fríggjadagur 4. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
2
VIKUSKIFTI
KøKur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Hello Kitty og McQueen-bilurin eru
køk urnar, ið Jórun Skorheim oftast
hev ur gjørt. Kettan og bilurin eru sera
vælumtókt millum børn, og tað er til
barna føðingardagar, at Jórun ger flestu
køkurnar.
– Eg geri til brúdleyp og annað eisini,
men mest er tað til føðingardagar, sigur
hon.
Hon byrjaði vid køkunum fyri
tveim um áðrum síðani, og enn er tað
bara eitt ítriv – nakað hon fæst við,
tá ið hon hevur frí frá arbeiðnum sum
kramba kvinna í Leirvík.
– Eg kundi hugsað mær at havt
hetta sum heiltíðarstarv, men tá skulu
høli eisini verða til tess. Nú geri eg tær
bara heima í køkinum hjá mær sjálvum,
sigur hon.
Jórun er ikki útbúgvin kondittari,
men hevur starvast nøkur ár á bakaríi
og lært seg nógv tann vegin.
Innihaldið í køkunum eru botnar,
ið Jórun sjálv bakar, jogurtfromaga og
sjoku látarómi. Uttan á er marsipan í
ymisk um litum.
Kom lad
os brokke
os...
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Monika og Rebekka Kunoy Sharp / Jens Kristian Vang
2 KluMMa: Kom lad os broKKe os
4 líVSSøga: moniKa og rebeKKa Kunoy sharp
8 IntERVIEw: axel grétarsson
10 tIPS: sterKir litir
12 90 SEKund: anna Faroe
14 í RangaStRúPan: ymisKt úr miðlunum
14 uMaftuRaftuRuM: høgni djurhuus
18 tíðIn: heilsa, tøKni og annað
19 tIl aRbEIðIS: sigrún brend
20 IntERVIEw: anniKa smith
24 baKgRund: liberalistisK sjónarmið
hótta gamla FeudalsKipan
26 KaPPIngaR: Vinn góðar Vinningar
30 MIðlaMJaRR: tað siga tey á FacebooK og í miðlunum
31 tað hEndIR: Konsertir, tiltøK, bøKur og annað
32 VIKuMyndIn: tøgn í christchurch
INNIHALD
klumman
Eydna
Skaale
– Hatta er bara eitt Hobby, er tað fyrsta JóruN SkorHeIm
sigur, tá SoSIALurIN slær uppá TráðIN. Hennara fLoTTu
køkur eru kendar og væl umTókTAr. vit Hava fingið nøkur
tipp um, HvuSSu Hon ger, og Hvat skal til fyri at eyDNAST
dreymakøkur
úr leirvík
Lat tað vera sagt beinanvegin. Eg elski
føroyingar. Eg haldi, at vit eru eitt deiligt
fólkaslag. Fitt, fryntlig og alt sovorði. Men
halt kipp, sum vit eru nakrir grenjigákar.
Vit elska at brokka okkum – um alt.
Vit grenja um politikararnar – tað er jú
altíð eitt deiligt evni, sum øll kunnu taka
undir við. »Politikararnir eru klovnar«, siga
vit, og so taka øll undir við okkum. Tað er
líka so vist, sum tá vit knarra um veðrið. Tá
er eisini 100% undirtøka. Veðrið er keðiligt,
og politikararnir eru býttir, og soleiðis er tað
bara. Tað er púra legalt at grenja um.
Ikki tí, vit hava deiliga nógv onnur evni at
knarra um eisini – tíbetur.
Vit skræða okkum um tey lesandi, sum
sita í Danmark og bara skræða seg um Før-
oyar og føroyingarnar, sum eru her heima og
skræða seg.
Tað er eisini super, at man nú kann við-
merkja á ymsum tíðindasíðum. Har kunnu
vit veruliga øsa okkum. Um hvussu býtt tað
er, sum journalistarnir skriva. Ella hvussu
býttur journalisturin er. Um illa vil til,
kunnu vit altíð grenja um tað, sum hini hava
kommenterað. Tað er virkuliga ein veldig
skipan.
Eitt annað grenjievni eru sendingarnar
hjá sjónvarpinum, har fólk, púra ósensu-
rerað, sleppa at siga sína hugsan um alt. Og
hvat sigur fólkið so? Jú, fyri ein stóran part
grenjar fólkið. Um politikararnar, um tey
trúgvandi, um vantandi tolsemi, um aðrar
føroyingar og um nógv onnur evni, sum
eru verd at grenja um. Og reaktiónin uppá
sendingina er ógvuliga hóskandi, at bæði
politikarar og vanlig fólk knarra afturímóti.
Sum sagt, so elski eg føroyingar. Vit eru
virkuliga herlig, tá alt kemur til alt. Til tíðir
faktisk heilt komisk.
Bara spell, at vit ofta ikki sjálvi klára at
síggja tað fyri berum brokki. (segði hon sjálv,
sum júst hevði grenjað um grenjið hjá øllum
hinum)
Sum sagt, so eru vit virkuliga herlig...
myNDIr: Privatar