fríggjadagur 4. mars 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 27 · 4. mars 2011
27
VIKUSKIFTI
heIlsU
síðan
Jórun Klein, dietistur
Skapa eitt sunt
til familjuna
Skapa eitt vekt-
Sunt heim
Eitt vekt-sunt heim er eitt stað, har øll
familj an livir á ein hátt, sum hjálpir teimum
til at hava eina vekt, sum er sunn og hóskar
til tey. Tað er galdandi bæði fyri børn og
vaks in, bæði kløn og tjúkk. Eitt vekt-sunt
heim snýr seg ikki um, at familjan skal vera
uppá slankikur. Tað rúmar bæði tær sunnu
máltíðirnar, tær sunnu millummáltíðirnar
eins og søtmeti og líknandi. Rørsla er eisini
ein týðandi táttur.
Av tí at tað eru vit sum foreldur, sum
skapa rammurnar fyri tí heimi, ið familjan
býr í, er tað eisini okkara ábygrd og vit, sum
eiga at vísa leið fyri teimum broytingum, ið
skulu til fyri at skapa eitt sunt heim.
Foreldur kunnu
ávirka mat-
van ar nar hjá
børn un um
Foreldur hava stóra ávirkan á tann mat, sum
børnini eta. Tað eru tey sum gera av, hvat
fyri matvørur eru í húsinum, og nær familjan
etur/ikki etur.
Foreldrini hava eisini torføru uppgávuma
at syrgja fyri, at tað er javnvág ímillum at
gera matreglar og at syrgja fyri, at teir verða
hildnir. Hevur man til dømis avmarkað,
hvussu nógv søtmeti man sleppur at eta,
má man sum foreldur eisini syrgja fyri, at
tað eru avmarkaðar nøgdir av søtmeti í
húsinum.
keypi
inn
Saman við
børnunum
At keypa mat inn saman kann læra børnini
um mat og føðslu. Tosa við børnini um, hvar
t.d. frukt, grønmeti, korn, mjólk og kjøt
koma frá. Lat børnini vera við til at velja
sunt.
Strangir mat-
reglar kunnu
geva bakSláttur
Vegleiðing um, hvør matur er sunnur, og
hvør er minni sunnur hjálpir børnum at velja
rætt, og tað er betur enn at gera strangar
reglar um, hvat man skal eta, og serstakliga
hvat man ikki skal eta. Lat vera við at for-
bjóða nakrar matvørur – tað ger tær bara
meiri freistandi. Bjóða í staðin altíð ein
sunnan valmøguleika - sjálvt tá iðtað eru
“ósunnir” munnbitar á borðinum.
lurta eFtir
barninum
Um barnið ynskir at eta – óansæð nær – so
bjóða tí smáar, sunnar munnbitar. Gev eisini
børnunum valmøguleikar. Spyr “Ynskir tú at
eta blomkál ella brokkoli til døgurða” ístaðin
fyri “Vilt tú hava brokkoli til døgurða”.
matreglar
Skulu vera
galdandi Fyri
øll – bæði
tjúkk og kløn
Hevur tú eitt barn, sum hevur tørv á at
lætna, og gert tú sum foreldur alt ov
strang ar reglar og strong krøv til til barnið,
so verður sunnur matur og lívsstílur
samsvarandi við eitt lív við strongum reglum
og keðiligum forboðum. Eru tað so eisini í
familjuni bæði persónar, sum skulu lætna,
og persónar, ið ikki skulu, kunnu strangar
reglar, sum ikki eru galdandi fyri øll, føra
við sær, at sjálvt tað mest motiveraða
menniskja verður fyri ongum – og tað
óansæð um talan er um eitt barn ella ein
vaksnan.
Tá ið øll eta tað sama – bæði børn og
vaksin - er tað ikki so nógv at tosa um.
Dentur nýtist harvið ikki at vera lagdur á,
hvør etur hvat, og nær tað verður etið.
Sunnur matur
uttan hóvaSták
Foreldur, sum eru ov eldhugað, tá ið tey
borðreiða við tí sunna matinum, júst fyri at
eggja og hugvekja barnið til at eta hann,
kunnu lættliga uppliva tað mótsatta úrslitið.
Ert tú alt ov jaliga innstillaður yvir fyri mat-
inum, kann tað lættliga gera øll eitt sindur
ivasom mótvegis, hvat tú ert úti uppá. Tað
besta er at borðreiða matin utan hóvasták
tað kræSna
barnið
Stórt sæð øll børn kunnu gerast kræsin.
Tey eru av natúr bangin fyri øllum nýggjum,
eisini mati. Mátin, vit sum foreldur koma
fram við nýggjum mati uppá, er avgerandi
fyri, hvussu børnini reagera.
Kanningar hava víst, at nýggjur matur
skal borðreiðast upp til 10 ferðir, áðrenn
eitt barn hevur samlað mót nokk til at at
royna matin. Ein máti at koma fram við
nýggjum mati uppá, kann vera at blíva við
við at borreiða tann sama matin ella tilhoyri
dag aftaná dag, uttan at gera tað stóra
hóvastáki burturúr. Tey flestu børnini vilja til
síðst eta matin. Roynið eisini nýggjan mat
sjálvi. Forklára hvussu maturin t.d. smakkar
og luktar. Bjóða eitt slag av nýggjum mati
í senn. Bjóða nýggjan mat í byrjanini av
máltíðini, meðan børnini eru mest svong.
Lat vera við at undirvísa ella noyða børnini
til at eta.
Serfrøðingar eru samdir um, at høvuðSorSøkin til yvirvekt hjá bæði børnum og vakSnum er okkara lívSStílur.
skundverðir við høgum orkuinnihaldi eru lættir at fáa fatur á, inntakið av sodavatni og Saft er stórt, og
vit røra okkum ikki nóg nógv í gerandiSdegnum. um familjan skal liva sunt, eru tað foreldrini, ið mugu ganga
undan og Skapa eitt sunt heim. gerið mat saman, etið Saman, tosið saman og gerið máltíðirnar til familjutíð!
Foreldrini hava týdningar
miklastu ávirkanina á børnini. Tað
er nógv, ð kann gerast fyri at hjálpa
børnunum at útvikla sunnar matvanar fyri
lívið. Fjølbroyttur mat hjálpir børnum at fáa
tey føðsluevni, tey hava tørv á frá teimum
ymisku matvørubólkunum. Tað gevur teimum
eisini betri mót til at royna nýggjar matvørur,
umframt at tað vísur seg, at tey fara at dáma
fleiri sløg av matvørum. Tá ið børnini
dáma nógv ymisk sløg av matvørum,
er tað eisini lættari at planleggja
máltíðirnar.
børn
gera Sum
mamman
og pápin
Tað merkir sjálvandi eisini
nakað, um børnini síggja at
foreldrini eta matin. Et frukt,
grøn meti og full korn til mál-
tíðirnar ella millummáltíðirnar.
Tá ið tað kemur til sunnan
kost og lívsstíl, eru somu
reglar galdandi sum fyri so
nógv annað í lívinum – Tað er
ikki nokk at siga tað, man skal
eisini gera tað!