fríggjadagur 4. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. februar 2011
19
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Hon er millum kendastu andlit í sjónvarpinum
hjá Kringvarpi Føroya, tá ræður um tíðinda
sendingar. At lesa dugir hon væl. Hon
tykist av slappað, men dugir at gera tíð
indi liv andi og knýtir hyggjarar til skíggjan
við síni týðiligu og kláru rødd.
– Eg byrjaði í Sjónvarpi Føroya í 1991, har
eg tekstaði danskar teknifilmar til føroyskt.
Seinni hjálpti eg Biritu Weihe og Anniku Marr
Poulsen við at gera Barnaløtuna. Uppaftur
seinni kom sendingin við JussuFastir á
skránna, sigur Sigrún Halldórsdóttir Brend.
Tíðindi hvønn dag
Tað var miðskeiðis í nítiárunum, at
hon byrjaði á Degi og Viku.
– Í byrjanini var tað ein dag um vikuna,
har eg skrivaði uttanlandstíðini. Nú arbeiði
eg fulla tíð á Degi og Viku, og tað dámar
mær stak væl. Mær dámar at vera mitt í
meldrinum, har alt hendir. At arbeiða undir
trýsti og at hava deadline hvønn einasta dag
dámar mær, hóast tað mangan er stríggið.
Sigrún veit, at einki verður gjørt
til lítar, um fólk ikki standa saman
um at fáa tað besta burtur úr.
– Tí er tað frálíkt at kenna felagsandan á
redaktiónini, tá okkurt óvæntað er á vási. Vit
kempa og stríðast fyri at fáa bara tað besta á
skíggjan. Sum hyggjarin helst eisini sær, hava
vit aloftast okkara egna vinkul upp á søgurnar.
Tað er nakað, sum vit leggja dent á, sigur hon.
Kendi verturin í Degi og Viku sigur seg
gleðast til tann dag, tá sjónvarpið fer hava
tíðindasending hvønn einasta dag í viku.
– Vit liva í 2011, og sjálvandi eiga
føroyingar at kunna síggja føroysk tíðindi
hvønn dag. Eg bíði í spenningi eftir hesum degi,
leggur Sigrún Halldórsdóttir Brend aftrat.
Hvør er hon?
– Eri fødd í Reykjavík. Tríggjar mánaðar
gomul fluttu vit heim til Føroya at búgva.
Eri uppvaksin mítt í býnum í Havn –
í Konga gøtu 3. Húsini eru tikin niður, og
har er nú parkeringspláss. Tá eg fór í skúla,
fluttu vit út á Peter Head í vesturbýnum
at búgva. Eg gekk í Venjingarskúlanum,
men tók 10. flokk í Danmark.
Foreldrini hjá Sigrún eru Halldór og Alma.
Systkini eru Snorri, sum er elstur og býr í
Hoyvík. Yngru systkin eru Bjørg og Jóhann,
sum bæði búgva í Keypmannahavn.
Hon tók HFprógv í Hoydølum í 1981,
pedagogprógv í Vanløse í Danmark í 1985 og
læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1991.
– Í løtuni taki eg ein part av journalist
útbúgvingini umvegis Danmarks Journa
listhøjskole í Århus, sigur hon.
Roynt ymiskt
Hvat gjørdi Sigrún í sínum uppvøkstri,
og meðan hon enn var ungdómur?
– Eg havi ongantíð verið bangin fyri
at arbeiða. Longu sum 1213 ára gomul
arbeiddi eg í summarfritíðini á Bacalao.
Eg legði skrubbur upp á plattar úti í ísa
kalda kjallaranum. Skrubburnar skuldu
frystast og sendast av landinum. Sólfinn
Simonsen var arbeiðsformaður í kjallaranum
tá. Har arbeiddi eg tvey summur.
Nógvar ungar gentur hava eisini arbeitt
í grillbarr, og tað hevur Sigrún eisini.
– Eg arbeiddi fyrst í grillbarrini hjá Crazy í
Niels Finsensgøtu og seinni í pylsuvogninum
hjá Emely. Brúni vognurin stendur enn tann
dag í dag á eystaru bryggju. Eg arbeiddi eisini
í kioskini hjá Alith Lamhauge á Vaglinum.
Eitt skifti sum eini 16 ára gomul arbeiddi
Sigrún í eitt ár sum servitrisa á Hotel Hafnia.
– Eftir hetta fór eg til Íslands og arbeiddi
í nakrar mánaðir í fyritøkuni hjá fastur míni,
sum útflutti íslendskar ullavørur til USA,
Avstralia, Eysturríki og Týsklands. Fyritøkan
kallaðist Hilda h/f, og er ikki til í dag, sigur hon.
Gongsgenta
Áðrenn Sigrún fór á læraraskúla í Føroyum,
og meðan hon las til pedagog í Danmark,
arbeiddi hon í vikuskiftum sum gongsgenta
á Hotel Hebron, og seinni sum gongsgenta á
SAS Radisson á Amager og SAS Hotel Royal.
Sum eitt lítið ískoyti til tíðina í Danmark,
vísir hon á, at tað kom væl við hjá henni, at
Føroyafrádrátturin tá var 40.000 krónur.
– Meðan eg gekk á Føroya Læraraskúla,
arbeiddi eg sum pedagogur á Eirargarði
16 A og 14 A – og forrestin arbeiddi eg
eisini tvey ár í Útvarpinum árini 1987
til 1989, sigur kenda røddin í Degi og
Viku, Sigrún Halldórsdóttir Brend.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Sigrún trívist í eldinum
– Mær dámar stak væl at arbeiða á degi og Viku, og Mær dáMar Væl at vera
Mitt í meldrinum, har alt hendir. at hava deadline og at arbeiða undir trýsti
dáMar Mær eisini væl, tó at tað mangan er stríggið. vit keMpa og stríðast
fyri at fáa tað besta á skíggjan, sigur sigrún halldórsdóttir brend
mynd: ÁLVUR HARALDSEN
Sigrún Halldórsdóttir Brend hevur ongantíð verið bangin fyri at arbeitt. Hon hevur tikist við
nógv ymiskt, og miðskeiðis í nítiárunum byrjaði hon at arbeiða á Degi og Viku
Fakta:
Navn: Sigrún Halldórsdóttir Brend
Starv: Vertur í Degi og Viku
Besta við starvinum: Mær dámar
at vera mitt í meldrinum
Ringasta við starvinum: Stríggið, tá
runnið verður um kapp við deadline
Stjóri: Annika Mittún Jacobsen