingarleguna, og er talan um ein rættiliga ungan hóp, tí miðalaldurin liggur um 24 ár. Ikki er heilt greitt, hvussu dystar- skráin hjá landsliðnum sær út hesa komandi vikuna, men væntandi verða spældir einir tveir venjingar- dystir ímóti fótbólts feløgum, ið somu leiðis eru á venjingar legu í Malaga. Tað einasta, ið liggur heilt fast, er at síðsti dysturin á ferðini verður spældur ímóti landsliðnum hjá Gibraltar. Hesin dystur verður spældur fríggjakvøldið 11. mars. Gibraltar hevur hvørki limaskap í FIFA ella UEFA, men hevur síðani 1997 stríðst fyri at sleppa upp í part. Spaniólar hava ligið í buktini, og í 2007 varð endaliga staðfest, at Gibraltar ikki í hesum umfari fekk altjóða ella europeiskan lima skap. Eitt sindur løgið, tá havt verð- ur í huga, at Gibraltar hevur havt egið fót bólts samband síðani 1895 og síðani 1901 hevur spælt lands- dystir. Teir 22 spælararnir, ið eru farnir avstað við landsliðnum, eru Rógvi Baldvinsson, Fróði Benjaminsen, Øssur Dalbúð, Dánjal Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Jóan Símun Edmundsson, Hjalgrím Elttør, Atli Gregersen, Arnbjørn Hansen, Einar T. Hansen, Jústinus R. Hansen, Hallur Hansson, Erling Jacobsen, Meinhardt Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Bogi Løkin, Christian R. Mouritsen, Jónas Þór Næs, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen, Tórður Thomsen og Daniel Udsen. hilmarjan@sosialurin.fo Landsliðið til Malaga Fótbóltur Hæddarpunktið á venjingarleguni hjá A-landsliðnum í fótbólti verður helst næsta fríggjakvøld, tá Føroyar spæla ímóti Gibraltar, ið hvørki er limur í UEFA ella FIFA Brian Kerr, landsliðsvenjari Mynd: Álvur Haraldsen