mikudagur 23. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
4
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Ikki
minni
enn
63,6
prosent av veljarunum søgdu
seg tá hava álit á henni. Men
nógv er hent síðani, og í einari
nýggjari meiningakanning
siga bara 16,9 prosent, at tey
styðja hana. Fallið er tó ikki
komið brádliga, tí longu í
mai í fjør vóru tað bara 25,3
prosent, sum styðjaðu hana.
Heldur
ikki
Steingrímur J. Sigfússon,
fíggjarmálaráðharri, er so
væl umtóktur, sum hann var.
Hann kann tó ugga seg við,
at hann er betur umtóktur
enn
forsætisráðharrin,
tí
í teirri nýggju kanningini
siga 22,3 prosent seg hava
álit á honum. Tað talið var 37
prosent í mai í fjør.
Harafturímóti er Ólafur
Ragnar Grímsson, forseti,
betur umtóktur nú enn fyri
einum lítlum ári síðani. Tá
søgdu 26,7 prosent, at tey
styðjaðu hann, men nú siga
41,7 prosent, at tey eru nøgd
við forsetan og styðja hann.
Jóhanna er ikki
álitið longur
Aftan á bankakreppuna í Íslandi á heysti í 2008 hildu flestu
íslendingar, at Jóhanna Sigurðardóttir var tann rætta at leiða
landið burtur úr ruðuleikanum. Men síðani er nógv broytt
Ein bólkur av lesandi á lærda
háskúlanum í Roskilde hava
nú sett sær fyri at kanna
trivnaðin hjá grønlendingum,
sum búleikast í Danmark.
– Tað er umráðandi at
lýsa samleikakensluna hjá
grønlendingunum í tí sam
felagnum, sum teir búleikast
í, sigur Gitte Mikkelsen við
danska kringvarpið. Hon
er ein av stigtakarunum til
kanningina.
Sjálv
heldur
hon, at grønlendingar eru ein
gloymdur minnilutabólkur í
Danmark.
Gitte Mikkelsen vísir á, at
grønlendingar hava danskan
ríkisborgararætt, og tí hava
teir onnur rættindi og onnur
krøv enn fólk úr øðrum
minnilutum. Eftir hennara
tykki er neyðugt at varpa
meiri ljós á grønlendingar
í Danmark og umstøður
teirra.
Grønlendingar eru ein
gloymdur bólkur. Alt ov
nógv verður gjørt burtur úr
øðrum minnilutum, sigur
Gitte Mikkelsen við DR.
Grønlendingar í Danmark
ein gloymdur minniluti
Nógv verður gjørt burtur úr teimum ymsu minnilutunum
í Danmark og teirra støðu í tí danska samfelagnum. Men
tann grønlendska minnilutan hoyrist einki um
Fyrradagin
fylti
norski
komm unupolitikarin Trond
Birkedal 31, men føðingar
dagin mátti hann halda í
varð haldinum í Stavanger, og
har skal hann eisini sita teir
næstu 14 dagarnar. Orsøkin
er, at Trond Birkedal hevur
tikið myndir av monnum,
með an teir vóru naknir, men
sum ikki vistu, at hann hevði
eitt fjalt myndatól í baði
rúminum.
Løgreglan fekk fyrst frá
boðan frá einum manni,
sum var vorðin avmyndaður
nakin, men í morgun høvdu
seks mans vent sær til løg
regluna við somu ørindum.
Trond Birkedal er komm
unupolitikari í Stavanger fyri
Framburðsflokkin.
Politikari tók myndir
av naknum monnum
Jóhanna Sigurðardóttir
Mynd: Morgunblaðið
Samgongan
tódnað
Íslendska stjórnar sam
gongan
tódnaði
eitt
sind ur um vikuskiftið, tá
tveir tinglimir hjá teim
um vinstragrønu fóru
burtur úr alttingbólki
floksins,
samstundis
sum tey kunngjørdu,
at tey ætla sær ikki at
styðja stjórnina.
Lilja
Mósesdóttir
og Atli Gíslason kunnu
ikki
taka
undir
við
fígg jarpolitikkinum
hjá stjórnini, og tey eru
heldur ikki nøgd við
framferðina í sambandi
við Icesavemálið. Ein
annar
trupulleiki
er
umsóknin um limaskap
í ES.
Íslendska
stjórnin
hevur nú 33 av teimum
63 altingslimunum aftan
fyri seg.
Óttast olju
dálking við
Jan Mayen
Norski
umhvørvis
stovn urin ivast í, hvussu
skilagott tað er at fara
undir at bora eftir olju
við Jan May en. Stovnurin
vísir á, at ætlanin er at
bora einans 15 fjórðingar
úr landi, og at eitt óhapp
við leka kann fáa sera
álvarssamar avleiðingar
fyri tað ríka fugla og
sjódjóralívið
umframt
fiskastovnarnar,
sum
halda til har.
Umhvørvisstovnurin
sigur, at eingin útgerð er
á Jan Mayen, sum kann
forða fyri oljudálking,
og at tað fer at taka
nakrar dagar at flyta út
gerð úr Noregi. Tí mælir
stovnurin
myndug
leik unum til at kanna,
hvat kann gerast fyri at
forða dálking av einum
møguligum borióhappi.
Blaka toskin
útaftur
Danskir bátar, sum royna
við troli eftir hummara
og tungu í Skagerak, fáa
nógv meiri tosk í trolið,
enn teir hava loyvi til at
fiska, og tí enda 40 pro
sent av toskinum aftur í
havinum.
Toskastovnurin
í
Skage rak er illa fyri, og
donsku bátarnir hava
bara loyvi at fiska 2.000
tons í ár. Men royndir
vísa, at bátarnir fáa
um leið 3.400 tons, og
at teir tí noyðast at
blaka umleið 1.400 tons
útaftur.
Danska fiski manna
felagið viðgongur út
blak ingina, men uggar
seg við, at útblakingin er
størri í hinum ESlond
unum.
Lilja Mósesdóttir
og Atli Gíslason
Mynd: Vísir