Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 11. mars 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Tjaldrið kemur leygardagin er Grækarismessa, og tað skal geva okkum vónir um, at ljósari og heitari tíðir eru fyri framman. Í øllum førum kemur tjaldrið nú aftur til landið, og tað verður hildið við grækarismessuhaldum ymsastaðni kring landið. Grækarismessuhald kring landið leygadagin 12/3 Tá STanley fann livinGSTone henry morton Stanley var 29 ára gamal, tá ið hann í 1869 fekk sín lívs møguleika. amerikanski blaðeigarin james Gordon Bennet gav honum uppgávuna: finn livingstone. dr. livingstone, sum var ævintýrari og trúboðari, var horvin í afrika, og tað eydnaðist Stanley at finna livingstone, hóast ógvuliga truplar umstøður. nú á døgum kann einhvør tannáringur finna fólk á internetinum, men Stanley skuldi ígjøgnum landaøki, sum eingin kendi. Stanley skrivaði søguna um sína ferð, og nú fæst hon í danskari týðing. henry m. stanley hvordan jeg fandt livingstone rosenkilde TónlEIKarar á vEg Konsertin í norðurlandahúsinum er sett saman við blandaðum tónleiki, har ungu, klassisku tónleikaspírarnir sjálvir greiða frá, soleiðis at heildarupplivingin gerst so góð sum gjørligt. Tónleikarar á veg konsertirnar er rættulig lopfjøl hjá klassisku úrmælingunum, ið fyrireika víðari lestur á lærdum tónlistaskúlum kring allan knøttin. tónleikarar á veG – klassiskt norðurlandahúsið í Havn Sunnudagin 13/3 kl. 16.00 OScar- HEIðurSlønT HEvnd danski filmurin Hevndin hevur júst vunnið eina Oscar heiðursløn, og samstundis er filmurin komin á dvd. Hevndin snýr seg um valið millum hevnd og pacifismu, og søgan gongur fyri seg í einum lítlum donskum býi og einari afrikanskari flóttafólkalegu. anton er lækni og ferðast millum býin og leguna, han hevur svikið konu sína, og nú royna tey at venja seg við eitt lív uttan hvønn annan. Sonur teirra hevur fingið nýggjan vinmann, men vinarlagið teirra millum hóttir idyllin í býnum. hevndin dvd-filmur kann uniTed fóTa Sær? Tveir ósigrar á rað í Premier league eru alt annað enn vanligt hjá stórfelagnum manchester united, og nú teir aftur skulu spæla, er stórdystur ímóti arsenal á skránni. Tey bæði fremstu feløgini í Premier league hittast hesaferð í steypakappingini, fa Cup. vinnarin fer víðari í kappingini, taparin er ferdigur. manchester united-arsenal fa Cup leygardagin 12/3 kl. 17.15 SanGir úr dýPinum kamarkórið Tarira, undir leiðslu av Sunleif rasmussen, framførir hetta vikuskifti verk eftir tónaskaldið arvo Pärt. arvo Pärt er føddur í 1935 í estlandi og er ein av mætastu núlivandi tónasmiðunum í heiminum innan sakralan tónleik. fyri veruliga at vísa margfeldið innan tónleikin hjá Pärt hevur Tarira valt at fáa Gudmund mortensen, organist, at framføra eitt verk á urgu og hava fylgispæl til annað verk saman við kórinum. harumframt fara tríggir strúkarar at hava fylgispæl til verkið »de Profundis«, ið eisini er á skránni. tarira konsert vesturkirkjan 11/3 kl. 19.30 fríðrikskirkjan 12/3 kl. 16.00