Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 27 · 4. mars 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Ókeypis at koyra í Vágar hetta vikuskifti kunnu fólk ferðast ókeypis í Vágatunlinum. í Vágum plaga tey at gera nógv burtur úr teir dagarnar, tá ið tunnilin er ókeypis, og soleiðis er eisini hesaferð. einki gjald verður tikið í Vágatunlinum frá leygarmorgni klokkan 6 og eitt døgn fram Vagatunnil ókeypis Leygardagin 5/3 taLan hjá konginum hetta er søgan um mannin, sum alt í einum gjørdist kongur í Bretlandi, tí beiggi hansara mátti fara úr trúnuni, tí hann giftist fráskildari kvinnu. george 6. stamaði illa, og tí bæð hann um hjálp frá einum talupedagogi, tá ið hann skuldi halda sína fyrstu røðu til fólki. Filmurin er júst valdur til ársins film á oscar hátíðarhaldinum og verður í hesum døgum sýndur í havnar Bio. the king’s speech havnar Bio Frá hósdegnum 3. mars LEgEndar ISK pLáTa í norður­ LandahúSInum Leygarkvøldið verður pink Floyd á skránni í norðurlandahúsinum. Tað er íslendski rockbólkurin dúndurfréttir, sum fer at spæla og fimm føroyskir solistar fara at sygnja. Solistarnir verða anna Faroe, Konni Kass, unn paturson, Eyð B. Jacobsen og anna maria olsen. hetta er uppseting av tiltiknu útgávuni dark Side of The moon, sum kom út í 1973. útgávan er ein sokallað konseptfløga, sum byggir á tær royndir, ið bólkurin fekk á konsertferðum árini frammanundan. Dark siDe Of the MOOn dúndurfréttir og solistar norðurlandahúsið Leygarkvøldið 5/3 kl. 19.00 kLassikari í LiVer­ pooL sunnudagin verður ein av klassisku fótbólts­ dystunum í onglandi spældur. tey bæði mest vinnandi feløgini úr granna­ býunum í útnyðrings­ onglandi bresta saman á anfield road í Liverpool. manchester united stríðist fyri meistaraheitinum, meðan Liverpool serliga hugsar um at vinna sær rættin til europeiskan fótbólt komandi kappingarár. liVerpOOl- Manchester uniteD premier League sunnudagin 6/3 kl. 13.30 árnI og marnar í SJón LEIKar­ húSInum Leygarkvøldið spæla árni og marnar til gamlamannadans í Sjónleikarhúsinum í havn, og hetta er veruliga dansur fyri tilkomin, tí aldursmarkið er 40 ár. Tú skalt hava rundað tey fýrati fyri at sleppa inn í Sjónleikarhúsið hetta kvøldið at hugna tær. Árni & Marnar Sjónleikarhúsið í havn Leygarkvøldið 5/3 kl. 23 Bíða eFtir godot hetta vikuskiftið eru seinastu regluligu sýningarnar av leikinum “meðan vit bíða eftir godot” á skránni á meiaríinum. hetta er ein av kendastu sjónleikunum yvirhøvur, og nú hevur eyðun johannesen staðið fyri nýggjari uppseting í Føroyum. sjónleikurin tekur útgangsstøðu eitt kvøld við ein veg og eitt træ, har tveir mans bíða eftir godot. Meðan Vit bíða eftir gODOt meiaríið í havn 5/3 og &/3 kl. 18