Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 11. mars 2011 · Nr. 30 Sosialurin 50% Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bara tekur ungfugl og at sildberar ikki verða tiknir. Teir báðir fuglafrøðingarnir, Bergur Olsen og Jens- Kjeld Jensen siga, at hetta er bara partvís rætt. Hóast talan ikki er um sildbera, er tað kortini gamal fuglur, sum verður tikin. Grundin til, at hann mangan ikki hevur sild í nevinum er, at hann hevur onga pisu at bera sildina heim til. Ein kanning hjá teimu m vísir, at sjálvt tey góðu árini um aldar skiftið var helvtin av teimum fleyg aðu lundunum gamal fuglur, altso eldri enn trý ár og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur. - So hóast sildberar ikki verða tiknir, verð ur kortini nógvur búfuglur tikin við stong. Og tá ið fáar pisur koma undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, verður alt gamal fuglur, sum verður fleygaður til vit hava havt nøkur ár á rað við nógvari føði so at javnvág aftur kemur í.. Bergur Olsen sigur, at sostatt verður tað neyðugt at friða lundan í nøkur ár, til stovnurin er komin fyri seg aftur. Annika Olsen ætlar at seta tiltøk í verk, so at størsta lundaland í Mykinesi verð ur vart. Tað upplýsti hon í Løg­ tinginum mikudagin. Tað var Bjørt Sam­ uel sen, tingkvinna fyri Tjóð veldi, sum setti hætt­ is ligu støðuna hjá lunda­ stovninum í Føroyum á breddan, tá ið hon spurdi landsstýriskvinnuna, hvat hon ætlaði at gera við støðuna, nú fugla­ frøðingarnir Bergur Olsen og Jens­Kjeld Jensen hava víst á, hvussu syndarlig støðan er. Hon heldur, at tað er alneyðugt at gera nakað, tí sorgarleikurin er eyð­ sýndur. – Kann nakar hugsa sær einar Føroyar við ongum lunda, spyr hon. Annika Olsen varar ikki av veiðilógum, men hon umsitur um­ hvørvismál og í hesum sambandi vísti hon á, at longu í 1975 settu føroyingar Ramsar­ sáttmálan í gildi í Før­ oy um. Tað er ein sáttmáli ið hevur til endamáls at verja vátlendi og vøtn, har sjó fulgur heldur til. Men hóast tað nú 36 ár síðani, hann varð settur í gildi, eru enn ongi tiltøk sett í verk í Føroyum í hesum sambandi. Eitt krav í sáttmálanum er, at vit skulu velja eitt ella nøkur Ramsar øki, men enn hava Føroyar onki øki valt. Verja lundalandið Men tað ætlar Annika Olsen sær nú at gera. Og eitt pláss, hon ætlar at gera til Ramsar øki, er størsta lundalandið í Mykinesi, sum sostatt skal hava eina heilt serliga verju. Umframt at tryggja um hvørvið, fer hetta at eggja ferðafólkum at vitja hesi serligu øki, hevur landsstýriskvinnan áður boðað frá. Men hinvegin kann tað eisini órógva fuglin, at ferðafólk ótarnað kunnu ganga í lundalandinum, uttan nakrar sum helst avmarkingar. Jørgen Niclasen stað­ festir, at tað er ikki ovur­ veiða, sum er orsøkin og tí er heldur ongin orsøk at leypa á leistum at friða lundan. Hann vísti á, at fleyga­ menn lata altíð búfuglin fáa frið. Heldur enn forboð, vil hann hava fleiri kanningar at staðfesta, hví so fáar pisur koma undan. Men í hesum sambandi vísir Bjørt Samuelsen á tað, vit skriva í aðrari grein her á síðunum, at tað er verri enn so bara ung fuglur, sum verður fleyg aður, tí kanningar vísa, at tað er heilt nógvur búfuglur uppi í veiðini. Annika Olsen sigur, at ein partur av at gera eitt øki til Ramsarøki, er júst at kanna umstøðurnar í økinum, hvat ið livir og grør í økinum av dýrum og plantum o.s.fr. – Fuglurin er ein partur av okkara samleika og hvør vur hann, er tað ein vanlukka, legði hon aft­ urat. Størsta lunda land í Mykinesi verjast Sum sæst í veiðitølunum (talv an omanfyri), er tað alla staðni, at tað verður veitt minni av lunda. Har tað beinleiðis ber til at samanbera tølini kann staðfestast, at frá 1900 til 1939 er lundaveiðan minkað úr 179.000 lundum, niður 82.800 lundar. Tað er ein minking upp á 54%. Samstundis er veiðan frá 1939 til 2000 minkað úr 153.670 lundum, niður í 69.755 lundar og tað er ein minking upp á 55%. Hesi seinastu 10 árini er veiðan so aftur minkað niður í onki. ­ Eftir upplýsingum at døma, hevur veiðan verið heilar 400.000 lundar um ár 1900, sum man vera tað mesta, sum er veitt, tí í 1862 metti H.C. Muller, at miðal veiðan var 235.000 lundar. ­ Fram til 1954, tá ið nýggj veiðilóg kom í gildi, var eisini vanligt at draga lunda, altso taka hann úr holuni og hesin fuglurin er við í teimum gomlu tølun um. Minking allastaðni Ongin lundi Hendan talvan vísir lundaveiðina í Mykinesi frá 1995 til í dag. Tað sæst, at minkingin tekur rættiligt dik á seg í 2003. Stór minking Hendan talvan vísir lundaveiðina í Viðoy, Nólsoy og Skúvoy frá 1978 til í dag. Tað eru stór sveiggj í veiðini, men síðani 2003 hevur minkingin verið serliga sjónsk lundi í vanda Fuglafrøðingar rópa nú varskó og vilja hava, at lundin verður friðaður alt fyri eitt Mynd: Jens Kristian Vang