fríggjadagur 4. mars 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 4. mars 2011 · Nr. 27
Sosialurin
Risk Management
- váðastýring fyri øll
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355)
Skalt tú stýra eini fyritøku ella organ-
isa-tión á besta hátt, kemur tú javnan
út fyri at skula taka støðu til teir økono-
misku vandarnar, ið kunnu standast av
teimum avgerðum, tú tekur.
Eitt nú tá tú skalt velja besta veitara,
ymiskar støður í sambandi við kundar
ella brúkarar, støður viðv. organisatións-
broytingum osfr.
Hetta skeiðið gevur tær nøkur amboð,
sum kunnu brúkast beinanvegin í privatu
fyritøkuni ella á almenna stovninum -
óansæð stødd á fyritøku/stovni – og tær
nýtist ikki at keypa dýrar KT-loysnir fyri
at fara til verka, tí hetta krevur ikki na-
kra ávísa kt-skipan.
Skeiðið gevur luttakarunum intensiva
innleiðslu í váðastýring umframt fatan
av, hvussu týdningarmikil váðastýring
er,
og
at
henda
verður
rótfest
í
vinnuligum
málsetningum
bæði
innan tað privata og almenna.
Undirvísarin vil á ein inspirerandi hátt
og við góðum undirvísingarlag vísa tær
hugtøk innan váðastýring umframt tær
avbjóðingar, sum eru.
Dagar
22. & 23. mars 2011
Tilmelding
Tilmelding og les meira um skeiðið á hei-
masíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring
32BELL (322355).
Tórshavnar havn søkir eftir havnarumsjónarfólki at byrja 1. juni 2011.
Arbeiðið er skipað í skiftandi vaktum. Av tí at arbeiðsplássið er lítið,
kann roknast við ymiskum uppgávum.
Tú skalt, á jøvnum føti við hini havnaumsjónarfólkini, kunna veita
loðstænastu.
Tú hevur ein kundavinarligan framburð, og kann arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum.
Roknað verður við, at tú hevur útbúgving sum skipsførarari, og at tú
dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum og enskum, umframt
hegni og hug til teldu.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera hjá Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn, í seinasta
lagi 23. mars 2011.
MEIRA FÆST AT VITA
um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge, havnarmeistara,
telefon 311762.
HAVNARUMSJÓNARFÓLK
TÓRSHAVNAR HAVN
Ársaðalfundur
Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag
Tryggingartakaranna
fríggjadagin 11. mars 2011 kl. 17.00 á Hotel Føroyum
Dagsskrá:
1. frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
2. framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og
hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt,
sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins.
3.
Val av nevndarlimum.
4.
Val av grannskoðarum.
5.
Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at
viðgera, og eru til fundin komin inn uppskot um at broyta viðtøkurnar
um val til umboðsráðið, valskeiðið og valbærið fyri nevndarlimir.
6.
Ymiskt.
allir tryggingartakarar í P/f Tryggingarfelagnum føroyum eru limir í
felagnum og hava rætt at møta á aðalfundinum, men skulu í seinasta
lagi 5 dagar frammanundan aðalfundin skrivliga boða høvuðsskrivstovu
felagsins frá luttøku.
Tórshavn, 23. februar 2011
nevndin
Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | fO-110 Tórshavn | www.trygging.fo