Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27 26 Sosialurin Andrass Skaalum Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna Ætlar tú at luttaka, mást tú fráboðað luttøkuna nú. Luttøka á aðalfundi er treytað av, at limurin í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur boðað frá, at hann luttekur, og hetta skal verða gjørt skrivliga til høvuðsskrivstovuna. Seinasta freist at fráboðað luttøku á hesum aðalfundi er sostatt nú sunnudagin 06. mars. Tú kann nú eisini fráboðað luttøku á hesi leinkju: www.bricksite.com/andrass/aalfundurin Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna og hava rætt at møta á aðalfundinum. Limirnir kunna taka orðið á aðalfundinum, men hava ikki atkvøðurætt. Tað eru bert tey 23 umboðini í Umboðsráðnum, ið hava rætt at atkvøða á aðalfundinum. Skráin fyri aðalfundin, smb. § 17 í viðtøkunum, er henda: 1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári. 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góð­ kenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3. 3. Val av nevndarlimum 4. Val av grannskoðarum, ið sita til næsti vanligi ársaðal­ fundur er lokin. 5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera. Innkomin eru uppskot at broyta viðtøkurnar um: Val til umboðsráðið. Valskeiðið. Valbæri fyri nevndarlimir. 6. Ymiskt Í ár skula nevndarlimir veljast, sambært galdandi við­ tøkum, valskeiði hjá nevndarlimum er 4 ár. Nevndarval er annað hvørt ár, tað vil so siga tey ólíka árini tá einki val er til umboðsráðið. Viðtøkurnar fyri OT eru frá 2003 og eru bert broyttar einaferð áður, tað hendi á aðalfundinum í fjør, tá talið av grannskoðarum fór frá tveimum niður ein. Til aðalfundin eru uppskot aftur um at broyta viðtøkur­ nar, hesaferð viðvíkjandi vali til umboðsráðið, valskeiði og valbæri fyri nevndarlimir. Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðal­ fundi skal dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og somuleiðis fyri vanliga aðalfundin, ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, verða løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins. Frá hósdegnum 03. mars kunnu limir sostatt venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins í Tórshavn at kunna seg við hesi viðurskifti. Aðalfundur í OT Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður komandi fríggjadag 11. mars kl. 17:00 á Hotell Føroyum Kjak Felagið Nótaskip Búskaparráðið legði mána­ dagin fram búskaparfrá­ greiðingina fyri várið 2011. Fráðgreiðingin er áhugaður lesnaður, tí hon fyrst og fremst varpar ljós á støðuna í fiskivinnuni og tørvin á at fremja bygnaðarbroytingar í fiskivinnuni, so høvuðs­ vinnan fær ein lønandi rakstur. Samanumtikið er frá­ greiðingin eitt gott upplegg til eitt grundleggjandi orða­ skifti um støðuna í føroysku fiskivinnuni. Men tá tað ræður um makrelin, er Búskaparráðið á heilt skeivari leið. Ráðið mælir til at leggja eitt tilfeingisgjald á makrelin í 2011. Í frágreiðingini verður sagt: »Miðalprísurin á makreli var í 2010 umleið 8 kr./ kg. Siga vit at kvotan í 2011 verður 100 tús. tons, verður avreiðingarvirðið á makrelinum umleið 800 mió. kr. Tilfeingisgjald til landskassan á t.d. 2 kr. kg. hevði givið 200 mió. kr.« Tað er rætt, at makrelurin, sum norsk skip fiskaðu á heysti í fjør og seldu um norsku uppboðssøluna hevði ein meðal prís upp á 8 kr. kg. Meðal avreiðingarprísurin av makrelinum, sum føroysk skip fiskaðu í summar, var eina góða helvt av hesum. Skipini fiskaðu í fjør smb. uppgerð hjá Fiskiveiðieftir­ litinum sløk 71.000 tons, sum smb. uppgerð hjá Hagstovuni vórðu landað fyri 304 mió. kr. Hetta gevur ein meðalprís upp á 4,30 krónur. Tí er tað skeivt av Búskap­ arráðnum at fyrigykla politik­ arunum, at teir kunnu fáa 200 mió. kr. í tilfeingisgjaldi burtur úr makrelkvotuni. Harumframt ber ikki til at selja somu atgongumerkir tvær ferðir. Tilfeingisgjald er longu lagt á makrelin í 2011. Løgtingið samtykti 22. desember í fjør, at m.a. reiðaríini hjá nótaskipum í 2011 skulu gjalda ein til­ feingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr. Hvussu tilfeingisgjald skal skipast í framtíðini skulu vit ikki taka støðu til her, men tað má verða tað sama fyri allan flotan. Tað er ikki rætt at brúka makrelin til eina royndarverkætlan á hesum øki, soleiðis sum Búskaparráðið mælir til. Ikki ein nýggjur fiskiskapur Búskaparráðið sigur fleiri ferðir í frágreiðingini, at makrelfiskiskapurin er ein nýggjur fiskiskapur. Hetta er ikki rætt. Í mong ár hevur makrelurin verið ein partur av rakstrargrundarlagnum hjá nótaskipunum, meðan restin av kvotuni hevur verið brúkt til at keypa botnfisk frá Russlandi, Noregi, ES og Íslandi til botnfiskaflotan. Tvey viðurskifti ávirka støðuna við makrelinum í løtuni. Annað er, at makrel­ urin seinastu árini hevur broytt ferðingarmynstur, so hann kemur longur vestur og norður um summarið at leita sær føði. Men hetta er ein og sami makrelstovnur. Hitt er, at henda støðan er grundarlagið hjá Føroy­ um fyri at krevja at fáa 15% av samlaðu kvotuni. Fiskiskapurin eftir makreli­ num er óvanligur í løtuni, tí ósemjan millum stranda­ londini hevur við sær, at tað fer fram ein stór yvirfisking í mun til tilmælini hjá ICES. Sambært tølunum hjá ICES var yvirfiskingin í 2010 uppá góð 60%. So vítt vit vita, taka hvørki Føroyar ella Ísland undir við eini yvirfisking, men londini vilja hava eitt annað býti, sum gevur teimum ein størri part. Seinastu gott og væl 20 árini hevur árliga TAC­ið í meðal verið sløk 600 tús. tons og veiðan nakað tað sama, og eru fiskifrøðingarnir ikki heilt av leið í sínum meting­ um, so vita vit, hvat vit eiga, tá vit fyrr ella seinni gera eina semju um makrelin. Ikki rætt at revsa teir, ið tillaga seg Høvuðsboðskapurin í frá­ greiðingini hjá Búskaparráð­ num er, at veiðitrýstið undir Føroyum seinastu 15 árini hevur verið 50­70% hægri enn tað veiðitrýstið, sum gevur mest búskaparliga. Tí er neyðugt at tillaga flotan. Hetta er júst tað, sum nótaflotin hevur gjørt sein­ astu nógvu árini fyri at tillaga fiskiorkuna til fiski­ møguleikarnar. Sum vit vístu á í síðstu viku, er svartkjafta­ kvotan hjá nótaskipunum minkað úr 250.000 tonsum í 2007 niður í 10.000 tons í 2011. Sildakvotan er minkað við 43 prosentum síðan 2009. Tillagingin hjá nóta­ skipunum byrjaði áðrenn hetta, men síðan eru eru tvey skip afturat tikin úr vinnu. Sum støðan er í dag, er framvegis yvirkapasitetur hjá skipunum, sum eru eftir. Íløgur eru gjørdar fyri hundraðtals milliónir í at nýmótansgera og at effektivi­ sera pelagiska flotan, fyri at økja avkastið av pelagiska tilfeinginum. Yvir tíð er pelagiska tilfeingið saman­ lagt rímiliga støðugt, og tað er greitt, at hesar stóru íløgur eru gjørdar við áliti á, at flotin luttekur bæði í niðurgongd og uppgongd í teimum einstøku pelagisku stovnunum. Umráðandi er, at teir, sum gera íløgur í at tillaga flotan kunnu líta á, at teir eiga rati onaliseringsvinningin, og at tillagingin ikki verður brúkt til at koyra nýggja fiskiorku og nýggjar aktørar inn í vinnuna. Tí er okkara støða, at skeivt er at taka skottið mill­ um uppisjóvarflotan og botn­ fiskaflotan burtur. Verður pelagiska fiskiorkan økt á annan hátt, so hava vit eitt vánaligari lønsemi í uppi­ sjóvar fiskiskapinum, tá ger­ andisdagurin í makrelinum fyrr ella seinni kemur aftur. Búskaparráðið á skeivari leið í makrelinum