Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2011 · Nr. 28 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu í 1970, og seinastu árini hevur stórur tørvur verið á ábótum og um­ vælingum. Fyrsta stigið eru skiftingar rúm­ inum, sum verða umvæld í hesum døgum. Umframt tað er neyðugt við ábótum á loftið og gólvið í høllini. uni@sosialurin.fo Lutakastið er í kvøld Tað er sjónvarpssendingini 3­2 í kvøld, at tað verður gjørt av, hvørji lið hittast í undanumfarinum í kapp­ ingini um løgmanssteypið. Í undanumfarinum eru liðini, sum spæla í fjórðbestu og triðbestu deildini, umframt tvey lið úr næstbestu deildini. Í fyrsta um­ fari eru vinnararnir úr undanumfarinum, hini liðini í næstbestu deildini, og liðini í Vodafonedeildini, sum taka lut. Vit sóu ein dyst Vesturi á Eiðinum í dag, sum í fleiri løtum var merktur av ótryggum spæli hjá báðum pørtum. Men Neistin hevði avgjørt betru verjuna og eisini ta betru skotstyrkina. At so vanligi málverjin hjá VB hevði leikbann, gjørdi tað ikki lættari hjá VB. Ein uppborin sigur til Neistan. www.neistin.fo Høllin á Hálsi er sostatt meira enn 40 ára gomul, og at hon hevur tørv á ábótum og umvælingum, er ongin ivi um. Skiftirúmini verða nú umvæld, og leingi hevur eisini verið greitt, at loft og gólv hava tørv á ábótum. www.kyndil.fo Eitt sum sermerkti dystin var tey mongu brotskøstini. Kyndil fekk 8 brotskøst og 6 av hesum fóru inn, meðan H71 fekk 13 har øll uttan tað seinasta fóru í málið. Dánjal tók sær av 10 fulltreffarum, eitt vælaverk og ein sera týdningarmikil uppgáva. www.h71.fo Samanumtikið ein rótutur dystur, ið Stíf iðrar seg um ikki at hava vunnið. Sera gott komið aftur av okkara monnum. Næsti dystur verður móti Neistanum. Hesin dystur skal helst vinnast, um finaluplássið skal røkkast. www.vif.fo Georgia og Armenia, sum eru hini liðini í okkara bólki, leiktu javnleik 0-0. Sostatt er stórur spenningur undan seinasta umfari, tí trý lið kappast um fyrsta plássið, sum gevur atgongd til komandi EM-undankapping fyri kvinnulandslið. www.fsf.fo Uni Holm Johannesen Rógvi Baldvinsson og Kenneth Monsen, sum spældu við Ålgard í triðbestu norsku deildini í fjør, royndarvandu við B36 í januar og februar. Rógvi Baldvinsson hevur verið partur av føroyska landsliðnum, og ætlanin var, at hann skuldi loysa av serbiska Dmitrije Jankovic. Tað verður ikki á hesum sinni. Sum skilst roynir 21 ára gamli verjuleikarin at spæla seg til ein sáttmála hjá Viking Stavanger, sum spælir í bestu deildini í Noregi. Um tað ikki eydnast krevur Ålgard, har Rógvi Baldvinsson er sátt mála­ bundin, eina ov stóra upphædd fyri hann. Kenneth Monsen er eisini 21 ára gamal. Hann er miðvallari. Hóast hann stóð seg væl undir venjingunum, metti B36 ikki, at hann er ein, sum av álvara kann gera mun í hesum kapp­ ingarárinum. uni@sosialurin.fo Rógvi fer aftur til Noregs Fótbóltur Rógvi Baldvinsson, sum hevur royndarvant við B36, fer ikki at spæla við árstalsfelagnum á hesum sinni. Hann er farin aftur til Noregs Mynd: Álvur Haraldsen Ítróttarhøllin á Hálsi, har hondbóltslandsliðið eisini spælir sínar heimadystir, verður nú umvæld Høllin verður umvæld umvæling Ítróttarhøllin á Hálsi verður nú umvæld Mynd: Álvur Haraldsen Miðlarnir skriva