fríggjadagur 18. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
22
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Sum er, liggja tey trý bestu kvinnu
liðini púra jøvn í stigum, men tey
hava ikki spælt líka nógvar dystir,
so tí er javnstøðan teirra millum
bara fyribils. Neistin hevur spælt
21 dystir, Tjaldur 20 og Stjørnan 19.
Um alt hevði gingist eftir ætlan
mikukvøldið, hevði Stjørnan spælt
í Vestmanna ímóti VÍF, men av
tí at veðrið var so vánaligt, fingu
klaks víkskvinnur útsett dystin,
tí tær hættaðu sær ikki at koyra
til Vestmanna. Nú hevur Hond
bólts sambandið so ásett dystin
at verða spældan mikukvøldið 6.
apríl klokkan 19.45. Tað merkir, at
Stjørnan til ta tíð kemur at hanga
eitt sindur aftan fyri hini bæði,
orsak að av írestandi dystinum.
Greiður grannasigur
Dysturin á Hálsi í Havn varð tó ikki
darvaður av veðrinum mikukvøldið,
tí her var talan um uppgerð millum
grannarnar, Kyndil og Neistan, men
hesa ferð eydnaðist ikki Kyndli at
arga grannarnar, sum onkuntíð fyrr
í vetur.
Beinanvegin fóru kvinnurnar
hjá Neistanum avstað frá Kyndli,
og sum dystinum leið, var ongantíð
nakar ivi um vinnaran. Neistin
vann 3019, eftir 169 í hálvleikinum.
Hjá Kyndli skutu Heidi Maria
Akselsen og Anja Heinadóttir fýra
mál í part, og hjá Neistanum var
Barbara Brauer toppskjútti við
níggju málum og Birita Wardum
skjeyt fimm.
Hesa ferð var klassamunur á
liðunum, og Neistin hevur eisini
síðstu dystirnar spælt so mikið
sann førandi, at trúgvin upp á eitt
finalupláss er við at koma afturí
aftur.
Uttan Anniku
Um tað eydnast ella ikki, verður
kom andi dysturin hjá Neistanum
sera avgerandi fyri, tí hann verð
ur sunnu dagin á heimavølli ímóti
Tjaldri. Hetta er ein dystur, Neistin
ikki hevur ráð til at tapa, tí nú kapp
ingin nærkast endanum, kunnu
innanhýsis uppgerðirnar millum
odda liðini fáa alt at siga.
Tjaldur, sum týskvøldið vann
greitt á StÍF, skal møguliga klára
seg uttan Anniku Thomsen í restini
av hesum kappingarárinum, tí hon
í tí dystinum meiddi sær hond
ina. Cornelia Rimbu er farin av
land inum, so á pappírinum sær
Tjaldursliðið viknað út, men ímóti
Neist anum kann so ein ábending
koma um, hvussu tað verður við
hes um endaspurtinum.
Stjørnan, sum er triðja av odda
liðunum, skal í morgin spæla á
heima vølli ímóti Kyndli, og har
má roknast við, at Stjørnan livir
upp til tað, ið kann væntast – ikki
minst, nú spælararnir eru svangir,
eftir at eingin dystir bleiv miku
kvøldið. Triði dysturin verður í Vági
sunnudagin, har VB tekur ímóti
VÍF.
hilmarjan@sosialurin.fo
Øll trý odda-
liðini 32 stig
Kvinnuhondbóltur Við sigri á grannunum í Kyndli, vann
Neistin seg mikukvøldið upp á fremsta plássið í Sunset-
kappingini, har liðið saman við Tjaldri og Stjørnuni hevur
32 stig. Júst Neistin og Tjaldur spæla um vikuskiftið
KlASSAMunur
Kvinnurnar hjá Neistanum høvdu væl og virðiliga munin í grannauppgerðini ímóti
Kyndli, men sleppa sunnudagin at royna seg í oddadysti ímóti Tjaldri
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Í vikuni var fyrsti dysturin í
síðsta umfari í Eikliguni hjá
kvinn um spældur, tá KÍF í
Kolla firði tók ímóti ÍF. Hetta
var annar av dystunum í síðsta
umfarinum, sum í grund ini
slett ongan týdning hevði,
tí hvørki KÍF ella ÍF kundu
flyta seg nakað serligt á stiga
talvuni.
ÍF, sum alt árið hevur ligið
ovari enn KÍF, livdi eisini upp
til favorittleiklutin og vann
dystin
31.
Kvinnurnar
úr
Fugla firði vunnu fyrsta settið
sannførandi, men í øðrum setti
svar aði KÍF aftur og vann, tó at
tað var tepurt. Men í triðja og
fjórða setti var ÍF aftur betri
og gjørdist bara meira og meira
sannførandi, sum dystinum
leið. Settúrslitini vóru 1625,
2523, 2025 og 1525.
Fleyr ella Mjølnir
Tað einasta, ið eftir er at finna
útav í kappingini hjá kvinn
unum, er um tað verður Fleyr
ella Mjølnir, ið endar ovast á
stiga talvuni, tá síðsti dysturin
er spældur og farast kann
undir FMfinalurnar millum
tey bæði liðini. Tað av teimum,
ið endar ovast, fær heimavøll í
ein ari møguligari triðju finalu.
Bæði liðini spæla sunnu
dagin, tá Mjølnir á heimavølli
í Klaksvík tekur ímóti SÍ, sum
leingi var á odda, men síðani
varð yvirhálað av bæði Fleyr
og Mjølnir. Hetta nýtist ikki
at gerast nakar lættur dystur
hjá Mjølni, hóast SÍ bara hevur
æruna at spæla fyri, men kort
ini eru klaksvíkskvinnur favo
rittar.
Tað sama eru kvinnurnar
hjá Fleyr, sum sunnudagin á
útivølli skulu spæla ímóti TB, ið
leingi hevur ligið tungt í sjónum
miðskeiðis á stigatalvuni, men
nú sær út til at hava fótað sær
aftur. Triði dysturin í hesum
seinasta umfarinum hjá kvinn
unum verður á Toftum millum
Ternuna og Drátt, men hann
verður ikki spældur fyrr enn
mánakvøldið.
Bara ein eftir
Hjá monnunum er bara tann
eini dysturin eftir, og hann
er millum Mjølnir og SÍ, ið
leingi kappaðust um at sleppa
í finaluna ímóti ÍF. Ta kapp
ingina vann Mjølnir, og fyri
viku síðani kundi staðfestast,
at SÍ endar við at fáa bronsuna,
sum er nakað verri úrslit enn
síðsta vetur, tá tað gjørdist til
greipuna.
Hóast púrt einki í kappingini
stendur á spæl undan dyst
inum í Badmintonhøllini í
Klaks vík sunnudagin, man tað
sama gera seg galdandi her,
sum hjá kvinnunum, at spælt
verð ur um æruna. Tí kann
alt henda, hóast Mjølnir sum
fina list ur skuldi havt neyðugu
styrkina til at vunnið. Men
sum SÍ fyri viku síðani spældi
Fleyr sundur og saman, kann
alt henda.
hilmarjan@sosialurin.fo
Bert plaser-
ingar eftir
Flogbóltur Tað einasta, ið eftir er
at finna útav í Eikliguni hjá kvinnum,
er um tað verður Fleyr ella Mjølnir,
ið endar ovast í landskappingini
og tí vinnur rætt til heimavøll í
einari møguligari triðju FM-finalu
Eik-ligan, kvinnur
20/03
15.00 . . . . . . . . . Mjølnir - SÍ
20/03
15.00 . . . . . . . . . . TB - Fleyr
21/03
20.00 . . . . . . Ternan - Dráttur
Eik-ligan, mEnn
20/03
17.00 . . . . . . . . . Mjølnir - SÍ
SunSEt-kappingin
19/03
15.00 . . . . . . Stjørnan - Kyndil
20/03
14.30 . . . . . . Neistin - Tjaldur
20/03
15.00 . . . . . . . . . . . VB - VÍF
atlantic airwayS-kappingin
19/03
18.00 . . Team Klaksvík - Kyndil
20/03
16.00 . . . . . . . . Neistin - H71
20/03
16.00 . . . . . . . . . . .KÍF - VÍF
klakSvíkSkappingin
19/03
13.00 . . . . . . . . . . . .KÍ - HB
19/03
15.15 . . . . . NSÍ - EB/Streymur
20/03
13.00 . . . Dystur um triðjapláss
20/03
15.15 . . . . . . . . . . . . Finala
Dystir um
vikuskiftið: