mikudagur 16. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Funningsfjørður: Einaferð æt tað
“Fer hvirla yvir Funningsfjørð”,
men soleiðis er ikki í dag, henda
mikudagin í farnu viku.
Tað er dýrdarveður úti, men
bítandi kalt. Kavin liggur tjúkkur,
blankur og nýlagstur her í lítlu
bygdini, sum liggur við fjørðin av
sama navni.
Leitar tú eftir skúlanum í
Funningsfirði er ikki lætt at finna
hann, um tú ikki beinleiðis veit,
hvar hann er. Hann líkist meiri
eini vanligum sethúsum við einum
stórum garði og hegni uttanum.
Og tá tú fert innar í skúlan er
heldur ikki mangt ið boðar frá, at
her er ein skúli við fleiri næmingum
á trimum floksstigum. Her hoyrist
ikki eitt einasta ljóð.
Men børnini eiga at vera í skúl
anum, tí tað prógva bæði spor ini í
kavanum uttanfyri og øll skógva
pørini í gongini. Og nú hoyrist
brádliga ein hosti úr einari stovu.
Herinni sita teir báðir, Gestur og
Samson og hava føroyskt. Samson
er farin undir eina skrivliga upp
gávu, men á borðinum hjá Gesti
liggur føroysktbókin brett upp á
Øskudólg og Sópingarkonu.
– Mær dámar væl at lesa í bókum,
men ikki akkurát í skúlabókum,
kemur tað stutt og greitt frá Gesti.
Góður lærari
Skúlin í Funningsfirði er ein av
smáu bygdarskúlunum í landinum.
Og her hava børnini gingið og trivist
í mong ár.
Henda mikudagin var Gestur
sum vanligt farin í skúla við tasku
síni á bakinum. Tað var lagstur
nakað av kava um náttina, men tað
tók einki frá hugi hansara at fara í
skúlan til undirvísingina og fyri at
hitta hinar næmingarnar.
Gestur er í mangar mátar heppin.
Í flokki hansara er bert tann eini
næmingurin umframt hann. Tað
er Samson Mikkelsen sum býr í
Søldarfirði.
Tað hepna hjá teimum báðum
er, at teir báðir kunnu skiftast um
ein og sama lærara, í hesum føri
einalærara teirra, Emil Jacobsen av
Skála.
– Jú, Emil, hann er ein góður
lærari, sigur Gestur. – Og tað eru
hinir eisini.
Skúlating
Tað er sjálvandi altíð misjavnt,
hvussu børnum dámar at ganga í
skúla. Men sum heild trívist Gestur
væl í barnaskúla sínum.
– Mær dámar væl at ganga í
hesum skúlanum, sigur hann av
gjørdur.
Men so kemur eisini orsøkin til
hetta avgjørda svarið: – Eg kenni jú
ikki til nakran annan skúla.
Honum dámar væl skúlan og
skúlagongdina. Men tað er kortini
eitt einstakt sum dregur hugin
niður, og tað er heimaarbeiðið.
– Skúlin er fínur, men tað eru
skúlatingini sum mær ikki dámar.
Mamma sigur við meg, at eg skal
gera tey. Og tað má eg so bara.
Horrible
Lærari hansara slær fast, at Gestur
dugir sera væl at lesa ja, hann lesur
í roynd og veru sum ein prestur á
føroyskum. Hinvegin gongur eisini
væl við tí enska málinum.
– Eg plagi at lesa í eini enskari
bók sum eitur “Horrible Science”.
Torkil,
ein
vinmaður,
fortaldi
mær, hvat tað eina orðið merkti á
enskum, og so kom gongd á.
– Nú gongur betri, sigur Gestur,
sum ætlar sær at gerast elektrikkari,
tá hann verður stórur.
Væl stuðlaður av allari vísindini
og hentu upplýsingunum í bókini
hevur hann sett sær fyri at lata eitt
megnaravrik úr hondum:
– Eg ætli mær at gera ein kempi
stóran transformara, sum kann
brúk ast til alt.
Áðrenn hann kemur so langt,
má hann ansa eftir ikki at leypa
nakað um í dagliga setninginum
í skúlanum: Um, tað nú eydn að ist
Øskudólgi at sannføra Sópingar
konuna um, at hann var maðurin í
hennara lívi.
– Ja, tað má eg heldur.
snorri@sosialurin.fo
SKÚLANÆMINGUR - Mær dámar best at
spæla við telduna og við Playstation, tá eg
eri heima. Men at sparka bólt, tað tími eg
slett ikki, sigur Gestur Hansen, sum gongur
í 3. flokki í heimbygdini Funningsfirði.
Skúlin fínur – ik
1 uppgáva
– 50 ting
Gesti Hansen dámar væl
at lesa. Men so er tað
rokningin. Tað er ein
onnur søga.
- Tað er næstan
ómøguligt at rokna.
Lærarin sigur at eg skal,
og tað siga mamma og
babba eisini. Men tey
skilja meg ikki ordiliga.
- Tí, - eitt stykki í bókini
er bara ikki eitt stykki.
Skal eg rokna eitt
stykki, so er tað sum at
hava 50 ting í høvdinum
ísenn. Og eg klári altso
bara eitt ísenn, slær
hann fast.
Eg ætli mær at skriva eitt
bræv til løgmann, og biðja
hann gera tað so, at vit fáa
longri summarferiu
1 uppgáva - 50 ting
Gesti Hansen dámar væl at lesa. Men so er tað rokningin.
Tað er ein onnur søga.
- Tað er næstan ómøguligt at rokna. Lærarin sigur at eg
skal, og tað siga mamma og babba eisini. Men tey skilja
meg ikki ordiliga.
- Tí, - eitt stykki í bókini er bara ikki eitt stykki. Skal
eg rokna eitt stykki, so er tað sum at hava 50 ting í
høvdinum ísenn. Og eg klári altso bara eitt ísenn, slær
hann fast.
Bræv til Kaj Leo
Øllum børnum dáma væl at fáa summarfrí, og her er Gestur
einki undantak.
Tað er tó ein trupulleiki, eftir hansara sannføring:
Summarferian er alt alt ov stutt. Men tað ætlar hann at gera
nakað við.
Eg ætli mær at skriva eitt bræv til løgmann, og biðja hann
gera tað so, at vit fáa longri summarferiu, sigur Gestur spentur
á málinum.
Hann veit tó, at tað fer neyvan at henda. Orsøkirnar til tað
eru tvinnar í tali:
Í fyrsta umfari, tí at Kaj Leo Johannesen bara lurtar eftir
sínum egnu børnum.
Og í øðrum lagi er tað so, at løgmaður eisini bara lurtar eftir
gomlum fólkum.
Men hann kann so altíð royna. Kanska Kaj Leo ger eitt
undantak. Tað er jú valár!