Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Blues í Perluni Beint fyri jól kom debess Blues station á marknaðin við sínaru fyrstu føgu. Tað eru teir báðir uni r. debess og edvard nyholm debess, sum saman við slagverksspælaranum rúna W. højgaard spæla á hesi føguni. leygarkvøldið hevur debess Blues station almenna útgávukonsert í havn. hon verður í Perluni . lena Anderssen, niclas Johannesen, Malan Thomsen og Finnur hansen luttaka eisini á konsertini. debess Blues station siga, at í samband við konsert fara tey eisini at almannakunngera eina útgáva afturat, eins og har verða nýggj løg at hoyra á sjálvari konsertini. Debes blues station Perlan í havn leygarkvøldið 19/3 kl. 20.00 háTíðArhAld og konserT Fríggjakvøldið verður hátíðarhald og konsert í norðurlandahúsinum í sambandi við, at tónaskaldið sunleif rasmussen fyllir 50 ár og at Mentanarvirðislønir landsins verða lætnar. Tað eru sunleif rasmussen og Jonhard Mikkelsen, sum móttaka virðislønirnar í ár. norðurlanDahúsið í havn Fríggjakvøldið 18/3 kl. 19.00 FISKIvInnuTIng Ósemjan millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini og húsagangurin í Føroya Fiskavirking eru dømi um at tillagingar mugu gerast i føroyskari fiskivinnu. Sum eitt íkast til orðaskiftið um neyðugu tillagingarnar skipar Havstovan fyri einum fiskivinnutingi í norðurlandahúsinum týsdagin. Millum tey, sum hava orðið, eru viberg Sørensen, Marita Rasmussen, Sonja Jógvansdóttir, Mortan Johannesen, gestur Hovgaard og Auðun Konráðsson. Fiskivinnuting norðurlandahúsið í Havn Týsdagin 22/3 kl. 9.00 KlAKSvíKS­ KAppIngIn Hetta vikuskiftið verður árliga Klaksvíkskappingin í fótbólti hildin. Fýra feløg eru við í kappingini, sum gevur ábendingar um, hvussu feløgini eru fyri, nú nýtt fótbóltsár er fyri framman. Tey, sum taka lut í kappingini í ár, eru HB, EB/ Streymur, nSí og Kí. Kappingin er skipað við hálvfinalum leygardagin og finalu og dysti um triðja pláss sunnudagin. klaksvíkskappingin leygardagin 19/3 kl. 13.00 & 15.15 Sunnudagin 20/3 kl. 13.00 & 15.15 rás2 við MeirA hvonn live rás2 bjóðar aftur til hvonn live leygarkvøldið. hesaferð vitjar millum annað Cammilla rysgaard, sum er coach og rithøvundur. hon gevur góð ráð um, hvussu vit kunnu fáa størri sjálvsálit, styrkja sjálvsvirðið og hugsa positivar tankar um okkum sjálvi. eisini verða aðrir spennandi gestir, og live-tónleikur verður eisini at hoyra. Fólk eru væl komin á hvonn at fylgja sendingini – og tað ber eisini til at hoyra alt á rás2. hvonn live hvonn í havn/rás2 leygarkvøldið 19/3 kl. 20.00 heðin kAMBsdAl í FoCus í dag letur upp framsýning við listarmanninum heðin kambsdal. Framsýningin er í galerie Focus í havn og er opin fram til seinasta dagin í hesum mánaðinum. heðin kambsdal er fuglfirðingur, og hann hevur frá barnsbeini verður áhugaður í list. hann byrjaði longu sum tannáringur at gera oljumálningar. spælið millum ljós og myrkur eyðkenni málningarnar hjá heðini. heðin kambsDal galerie Focus í havn 18/3-31/3