fríggjadagur 18. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 18. mars 2011
2
VIKUSKIFTI
Sminka
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
– At blíva sminka er ein partur av
mínum arbeiði, og eg blívi eitt sindur
troytt av tí. Tí er tað deiligt onkun tíð
vera púra nattúrlig, sigur sjónleikar
innan Eva Longoria, kend frá røðini
»Desperatar Húsmøður«.
Hon og fimm aðrar kendar kvinnur
vóru við í eini grein í blaðnum »People«,
har tær vístu seg uttan nakra sminku.
Blaðið »Elle« hevur eisini havt líkn
andi greinir, og seinast í røðini er blaðið
»Marie Clare«, ið hevur sangkvinnuna
Jessica Simpson á forsíðuni.
Jessica er ikki bara ósminkað, hon
er eisini óviðgjørd í telduni. Hon segði
soleiðis um myndina:
– Eg vil vísa kvinnum, at eg eri bara
ein vanlig genta. Oftani tá myndir verða
tiknar av mær, veit eg ikki, hvussu tær
síggja út, tá tær koma í blaðið, tí so
nógv verður broytt í telduni. Hesuferð
er onki broytt.
Ein nýggj bretsk kanning vísur, at
ein av trimum kvinnum fara ikki út utt
an sminku. Tær flestu av kvinnunum
føla seg ikki væl, um maðurin sær tær
ósminkaðar, og ein av fýra vænta ikki,
at tær høvdu fingið eitt betri starv, um
tær ikki vóru sminkaðar til arbeiðis.
Tosa
føroyskt
við børnini!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Jákup Sumberg / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Tosar Tú føroyskT við børnini
4 IntErVIEw: Jákup sumberg
8 tIPS: baleTTmóTin
10 IntErVIEw: aksel v. Johannesen
14 90 SEKund: beinTa løwe Jacobsen
15 Í rangaStrúPan: ymiskT úr miðlunum
15 umafturafturum: høgni DJurhuus
18 tIl arbEIðIS: annika sølvará
20 HEIlSuSÍðan: frukT og grønmeTi Til børn
24 baKgrund: Jørðin skalv unDir Japan
26 KaPPIngar: vinn góðar vinningar
28 mIðlamJarr: Tað siga Tey á facebook og í miðlunum
31 tað HEndIr: konserTir, TilTøk, bøkur og annað
32 VIKumyndIn: Japan
INNIHALD
klumman
Inna
Törnroos
myNDIr: PeoPle, Marie Claire, elle
So LøgIð tað ljóðar, So eru tað NógvAr kvinnur, ið svArA
NeI uppá hendan spurNINg. tær fara IkkI út um DyrNAr
uttan vArrAsTIfT, putur og mAskArA. SeinaStu tíðina
hevur »No-mAke-up« rákið vuNDIð uppá Seg, og fLeIrI
kendar HoLLywooD-sTjørNur velja at vísA Seg So, Sum
tær eru skApTAr – uttan hjálp frá smINku ella TeLDuNI
Torir tú
út uttan
sminku?
Tosar tú føroyskt við børnini?
Eg var ikki meira enn lend í Føroyum, tá
ið eg fekk hendan spurning.
Eg plagdi at svara »nei« ella »eitt
sindur«, men hesaferð kundi eg errin svara
»JA«!
Eg tosi føroyskt við synirnar her í
Stockholm. Árið, vit búðu í Føroyum,
gjørdi, at teir skiltu og tosaðu hampuligt
føroyskt, tá vit fóru avstað aftur, og tað
gjørdi tað lættari hjá mær at halda á
fram við føroyska málinum.
Tá vit útisetar hittast, er málið hjá
børnunum ofta eitt kjakevni. Tey flestu
tosa føroyskt við børnini, men summi
orka ikki.
Eg skilji tey!
Tí tað er ófatuliga strævið. Vænti
faktiskt ikki, at nakar, ið ikki hevur roynt
tað, kann skilja, júst hvussu strævið tað
er. Hugsið tykkum støðuna – eg havi tveir
synir, døgverðin skal á borðið, vinmenn
eru á vitjan, sum ikki skilja føroyskt, og
telefonin ringjur. Mitt í hesum skal eg tosa
føroyskt við synirnar, svenskt við vinirnar
hjá teimum, og svenskt við tey í telefonini.
Kann gott viðganga, at í slíkum førum
er tað føroyska ein vavgreytur av øllum
møguligum!
Eg gleðist tó sera nógv yvir, at teir skilja
so væl føroyskt og tosa eitt sindur føroyskt
eisini. Føroyskt er eitt lítið mál, men fyri
mínar synir er tað lykilin til teirra røtur, og
hann vil eg fegin geva teimum.
Hevði ynskt at skúlaverkið í Føroyum
hevði stuðlað okkum føroysku foreldrum
uttanlands við bókum, filmum og øðrum,
sum kann lætta okkara gerandisdag.
Nú eru tað Trøllapætur og Klintrimús, ið
verða spæld dag og dagliga!
Tá synirnir gerast eldri, vil eg fegin gera
sum ein vinkona her hevur gjørt. Hon hevur
havt síni børn í føroyskum skúla 12 mánaðir
um árið. Tað hevði styrkt málið enn meira og
lært teir at lisið og skriva føroyskt! Vónandi
tekur føroyski skúlin ímóti okkum tá.
Ein lega fyri børn, ið búgva uttanlands
við føroyskum foreldrum, hevði eisini verið
super!
Hóast tað er striltið viðhvørt, so er tað
tað vert, tá ein hoyrir tann 4 ára gamla
spyrja beiggjan »Kvat gjert tú?« á reinum
føroyskum!