Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 2 VIKUSKIFTI Rás2 Eirikur Lindenskov eirikur@sos.fo Týsdagin verður nýggj sending á skránni hjá Rás2. Talan er um send­ ing, sum verður gjørd og send úr Klaks vík. Rás2 hevur seinnu árini javnan sent úr Klaksvík, og nú verður seinnapartur týsdag settur av til sending úr Norð­ oyggjum. – Vit hava studio og skrivstovu í Klaksvík, og vit fáa nógvar áheitanir frá fólki um at gera sendingar úr Norð­ oyggjum. Tað er ein orsøk til, at vit nú fara undir eina fasta sending úr Klaksvík aftur. Vit vilja eisini gjarna verða við til at seta fokus á Norðoyggjar í onkrum send ingum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. – Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið tveir mans at standa fyri sendingini, sum áður hava gjørt send­ ingar úr Norðoyggjum og sum hava innlit í lokaløkið, sigur hann. Fokus á lokaløkið Tað verða Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø, sum fara at framleiða send­ ing arnar. Teir hava áður gjørt útvarps­ sendingar – millum annað Heimabeiti, sum Útvarpið sendi úr Klaksvík í nøkur ár. Onnur fólk frá Rás2 verða eisini við í sendingunum av og á. Í sendingunum verður ymiskt úr lokaløkinum tikið upp. Tosað verður við fólk, sum vitja í studio, og av og á verð ur eisini kjak um evni, sum eru frammi. Sendingin úr Klaksvík verður at hoyra hvønn týsdag millum klokkan 15 og 17. Koyr postin í skrell Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Beinta Jacobsen / Ólavur J. Hansen 2 Klumma: Postur og skrell 4 IntErvIEw: Beinta JacoBsen 6 tIPS: nýggJar litsamansetingar 8 KoStur: snorri Patursson 10 90 SEKund: rósa samuelsen 12 ISaBEllE Caro: andlitið hJá etingarólagnum 14 Í rangaStrúPan: Ymiskt úr miðlunum 14 umafturafturum: høgni dJurhuus 18 tÍðIn: HEIlSa, tøkni og ummæli 19 tIl arBEIðIS: anna kathrina høJgaard 20 tatovErIngar: FJølnir geir Bragason 24 BaKgrund: ótrYggleiki skundar undir átrúnað 26 KaPPIngar: Vinn góðar Vinningar 30 mIðlamJarr: tað siga teY á FaceBook og í miðlunum 31 tað HEndIr: konsertir, tiltøk, Bøkur og annað 32 vIKumyndIn: karniVal í rio INNIHALD klumman Eyðun Klakstein SjóNEykAN verður sett á ymISk øki og evni í LokALøkINum, nú RáS2 fer undir NýggjA sending úr kLAkSvík. tveir gamlir kENNINgAR í útvarpshøpi gera SENDINgINA rás2 við nýggjari sending úr klaksvík Fyrr gingu menn um fjøll við tungum byrðum. Sveittin dreiv av teimum, tá ið teir fóru stórleypandi við leypinum á bakinum. Nú á døgum má eitt postboð ikki stíga meira enn tvey trapputrin við einari avís. Tá ið menn fyri hundrað árum síðani skuldu til útróðrar, tóku teir árar í hendi, og áðrenn teir vistu av, høvdu teir róð fleiri fjórðingar út á hav. Nú á døgum skal skrellimaðurin ganga á sløttum – í mesta lagi 20 metrar frá vegnum ­ ígjøgnum eitt portur, sum stendur opið, fyri at heinta skrelliposan í einum góðkendum skrellistativi. Nýggjar tíðir skapar nýggjar møguleikar – og avmarkingar. Og tað er ivaleyst gott. Heilt gott. Og vit skulu øll spæla við. Vit skulu verða við til at effektivisera og rationalisera. Vit skulu syrgja fyri, at postmenn og skrellimenn kunnu arbeiða skjótari og lættari, og tað verða vit noydd at virða. Vit vilja jú sjálvi hava bestu og lættastu arbeiðsumstøður, sum vit kunnu fáa. Men onkrar løtur kann tað vera eitt sindur festligt at lesa reglugerðirnar, sum eru gjørdar um at heinta skrell og at bera post út. Tað skal í øllum førum ein góður og miðvísur innsatsur til fyri at sleppa av við skrellið og fáa postin bornan til dyrnar. Tú skalt hava skrellistativ og postkasssa á røttum stað til rætta tíð og í rætta standi, og tað er ikki lukkuligt, um tú hevur eitt trapputrin ella tvey, eina brekku til húsini ­ ella kanska eitt afturlatið portur. Avleiðingin av hesum er, at allar landsins inngongdir skulu dekorerast við skrellistativum og postkassum. Og hevði tað ikki verið so besverligt, so hevði tað verið frægast at koyrt portrið í skrell. Undanfarni postverksstjóri hevði eitt hugskot um, at Posta og Rúsan kundu verið løgd saman. Tað hevði verið eitt nógv betur hugskot at lagt Posta og IRF saman. So kundu vit sjálvi farið við skrellinum og heinta postin um somu leið. Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø skulu framleiða sending úr Klaksvík, sum verður send á Rás2