Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 27 · 4. mars 2011 14 VIKUSKIFTI Lat okkum síggja hetta í Havn! Nei, hann er ov gamal. Jú, men hon er bara fýra ár yngri enn hann, so hon kann heldur ikki brúkast. Tey eru ov gomul, alt ov gomul. Tey eru over and out. Slíkar ørvitisniðurstøður hava verið fremstar í øllum tosi­ num um nýggja formannin ella nýggju forkvinnuna í Javnaðar­ flokkinum, sum tey gomlu kalla sosialistarnir. Fólk, sum eru 55 ella eldri, kunnu ikki leiða ein flokk. Tey eru ov gomul. Forbannað møsn. Men ókey, í øðrum tilafturskomnum menn­ ingarlondum verða fólk sjáldan eldri enn 40 ár. Tey, sum eru eldri enn tað, eru í veruleikanum deyð. Og tá kunnu tey sjálvandi ikki vera leiðarar í einum flokki, sum eisini er deyður, tó ikki av elli. Ein av teimum, sum ikki kunnu brúkast fyri aldur, er borg ar stjór in í Havn. Hóast hann fær meira av skafti enn øll hini í bý ráð num til samans. Og hann er tann elsti í býráð num. Men, sum sagt, hann er ov gamal. Tey, sum eru skeivu megin 55, eru ov gomul, og tað er tað. Sjálvur eri eg ov gamal til ann að enn eitt undirmett, undir­ lønt pláss við eitt flutningsband. Almannastovurnar, sum kalla seg fakfeløg, hava í nógv ár reyp­ að av einum eldrapolitikki, sum tey, sjálvandi við tógvið stríð sum altíð, hava fingið í sáttmálarnar í staðin fyri minst eitt prosent í lønarhækking. Sum so nógv onnur slík dýrgoldin rætt indi, rættindi, kalla tey tað vist, er eldra politikkurin bara eitt orð í sátt málanum, eins og førleika­ menningin til dømis. Ókeypis orð, keypt fyri dýr prosent. Áðrenn eldrapolitikkurin hjá almannafeløgunum fer at virka, eru øll vit eldri deyð av elli. Sum tey siga í penjonistafeløgunum: vit ungu, sum eru vorðin eldri enn tey ungu. Baptistarnir eru tey ein astu, sum virða tey eldri, lívs roynd­ irnar hjá teimum eldri. Tey hava elstaráð, havi eg latið mær fortalt. Í ættarbólkum, sum búgva longst inni í frumskóginum, verða tey elstu eisini spurd, tá okk urt stórt leikar á. Vit siga sjálv andi, at slík fólk eru ósivili­ serað. Hví hava Rolling Stones ikki fyri langari tíð síðani fingið sær annan sangara? Mick Jagger er langt síðani farin upp um tey trýss. Hann er alt alt ov gamal Gott hjá Metusalemi, at hann ikki er her nú. Óbrúkiligur í 913 ár. Vit gomlu eru ein byrða, men áðrenn teir ungu politikararnir hava fingið í lag eina nýggja pensjónsskipan, eru teir vorðnir 55+ og vit gomlu langt síðani deyð í hungri og halli. Gomul fólk eru ikki í ordan. Tak Mærsk Mc­Kinney Møller, hann er næstan tvær ferðir 55, hann hevur blakað 20 milliónir burtur í eitt hol á Drelnesi, ein nýggjan Kirkjubømúr, tí hin er alt alt ov gamal. Tað hevði eingin yngri enn 55 gjørt. Pengar eru ikki alt, men uttan teir var einki. So tosa tey og skriva tey um gráa gullið. Gull er ikki grátt. Silvur er grátt. Og silvur er ikki betri enn næstbest. Lívsroyndir rópa tey eisini eitt, sum ikki telur við, tí juppi­ arnir vita og duga alt betur. Ein juppi er, sambært orðabókini, ein ungur vælløntur maður við høgari útbúgving, sum býr í útryðjuni í býi og bara hugsar um starvsliga og peningaliga framgongd, og sum dámar væl at brúka nógvar pengar. Hvussu gamlir vóru teir ann­ ars, sum feldu eikina? 55­ ella 55+? Sum sagt, spyr ikki meg, eg eri ov gamal. Sum vit søgdu í hálvfjerðsunum: bjóða mær, eg koyri ikki. Ellin nívir, eg orki ikki og dugi ikki at skriva meira í dag. Gamlamannamøsn UmaftUrafturum høgni djurhuus Ikki avskorin! Sandvík og Hvalba eru umskorin Lesarabræv Í tinginum er tað sami sjónleikur Skúlanæmingar spæla nýggjan sjónleik Portal.fo Nýggj umboðan Føroyskir sjúklingar á Fólkating Dimma Burturblivnir? Kósin leitar eftir partrolarum Dimma Nýskapandi Blandað list í Listaglugganum Dimma Nakað fyri Fólkaheilsuráðið? Broytti hugburð við revolvaranum í rygginum Kringvarp.fo Skóleistar? Edmund fekk kaldar føtur Kringvarp.fo Ikki at blanda við ringitónar! Xylophone-tónar á Læraraskúlanum Kringvarp.fo Hvat merkir tað? Byggir seg spakuliga inn í framtíðina Dimma Ja, men onga aðrastaðni! Heðin nummar 1 í Suðurstreymoy Vagaportalurin ranga í strúpan Hvør eigur hvønn? Tey hildu gullbrúdleyp, og tá ið alt hóvastákið var av, mannar maðurin seg upp og spurdi konuna. - Fimm av okkara seks synum eru myrkhærdir, ein ljóshærdur. Kanst tú ikki siga mær, hvør er pápi hansara? Konan hugsar seg um og svarar: - Tú ert pápi hansara. Steðgið grenjinum! Vit føroyingar hava einki at grenja um: Vónin er í Fuglafirði, Eydnan á Oyrabakka, Framtíðin í Vági og Armgarð Arge leggur tilveruna tilrættis Fleiri enn 10.000 fólk hava vitjað skoytibreytina í Havn hesa tíðina, hon hevur verið opin. Nógv hava skoytað runt, farin á afturpartin, og onkur eru endað á skaðastovuni. Men vit mangla at síggja nakað heilt serligt. Her er ein mynd, sum kann geva íblástur. Kanska Levi Mørk kundi verið fyrsti býráðslimurin, sum avrikaði hetta! (mynd: polfoto) Tað verður kaldligt Sosialurin bar mánadagin tey tíðindi, at føroyski landsliðsmálmaðurin í fótbólti, Gunnar Nielsen, verður úti í eitt ár. Vit hava ikki skilt samanhangin enn, men tað ljóðar rættiliga óvanligt, at nakar skal verða uttandura so leingi. Vónandi endar tað við einari ella aðrari viðurkenning fyri bragdið!