fríggjadagur 4. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Johannes hjá Gynnu
Johannes (1900-1987) var elst
av børnunum hjá íslendsku
Gynnu og Hans hjá Gustu.
Abbin og foreldur hans-
ara,
fluttu
úr
Kirkjubø,
áðrenn Johannes var fødd-
ur. Pápin Hans doyði longu
í 1910, og sum elstur av
systkjunum mátti Johannes
tíðliga átaka sær part av
forsyrgjaraskylduni, hóast
mamman var røsk til hendur-
nar. Vanligt var, at dreingir í
Havn vóru konfirmeraður
um várið, og tí fingu kjans
við
skipi
beinanvegin.
Johannes var konfirmeraður
um heystið, men var so
heppin alt fyri eitt at koma á
skipsdekk.
Hann fór til skips við Mars-
hall á fyrsta sinni, skipari var
Palli á Lava, og við hesum
skipi sigldi hann frá 1914-
1917. Johannes greiðir frá í
samrøðu við Dimmalætting:
Vit komu seint heim av
Suðurlandinum í 1917, sama
ár sum føroysk skip vórðu
niðurskotin á Føroya Banka.
Vit skuldu fara á bankan
men vegna veður endaðu vit
á Nólsoyar banka. Har var
nakað av fiski. So ein dagin
sóu vit ein motorbát koma um
okkara leiðir. Hetta undraði
okkum ikki sørt. Tá ið báturin
kom uppá praj var hetta Rosa
hjá Karli á Lag við Johannes
í Funningsstovu sum for-
manni. Av pátrúgv hevði
hann húgvuna rangvørgari á
høvdinum. Hann bað okkum
fara til lands beinanvegin, tí
týskurin hevði lýst føroya-
økið sum vandaøki.
Eg fór seinni í farmasigling
við Forældres Minde hjá
Valdemar Lützen. Skipari
var Andreas á Høvdanum á
Strondum. Hann var av bestu
sjómonnum at sigla saman
við. Vit komu tvær ferðir til
Keypmannahavnar.
Vegna
kríggið gekk leiðin fram við
norsku strondina. Seinna
túrin var vindurin ikki til
vildar, og vit krússaðu aftur
og fram í 14 dagar.
Tá ið vit náddu Hornbæk,
bað Andrias meg koma við
sær við bátinum til lands at
ringja til umboðsmannin Ove
Lützen, beiggja Valdemar, at
vit vóru komin so langt. Ove
var ovfarin. Hann helt okkum
vera burturgingnar, tí hann
hevði fingið navnabrettið á
skipinum! Hetta høvdu vit
so mist uttan at hava varnast
tað, og onkur hevur funnið
tað.
Eg giftist í 1921 og fekk
kjans hjá DFDS í Havn, sum
kom at vara frá 1922-1973. Har
skuldi eg fyrst og fremst taka
mær av lossijaktini, og seinni
starvaðist eg sum tiltaks-
motorpassari
hjá
øðrum.
Aftaná 1926 starvaðist eg
sum motorpassari við motor-
bátinum Ebbe við millum
annað at sleipa jaktir.
Í 1931 varð eg av amt-
manninum góðtikin sum
fiskavrakari. Í 1935 vísti eitt
norskt felag áhuga fyri at
fáa stórhvalatvøst til silvur-
revafarmar úr Føroyum. Eg
skuldi syrgja fyri at útvega
ís, arbeiðsmegi og flyting
umborð á Lyru til Noregs
hvønn 14. dag.
Eg fór eisini at frysta sild
til agn. Í 1936 fanst eingin
handil, sum tók ímóti fiski.
Útróðrarmenn seldu tá bein-
leiðis á brúnni. Sluppu teir
ikki av við allan fiskin, tók
eg ímóti tí, sum restaði í at
fáa selt. Eg hevði gamalt
salt, sum eg lat reinsa, flakti
avlopsfiskin, saltaði hann í
neystinum og seldi hann til
England. Fyri hvønn pakka
av smáfiski fingu vit í býti 50
kg av mjøli. Hetta var góður
handil.
Eg gjørdi um hesa tíðina
sáttmála við Tvøroyri um at
viðgera 5.800 tunnur av sild
úr Norður-Íslandi. Hetta gav
92 arbeiðsmonnum arbeiði.
Johannes var giftur við
Helenu Poulinu Sofíu Debes
(1902-1959) av Oyri.
Tey áttu børnini Hansa,
Oluffa, Mary, Poul, Gunnleif
og Ernu
Jón undangongumaður
við bilkoyring
Jón
Hansen
hjá
Gynnu
(1901-1974) byrjaði 20 ára
gamal flutning við fólki við
hestavogni.
Hann
byrjaði
í
1930
vinnuliga
bilkoyring,
ta
fyrstu tíðina við persónbili,
einum
Chevrolet.
Seinni
fekk hann sær lastbilar og
bleiv ein av teimum stóru
lastbileigarunum í Havnini.
Jón var eisini í nógv
ár knýttur at Tórshavnar
Sløkkiliði sum tiltaksbrand-
maður. Hann spældi eisini í
HB sum ungur. Jón giftist í
1931 við Signhild Jespersen
úr Hvalba. Tey áttu børnini
Hans, Joen Paula, Margit og
Trónd.
Gugga
Yngsta barnið hjá Gynnu og
Hans var Gudrun Margretha
f. 1904, vanliga kallað Gugga.
Tey búðu á Hoyvíksvegn-
um, stutt frá Krókabrekkuni.
Aftaná skúlan fór Gugga at
arbeiða á Meiarínum.
Hon var á ungum árum
trúlovað við Jógvan Kalsoy
av Eiði, sum var ein ungur
maður við nógvum evnum.
Jógvan var fiskimaður og fór
at læra til skipara. Hann fekk
63 av 63 møguligum stigum.
Hann hevði eisini onnur evni
og gekk til Bakar Hansen at
læra »at spæla uppá.«
Tað var meðan Jógvan
gekk uppá skúla, at hann
hittu Guggu. Tey høvdu tikið
ring uppá og høvdu ætlanir
um at giftast.
Men eydnan vardi ikki
leingi. Í 1923 fór Jógvan undir
Ísland við Ingrid. Í nógv-
ari aldu ein dagin slitnaði
mesanvantið. Mesanmasturin
brotnaði og rakti Jógvan so
meint, at hann doyði. Jógvan
gjørdist bert 23 ára gamal, og
hann varð grivin í Vestmanna-
oyggjunum, har hansara grøv
framvegis sæst.
Hetta var sjálvsagt ein
smeitur fyri Guggu. Men í
1926 fer hon til Keypmanna-
havnar at ganga á Dansk
Kunstflidskole. Hon kemur
heim aftur í 1927 og byrjar at
lesa til sjúkrasystir, men ger
seg ikki lidna.
Hon giftist í 1931 við
Heina
Joensen,
bónda
í
Bø, sum var 20 ár eldri enn
hon. Hann var beiggi Emil
Joensen, tann kenda prestin í
Keypmannahavn, og Hjalmar
Hátún, ein kendan lærara.
Tey fingu børnini Marjun,
Jón, Helgi og Elinborg.
Gugga doyði bert 54 ára
gomul tann 5. februar 1959.
Hetta er eisini ein søga
um trúfesti. Í hvussu er fram
til fyri nøkrum árum síðani
var framvegis tætt samband
millum ættirnar hjá Jógvani
og Guggu. Jógvan átti eina
systir, Ingibjørg, sum gjørdist
99 ára gomul. Hon hevði
samband við ættina hjá
Guggu alla sína tíð. Børnini
hjá Guggu plagdu at vera
norðuri á Eiði og ferðast
sum børn. Eftir at Gugga var
deyð hildu hennara børn sam-
bandið viðlíka.
Til er enn eisini tær trú-
lovingargávur,
tey
góvu
hvørjum øðrum. Vesturi í Bø
er framvegis tann Bíblian,
sum Jógvan gav Guggu við
innskriftini: »Til Guggu frá
tínum Jógvan.« Her verður
eisini víst til 1. Joh 5,13, sum
sigur: »Hetta havi eg skrivað
til tykkara, fyri at tit skulu
vita, at tit hava ævigt lív,
tit sum trúgva á navn Guds
sonar.«
Norðuri á Eiði er eitt
vakurt pennasett, sum Gugga
gav Jógvani.
Tey hjá Gustu og Gynnu
Eru tey hjá Gustu kend, so eru tey hjá Gynnu ikki minni kend.
Her eru tískil tvey ættarlið, har konurnar hava lagt navn til ættina
Jón hjá Gynnu við sínum bili
Gudrun, Gugga, hjá Gynnu saman við manninum Joen Heina
Johannes hjá Gynnu
POUL OLAF EMIL HANSEN
F. 13-9 1902
D. 29-3 1925
VAR STRÍÐIÐ TUNGT
OG HART HJÁ TÆR
NÚ FANST TÚ BESTU GLEÐI
TÁ HARRIN SJÁLVUR
HEIM TEG BAR
Í LÍVSINS LJÓSA DEGI
Olaf var sonur Jens hjá
Gustu og verður umrøddur
í komandi parti
Í komandi parti um
tvær vikur greitt greitt
frá Jens og Trónd hjá
Gustu umframt Jacob
Marius hjá Johannes