fríggjadagur 11. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 11. mars 2011
10
VIKUSKIFTI
Kemur nógvi ágangurin óvart á teg?
Nei, tað ger hann sum so ikki, tað verður
sagt at »Tá krubban er tóm, so bítast
hestarnir«. Soleiðis vil altíð verða, tað er
ikki lætt at rationalisera og spara, men tað
má gerast, Almannaøkið er sera viðbreki.
Tað er naivt at vænta, at øll standa
saman, tá truplar avgerðir skulu takast.
Eru trongu fíggjarligu tíðirnar ein
vanlukka ella ein avbjóðing sum
landsstýriskvinna í almannamálum?
Eg vil siga at tað er ein stór avbjóðing, vit skulu
hava meira fyri minni. Men aðalmálið er, at
tænastur til borgaran skulu raðfestast hægst.
Hvør er størsta avbjóðingin á
almannaøkinum beint nú?
Avbjóðingin er framvegis at fáa meira fyri
minni pening, tað er neyðugt at tryggja,
at hvørt oyra verður brúkt rætt, og kemur
teimum til góðar, sum hava brúk fyri
tænastu. Og ikki minst at fáa pening,
sum ikki er til, til átrokandi endamál.
Hvat er tað mest positiva við starvinum?
Eg møti heilt nógvum fólki, sum skilja støðuna
í samfelagnum, og vísa sín stuðul, tað ger meg
sera takksama, og ikki minst gevur mær styrki.
Hvør er ringasta
upplivingin, tú
hevur havt sum
landsstýris
kvinna?
Bakbit.
Hvør er hin besta?
At møta fólki, sum siga takk fyri hvørja løtu,
við einum smíli, sjálvt um tað er trupult at
skilja, og kunna seta seg inn í teirra støðu.
Vit hava so nógv at vera glað fyri, men síggja
tað ikki altíð. Og ikki minst at uppliva, at
fólk siga og hoyra, at tað verður biðið fyri
mær. Stuðulin kemur oftani har ein minst
væntar hann. At verða møttur soleiðis ger,
at eg eri takksom og eyðmjúk, so eg havi
fleiri góðar upplivingar í mínum starvi.
Hvussu slappar tú av
– og eru stundir til tað?
Eg havi ein 1 ½ ára gamlan ommuson, sum
eg veruliga njóti at vera saman við. Vit geva
seyðinum, gæsnum, ganga túr og spæla.
Tað eru løtur eg livi uppá í langa tíð. Annars
gongutúrar, ein góður filmur ella bók.
Metir tú teg sum
ein góðan kokk?
Ja, tað geri eg.
Mær dámar væl
at gera mat.
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Allur føroyskur mætur, serligani góður
ræstur fiskur og garnatálg, spik og eplir.
Hevur tú nakað serligt frítíðarítriv?
Tíverri, tað havi eg ikki stundir til
fyri tíðina, royni at ganga túrar.
Hevur tú gott
sinnalag?
Ja tað havi eg,
royni altíð at
síggja tær ljósu
løturnar.
Hvat ger tú um 10 ár?
Tað er altíð trupult at spáa um framtíðina,
so eg takið ein dag á gangin.
rósa samuelsen
Tað besta
er at vita
at fólk biða
fyri mær
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
LandsstýrisKvinnan í almannamálum er nógv
útsKELdað, men hon møtir nógvuM fólki, sum
siga taKK fyri hvørja Løtu við einum sMíLi,
sjáLvt um tað er trupuLt at sKiLja, og at
kunna sEta seg inn í tEirra støðu. hon MEtir
sEg sum góðan KoKK, og Lívsrætturin er
ræstur fisKur við garnatáLg, spiki og eplum
Mynd: álVur hArAldSEN