fríggjadagur 25. mars 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
16
Sosialurin
Ein fragd hevur tað verið
at vera við og hátíðarhalda,
at lítla land okkara eftir
førimuni heiðrar fólk, ið
brúka alla orku og ríku gávur
sínar
mentanarlívinum
og elskaða máli okkara at
frama. Í fjør vóru vit fleiri,
ið fegnaðust um, at ídni
málfrøðingurin og hegnis
maðurin í orðasmíð, Jóhan
Hendrik Winther Poulsen,
fekk Málrøktarvirðislønina. Í
ár gleðast vit um, at Jonhard
Mikkelsen, læraraskúlalærari
og ritstjóri, verður heiðraður
við Heiðursgávu landsins
fyri sítt ótroyttandi stríð
fyri føroyska málið og meiri
lesitilfar á føroyskum.
Nógv gott varð sagt í
Norðurlandahúsinum fríggja
kvøldið um arbeiði og avrik
hansara nú “eina fjórðings
øld”, sum landstýriskvinnan
í mentamálum tók til. Her
skal ikki verða lagt aftur at
um avrikini, tí fólk munnu
vita, hvat hesin dugnamaður
hevur lagt og framvegis
leggur úr hondum. Nógv
eru vit, sum dagliga sita
við orðabókum Sprotans á
alnetinum at leita í dagliga
arbeiðinum. Eisini áðrenn
eg fyri stuttum fór í starv
hjá føroyskum stovni, var
heimasíðan hjá Sprotanum
á skíggjanum (ella niðri á linj
uni), tá ið arbeiðast skuldi á
føroyskum ella við føroyskt.
Væl valdu orðini frá Jon
hardi, aftaná at gávan var
honum handað, fingu eina
ferð enn nakrar hugsanir í
gongd um føroyska málið
og støðu tess. Meira enn
eina ferð havi eg endurtikið
hann í hesum, at “málið
kann bara missast eina ferð”.
Hugleiðandi minti Jonhard
okkum á, at móðurmálið
velja vit ikki. Tað er gáva, vit
hava fingið, tá ið vit vórðu
borin í heim. Sum rein
luft og reint vatn er henda
gáva so sjálvsøgd, at vit
gáa ikki altíð um hana. Og
kortini, ígjøgnum hesa gávu
fellur allur mentanararvur
okkara okkum í lut. Vit
vórðu mint á, at alt tað, vit
í
gerandisdegnum
hugsa
um sum sjálvsagdt, sum t.d.
rein luft og reint vatn, gáa
vit kanska heldur ikki um,
fyrr enn tað er dálkað, ella er
horvið. Reina luftin og reina
vatnið kunnu verða dálkað
og mist heilt, leggja vit ikki
í at fara væl við, og gera
skyldu okkara at varðveita
umhvørvið. Og soleiðis er
eisini við málinum. Tað kann
hvørva, leggja vit ikki í. Tí má
verä hjúklað um hesa gávu til
tess at varðveita hana. Og hví
hetta er so? Jú, tí at vit eru
hóast alt so fáment, at málið
er ógvuliga viðbrekið, sæð úr
einum
veraldarsjónarmiði.
Harafturímóti krevur tað
ikki annað av okkum, enn at
vit leggja eitt sindur í. Tað
krevur ikki annað, enn at
vit øll gáa um, at skal málið
mennast og liva væl, hava vit
øll skyldu at gera okkara.
Í stuttari sjónvarpssending
eitt kvøldið í farnu viku, beint
undan at heiðurslønin skuldi
verða handað, nytti Jonhard
høvið at minna okkum á aðra
sannroynd. Ikki átti at verið
ómøgulig at semjast um orð
hansara. Tað tykist bera til
hjá føroyingum at læra seg
hampiligt og rætt danskt,
enskt ja, onnur mál við.
Tað tykist eisini gjørligt at
semjast um, hvat ið er rætt
danskt (enskt, týskt ella
annað mál), og hvat vit eiga
at læra børnini í so máta. Tí
mátti eisini verið gjørligt at
semjast um, hvat er rætt og
gott føroyskt! Eg eri púra
samd við Jonhard í tí.
Eisini í øðrum londum
eru staðbundin málføri (dia
lektir). Hetta er einki ser
føroyskt fyribrigdi. Tvørturí
móti. Bæði norska og týska
tjóðin hava slíkt fjølbroytni
í málførunum, at fólk hava
ilt við at skilja hvørt annað
úr einum enda av landinum
í hin. Serstakliga er hetta so
í týska ríkinum. Sambært
Ulrich Ammon málfrøðingi
og professara (Universität
DuisburgEssen)
er
hetta
orsøk, at týski myndugleikin
stuðlar
miðvísari
málkós
skrivliga málinum viðvíkj
andi (vísi til fyrilestrar á
Universitetinum í Agder, mai
2010). Sambært Ammon er
grundgevingin, at umráðandi
er at hava eitt felags mál, sum
øll tjóðin skilir, so at hon skal
ikki fara í smáar málsligar
(og kanska politiskar) eindir.
Til hetta er politiskur vilji og
semja, og so statt stuðulin
undir týska skriftmálinum
“hochdeutsch”,
soleiðis
sum vit vita um tað. Eisini
í Spania og Fraklandi hava
myndugleikarnir sett málráð.
Hvat, sum er rætt spanskt og
franskt til eina og hvørja tíð
í skrivliga málinum, stendur
ikki til hvønn Hanus og
Janus at gera av. Heldur ikki
er miðalmaðurin sovorðin
“lógloysingur”, at hann heldur
seg kunna broyta málið, sum
honum hóvar. Men “hvør
Hanus og Janus” skal hava
og fær møguleikan at læra
seg tjóðmálið í skúlanum.
Tískil, tó at málførini liva sítt
lív í øllum hesum londum, er
semja um, at felags tjóðmálið
skal verða røkt og ment at
standa frægast gjørligt ímóti
enska árininum. Spanska
tjóðin hevur aftur at hesum
avbjóðingina við fleiri “innan
hýsis” málum, t.d. katalanskt,
galisiskt, baskiskt, aragones
iskt, aranesiskt), sum so við
og við eisini hava fingið ávís
rættindi í lóggávu.
Her í Føroyum eru vit
ógvuliga
fáment
borin
saman við hesi lond. Harum
framt hava vit bara eitt
mál at stríðast fyri! Kortini
gongur her ógvuliga trátt
at raðfesta pening til meiri
tilfar á føroyskum, til bøkur
og rit, til góðar, væl fyrireik
aðar sendingar í útvarpi og
sjónvarpi og til tekstin av
útlendskum
sendingum
í
sjónvarpinum. Oftari og
oftari seti eg mær spurningin,
hvussu ber tað til, at vit skilja
ikki, hvussu týðandi alt hetta
er, fyri at yngra ættarliðið
skal kenna seg tryggari á
føroyskum? Hvussu ber tað
til at vit duga ikki at síggja
vandan í tí, at tey hoyra
onnur mál meira enn tey
hoyra sítt egna? Hvussu
ber tað til, at vit duga ikki at
síggja samanhangin ímillum
hetta ógvisliga trot og sann
royndina, at føroysk børn
standa seg munandi verri í
PISAkanningunum, enn børn
í hinum Norðurlondunum?
Vónbrotin má ein í staðin
ásanna, at heldur enn at
arbeitt verður við hesum
týðandi avbjóðingum, tykist
málkjakið fyllast upp av
møsni
um,
at
“føroyskt
broytist, og at øll broyting er
menning av málinum”. Vit
góðtaka vantandi førleikar
í føroyskum, í bending eins
væl og í stavseting, sum “mál
broyting”. Kortini gera vit
nógv burturúr at læra okkum
so “rætt danskt”, “rætt enskt”,
og onnur mál so rætt, sum til
ber. Hetta gera vit, tí at vit
vita øll, at vit kunnu ikki
loyva okkum at gera villur
í øðrum málum og rópa tær
“mennandi málbroytingar”.
Vit skilja hóast alt, at vit hava
ongan rætt at broyta málið
hjá aðrari tjóð. Av hesum er
ilt at skilja tann grundleggj
andi óviljan hjá nógvum
ímóti at læra seg rætta
føroyska bending, stavseting
og fjølbroytt føroyskt orð
feingi, soleiðis sum mállæran
greinar málið í lærubókum
okkara. Hesin óvilji kann
heldur ikki skiljast, uttan
at hann verður settur í sam
band við vantandi kunnleika
og ta sannroynd, at fólk hava
ikki fingið møguleikan at
læra málið nóg væl.
Men skulu vit veita yngra
ættarliðinum
nóg
góðan
kunnleika at brúka og virða
hesa ómetaliga týdningar
miklu gávu, ið goymir alla
mentan okkara, so mugu
myndugleikar okkara skjótt
vakna og raðfesta fremri ta
týðandi uppgávu, vit øll hava
at varða um málið. Ella skal
hetta halda fram, at ímeðan
politikarar okkara ikki duga
at semjast, skal móðurmálið
bjargast av eldsálum sum
Jonhardi Mikkelsen, sum
royna at geva okkum øðrum
íblástur, so at vit ikki øll sova
tíðina burtur?
Við hesum orðum ynski
eg Jonhardi hjartaliga til
lukku við uppiborna heiðuri
num. Samstundis sendi eg
bøn um, at hann heldur fram
við dugnaliga arbeiði sínum,
meðan vit bíða eftir politisk
um skynsemi og vilja til at
gera meiri og gera okkurt
ítøkiligt fyri føroyska málið!
Heiðrið hann,
ið heiðrast skal
Majbritt Pauladóttir
Kjak
Ása Andreasen
mamma at trimum dreingjum á
8 - 14 - 17 ár
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so haldi eg, at
uttanlandsferðirnar í fólkaskúlanum eru vorðnar alt ov
kostnaðarmiklar og óneyðugar. Eg haldi, at vit áttu heldur
at gjørt spennandi ferðir í Føroyum.
Sum eg dugi at síggja tað er týdningarmiklasta enda
málið við ferðunum at samansjóða flokkin. Hetta kann
gerast eins væl, ja, kanska betur í Føroyum. Vit eiga at
læra okkara ungu, at tað er spennandi í Føroyum, at man
kann hava eitt spennandi lív í Føroyum og spennandi
upplivingar her. Vit eiga at læra okkara ungu hetta. Vit
eiga ikki at læra tey, at skal man hava tað stuttligt, so skal
man uttanlands.
Hetta hevði eisini verið ein liður í arbeiðinum at læra
okkara ungu, at Føroyar er eitt spennandi land at ferðast
og liva í. Kanska fara tey at minnast aftur á hesar ferðir,
tá tey umhugsa, hvørt tey skulu venda aftur til Føroya ella
ikki, aftaná lestur.
Harafturat hevði tað sjálvsagt verið gott hjá føroysku
ferða og handilsvinnu og harvið fyri okkara búskap. Størri
parturin av kostnaðinum av einari uttanlandsferð verður
nevnliga lagdur eftir í útlandinum og ikki hjá føroyskum
fyritøkum.
Man hoyrir um foreldur, ið mugu taka lán fyri at
kunna gjalda uttanlandaferðir, ið kosta heilt upp í 8.500
kr. pr. barn. Havi enntá hoyrt um, at børn fara á skíferð
og um ætlanir at fara til Ísrael við fólkskúlanæmingum.
Tað er mikið spennandi og helst viðkomandi fyri onkrar
flokkar, men eg haldi tó ikki, at hetta eigur at verða gjørt í
fólkaskúlaregi. Tað virkar sum vit hava gloymt endamálið
við ferðini.
Tað verður frá skúlans síðu lagt upp til, at tað er upp til
foreldrini, men tað haldi eg er skeivt. Eg haldi at skúlin eigur
at hava eina meining um hetta. Eg haldi, at skúlastjórar
eiga at hava eina meining um hetta. Mentamálaráðið
eigur eisini at hava eina meining um hetta. Tað er sera
torført hjá foreldrunum at tala at, tá flokkurin arbeiðir
við at fara uttanlands. Man vil sjálvsagt ikki, at barnið hjá
sær, skal sita eftir. Og tað er eisini torført hjá tí einstaka
flokslæraranum at standa ímóti. Hann/hon vil sjálvsagt
ikki verða tann »óndi«. Tí børnini vilja sjálvsagt sera fegin
avstað.
Kanska er longu onkur skúli, sum praktiserar hetta.
Um tað er rætt, so latið okkum hoyra frá tykkum og fáa
íblástur. Annars haldi eg, at Kommunuskúlin (tí eg havi
børn har) átti at gingið á odda í hesum máli og soleiðis
fingið aðrar skúlar við upp á tað.
Við hesum vóni eg, at kunna verða við til at skapa kjak
um evnið, sum eg havi tosað við nógv foreldur um. Eg vóni
at hoyra frá Mentamálaráðnum, skúlastjórum, lærarum og
ikki minst foreldrum.
Uttanlands
ferðir í fólka
skúlanum
eiga at verða
gjørdar í
Føroyum