mikudagur 16. mars 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 16. mars 2011 · Nr. 32
Sosialurin
Krúndiamantbrúdleyp
Onsdagin 16. mars hava hjúnini Jona og Hans Marius
(Lilleven) Johansen, Tvøroyri, krúndiamantbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 19. mars hava Ninna og Ingálvur Hansen
við Sjógv Strendur, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í bygdahúsinum á Strondum frá kl. 11 til 15 har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
27. mars hava hjúnini Solveig og John Joensen,
Haldórsvík, gullbrúdleyp. Høvi verður at heilsa upp á
brúðarparið í Avhaldshúsinum í Haldórsvík frá kl. 17
til 20. Hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Tann 16. juli fara vit at halda silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin á Bore samfunnshus á Bore kl. 17. Tey ið
vilja gleða okkum hendan stóra dagin, vera biðin um
at siga fra innan 14 dagar áðrenn, á anneellebyeolsen@
gmail.com ella jogvan-pall@hotmail.com. Eisini ber til
at ringja ella smsa: + 47 93873498 (Anne) ella
+47 95736949 (JP). Vinarliga Anne & Jógvan Páll.
60 ára føðingardagur
Týsdagin 22. mars fyllir Rúni Hentze 60 ár. Dagurin
verður hildin í Missiónshúsinum á Argjum frá kl 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
Høgni Reistrup hevur í januar lokið kandidatprógv í
Miðlavísindi á Universitetinum í Keypmannahavn.
Merkisdagar
Fríggjadagin 15. apríl
kl. 11 giftast á Ráðhúsinum
í Aalborg, Anna-Elisabeth
Seyer og Jackie Joensen,
Tórshavn. Øll sum vilja
gleða brúðarparið við
eini heilsu, kunnu gerða
hettar á teldupost okkara:
jackieogelisabeth@tpost.fo
Leygardagin 16. apríl
giftast Olina Skorá og
Pauli Høj. Vígslan verður í
býráðssalinum kl. 14. Øll eru
vælkomin. Brúdleypsveitslan
verður á læraraskúlanum kl.
19. Tey ið vilja gleðast saman
við okkum, kunnu tekna seg
innan 25. mars á tlf. 590200 - 584969 eftir kl. 15.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Leygardagin 23. apríl giftast
Beinta á Dunga, Tórshavn, og
Tórodd Kruse, Oyrarbakki.
Vígslan verður í Havnar
Kirkju kl. 11, og vælkomst
verður til brúdleypsveitslu
í Bygdarhúsinum í Hósvík
kl. 18. Tit, ið vilja koma til
brúdleypsveitsluna, vinarliga sigið frá á tlf. 296948
(Tórodd) eftir kl. 17.30 ella á tlf. 212070 (Beinta) innan
12. apríl.
Leygardagin 30. apríl halda Semina Jacobsen Kams-
dalur og Jóhan Pauli Heimdal (fyrr Johansen) Lamba,
brúdleyp. Hátíðarløta verður í Fuglafjarðar kirkju kl.
14 og døgurðin verður fyri innbodnum. Kl. 20 verður
opið hús í bygdarhúsinum í Leirvík, tey ið ynskja
at gleða okkum við at koma, sigi frá á tlf. 22220 ella
444878/214878 innan 30. mars. Hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Dagtilhaldið
í Runavíkar Kommunu
Vit halda til í húsinum hjá Nón
á Torvgøtu 2, Saltangará.
Opið er mánadag til hósdag
frá kl. 14-17.
Høvi er at gera ymiskt
handaligt arbeiði, spæla kort,
boccia og onnur spøl. Týsdag
er fimleikur/styrkivenjing.
Bløðini eru til taks og ein
góður drekkamuður. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið á Toftum
Opið er hesar dagar:
týsdag, mikudag og hósdag
frá kl. 15 til 18.
Øll eldri eru vælkomin
Dagtilhaldið í Fuglafirði
Opið er: Mánadag, týsdag og
mikudag frá kl. 15-18.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er: Mánadag til hósdag
kl. 13.30-17.30
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks. Møguleiki
er at gera ymiskt handarbeiði,
spæla kort, bobb, telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi. Øll vælkomin.
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Opið er týsdag og hósdag
frá kl. 14-18. Øll eldri eru
hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið í Vági
Er opið týsdag og hósdag frá
kl. 15-18. Øll eru vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugsað
tær at vita meira um felagið
ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Sofíu
Haraldsen, tlf. 332741 ella
nevndarlimunum.
BERIN
Til børn og ung, ið hava mist
foreldur ella systkin. Vit byrja
nýggjar bólkar í Beranum í
februar. Áhuga eru vælkomin
at ringja til á tlf. 222993
ella maila til info@berin.fo.
www.berin.fo
Náttarravnarnir í Tórshavn
Tín stuðul ger mun!
Teknað teg sum náttarravn
ella gang ein royndartúr. Ring
tlf. 212498 Daisy, 274696
Barbara, 224048 Óluf.
Spælistovan
í Margarinufabrikkini. Opið er
mánadag, týsdag og hósdag
frá kl. 9-12 fyri børnum/
foreldrum uttan ansing.
Listasavnið á Sandi
Sands Listasavn er opið
vetrarhálvuna sunnudag
kl. 14-16. Bólkar o.o. sum
vilja gera seravtalu um
aðrar tíðir kunnu ringja á tel.
211924/ 361617 í góðari tíð
frammanundan.
Vitjunarvinir
Um tú vilt verða vitjunarvinur
hjá Reyða Krossi ring ella
skriva til okkum:
Reyði Krossur Føroya
Bryggjubakki 10, Postsmoga
1015, 110 Tórshavn
Tlf. 319630. Fyriskiparar í
Tórshavn, Eyrith tlf. 313784
og 513784 og Marin 314333
og 284333. www.redcross.fo
Giktafelag Føroya
MBF-húsið - Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn. Tlf: 310237
Opið er týsdag og hósdag
frá 13 til 16.
Lymfødemfelagið
Tlf. 225224
Íslandsvegur 10 C, Tórshavn
Postrúm 2113, FO-165 Argir
Cøliaki Felag Føroyar
Formaður er Henning
Sørensen, Garðsgøta 3, Argir,
tlf. 314783.
Postboks 3120, 110 Tórshavn,
hjartafelag@hjartafelag.fo
Kvinnuhúsið
Skrivstovan er opin gerandis-
dagar frá kl. 10-17. Tlf.
317200 svarar alt samdøgrið.
www.kvinnuhusid.fo
Felagið fyri lesi- og
skriviveik
MBF-Húsið - Íslandsvegur 10c
Endamál felagsins er at
hjálpa teimum ið hava lesi-
og skrivitrupulleikar. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð
men samband fæst við
felagið á tlf. 441541, Anne
Karin Kjeld.
Felagið fyri Hoyribrekað
í Føroyum
MBF Húsið Íslandsvegur 10c,
FO-100 Tórshavn.
hoyr@post.olivant.fo
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58, Tórshavn
Telefontíð mánadag til
fríggjadag frá kl. 13-15.
Tlf. 317959.
www.krabbamein.fo
Heilsan
Góða mamma
Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 40 ára
degnum. Takk fyri alt tú ert fyri okkum.
Heilsan børnini