Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Akkurát ikki 100 Snorri Brend Hagstovan hevur savnað saman eitt yvirlit yvir gongdina í fólkatalinum í Funningsfirði seinastu 26 árini. Í 1985 búð 95 fólk í bygdini, og fýra ár seinni var talið komið heilt upp í 99 – tað vil aftur siga, at tað vantaði bara eitt fólk í at røkka teimum hundrað íbúgvunum. Síðani tá hevur fólkatalið mink­ að ár undan ári, til tað í dag er komið niður á 60. Ikki tí, tað hevur verið munandi lægri. Tað var í 1995, tá fólkatalið var komið heilt niður á 48 fólk. Seinastu árini er fólkatalið tó økt aftur. Í 2009 búðu 53 fólk her, og í fjør altso 60. Í grannabygdini, Elduvík, hev­ ur hinvegin verið afturgongd í fólkatalinum seinastu 25 árini. Í 1985 vóru 44 fólk í bygdini, í 1995 30 og í 2005 26 fólk. Í dag er talið av íbúgvum millum tað lægsta nakrantíð, nevniliga 24. Oyggjablaðið í næstu viku: GRØNLAND Hesa ferð: Funnings­ fjørður Oyggjablaðið hesaferð snýr seg um granna­ bygdirnar báðar, Funningsfjørð og Elduvík. Lesið í hesum blaðnum: Síða 16: Fólkatal Síða 18-19: Gestur: Skúlin er fínur, men ... Síða 20-21: Malvinus (79) dámar væl seyð Síða 22-23: Framleiða 300 plattar um tímar Síða 24-26: Rebekka (13) skrivar og teknar Trøllanes Mikladalur Oyndarfjørður Hellur Fuglafjørður Skáli Morkranes Strendur Kaldbak Hvítanes Hoyvík Tórshavn Argir Velbastaður Kirkjubøur Sandur Skarvanes Skúvoy Stóra Dímun Lítla Dímun Tvøroyri Froðba Hov Porkeri Nes Akrar Víkarbyrgi Sumba Norðast til sunnast við Oyggjablaðnum Síðani á vári í fjør hevur Sosialurin havt Oyggjablaðið sum eitt eykablað í hvørjum miku­ dagsblaði. Her hava vit vitjað kring oyggjarnar, eins og vit hava tikið upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, føroyska fram­ leiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur. Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja rund­ ferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddar­ stigi á heimsatlasinum. Vit hava valt at kalla rundferðina “Føroyar ­ norðast til sunnast”. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt ­ at vitja flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nærhendis hesum ása hetta komandi árið. Góðan lesihug. snorri@sosialurin.fo FóLkataL Hóast Funningsfjørður liggur fáar kilometrar frá høvuðsvegi, hevur bygdin heldur ikki kunnað forða eini afturgongd í fólkatalinum seinastu árini. 200 ár Næsta ár eru 200 ár liðin, síðani fólk settu seg niður í Funningsfirði í 1812. Í løtuni eru trý arbeiðspláss í bygdini – bygdarskúlin, alistøð og Atlantshav, ið framleiðis plattar til føroyska og útlendska marknaðin. Hinvegin var ein hvalastøð í bygdini fyri 100 árum síðani. Henda var virkin í árunum 1902 til 1913. Fyrstu húsini, ið vórðu bygd í Funningsfirði eru varðveitt og standa niðri við fjøruna.