Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 36 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ringasti jarðskjálvtn í Japan nakrantíð í Sendai landslutinum við eftirfylgjandi tsunami og vanda fyri radioaktivari geisling, leggur í hesum døgum dempara á alla framleiðslu í landinum. Vanlukkan rakar bilaídnaðin, sum er ein týðandi inntøkukelda í japanska búskapinum, sera hart. Flestu bilverksmiðjurnar hava verið stongdar síðan vanlukkuna. Vanlukkan rakar eisini bilverksmiðjur uttan fyri Japan, ið keypa komponentar frá japanskum undirveitarum. Nógvir av teimum stóru og kendte undirveitarunum til bilaídnaðin halda til í hart rakta jarðskjálvtaøkinum. Týska Bosch konsernin kann í ár hátíðarhalda, at 125 ár eru liðin síðan Robert Bosch stovnaði fyritøkuna í Stuttgart í 1886. Bosch er í dag ein leiðandi altjóða leverandørur av teknologi og heimsins størsti veitari til bilaídnaðin. Í ár eru eisini liðin 150 ár liðin síðan Robert Bosch varð føddur í 1861. Robert Bosch andaðist 12. mars 1942, 80 ára gamal. Bosch er í dag umboðað í yvir 60 londum við 283.500 starvsfólkum kring um í heiminum. Mercedes-Benz Vito E-Cell er heimsins fyrsti hóp fram- leiddi eldrivni vørubilur í sínum klassa. Á framsýningini Tran s- port 2011 í Herning frá 6.-9. apríl verður nýggi Mercedes- Benz Vito E-Cell, sýndur fram. Hóast tað ikki er nakað nýtt við smáum eldrivnum vøru bilum, er hetta fyrstu ferð at ein so stórur heilt elektriskur vørubilur verður hóp fram leiddur á eini bil- verk smiðju. Vinnu- & bilradio á Jarðskjálvtin seinkar framleiðsluni Bosch 125 ár Elektriskur vørubilur Mercedes-Benz Vito E-Cell