fríggjadagur 25. mars 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Í morgun er manslandsliðið í hond
bólti farið av landinum við kós
ímóti Dublin í Írlandi, har tað um
vikuskiftið skal spæla tveir dystir
í eini trílandakapping. Tann fyrri
verður í kvøld klokkan 19 ímóti
Skot landi og tann seinni í annað
kvøld klokkan 18 ímóti Írlandi.
Føroyar vóru í oktober 2007 til
Challenge Trophykapping í Luxem
bourg og møttu tá bæði Írlandi og
Skotlandi. Ímóti írum gjørdist tað
ein 4621 sigur og ímóti skotum var
úrslitið enn ógvusligari, tí tá vunnu
Føroyar 5819.
– Eg veit ikki, hvussu Írland og
Skotland hava staðið seg síðani tá,
men rokni við, at tey hava ment seg
eitt sindur. Men eingin ivi er um,
at vit ætla okkum at vinna báðar
dystirnar greitt, sigur Dia Midjord,
ið saman við Kára Nielsen tekur
sær av at venja manslandsliðið.
Sjálv úrslitini eru eitt, men eisini
er annað, ið hevur týdning hjá
teimum báðum venjarunum í hes
um báðum dystunum í Dublin.
– Vit hava mannað liðið soleiðis,
at vit hava eina ketu við yngri
spælarum og eina við eldri. Hetta
skal síggjast í ljósinum av, at vit
innan fyri eitt til tvey ár koma at
siga einum ættarliði av spælarum
far væl, samstundis sum eitt nýtt
ættar lið skal taka við, sigur Dia
Midjord.
Báðir dystirnir á Írlandsferðini
verða at síggja á heimasíðuni hjá
Hondbóltssambandinum, so fólk
har kunnu fylgja við, hvussu leikur
fer.
Landsliðið
ætlar at vinna
Hondbóltur – Fyri fýra árum síðani vunnu vit greitt á bæði
Írlandi og Skotlandi, og tað ætla vit eisini at gera hesa ferð,
sigur annar av venjarunum, Dia Midjord, nú manslandsliðið í
hondbólti um vikuskiftið spælir við í trílandakapping í Dublin
VÆntA SIGrAr
Landsliðsvenjararnir báðir, Kári Nielsen og Dia Midjord, fara um
vikuskiftið við manslandsliðnum til Dublin fyri at vinna teir báðar
dystirnar ímóti Skotlandi í kvøld og Írlandi í annaðkvøld
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen
Hilmar Jan Hansen
Tað eru ikki so nógv skot eftir í
byrsuni hjá Tjaldri, sum sunnu
dagin tekur ímóti Stjørnuni í
ítróttar høllini í Runavík og skal
reisa seg aftur eftir stórtapið fyri
Neist anum fyri viku síðani. Undan
dyst inum er Tjaldur tvey stig aftan
fyri bæði Neistan og Stjørnuna,
og tá viku skiftið er farið aftur um
bak, hev ur Neistin ein dyst eftir,
Stjørnan tríggjar og Tjaldur tveir.
Sostatt er sigur eitt krav hjá
Tjaldri, skal liðið røkka í FMfinal
una í Sunsetkappingini triðja árið á
rað. Stjørnan hevur tá eftir at spæla
úti ímóti VÍF og heima ímóti StÍF,
umframt úti ímóti Neistanum, ið
kann gerast enn ein sera avgerandi
dystur. Tjaldur skal á útivølli møta
VB og at enda á heimavølli StÍF.
Neistin spælir longu í morgin á
útivølli ímóti StÍF, og til tann dystin
má Neistin sigast at vera favorittur,
so støðan í oddanum neyvan viknar
stórvegis. Triði dysturin er sunnu
dagin í høllini á Hálsi í Havn, har
Kyndil tekur ímóti Neistanum.
Atlantic Airwayskappingin hjá
monnum hevur frí um vikuskiftið,
tí manslandsliðið er í Írlandi og
spælir.
Avgerandi í Runavík
Hondbóltur Dysturin millum Tjaldur og Stjørnuna
sunnudagin verður avgerandi fyri, hvussu endaspurturin í
oddastríðnum fer at síggja út, tí Tjaldur hevur ikki ráð at tapa
Hilmar Jan Hansen
Vakra umráðið rundan um studenta
skúlan í Hoydølum verður karmur
um kappingina í fjallasúkkling, sum
byrjar klokkan 14. Heitt verður á
súkklarar, sum ætla sær at vera við,
um at møta ein tíma áðrenn.
Startur og mál eru við fimleika
høllina hjá studenta skúlanum, og
annars er teinurin á gøtunum yvir
ímóti Boðanesi og gøtunum inni í
viðarlundini.
Hetta er ein kapping, sum bæði
er fyri unglingar og vaksin. Tey
vaksnu súkkla 40 kilometrar og
ung lingarnir 20 kilometrar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fjallasúkklur í Hoydølum
FjAllASúkklInG Seinnapartin í morgin verður kapping í
fjallasúkkling í Hoydølum, har bæði unglingar og vaksin kappast
Sunset Deildin Kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
22
631
497
134
34
2 Stjørnan
20
568
469
99
34
3 Tjaldur
21
592
508
84
32
4 VB
21
532
526
6
22
5 Kyndil
22
506
550
-44
14
6 VÍF
21
473
586
-113
7
7 StÍF
21
421
587
-166
5
Hilmar Jan Hansen
Seinnu
árini
hevur
stór
steypadysturin verið fyrsta
veruliga teknið um, at fótbólt
urin aftur er farin á rull, og so
er eisini hesa ferð. Sunnudagin
klokkan 16 møtast HB og EB/
Streymur í dystinum, ið verður
spældur til frama fyri okkurt
vælgerandi átak hjá Lions Club
í Føroyum.
Fyri viku síðani spældu
før oya meistararnir og steypa
vinnararnir frá í fjør finaluna
í Klaksvíkskappingini, og tá
royndist EB/Streymur eitt mál
betur enn HB. So fæst at síggja,
um HB vinnur Lionssteypið
triðja árið á rað ella um EB/
Streymur skal vinna tað fyrstu
ferð.
Pætur Albinus dømir dystin
og hevur aftur at sær Jón
Kára í Brekkuni og Pætur E.
Rasmussen sum linjudómarar.
Eftir
dystin
handa
Niels
Nattestad frá Lions Club og
Christian Andreasen frá Fót
bóltssambandinum liðunum
heiðursmerki og vinnaranum
steyp, og eisini fær CDTfel
agið handað gávubræv upp á
ágóðan av dystinum
Atgongumerkini til henda
dystin hava vanligan Voda
fone prís, men ikki hevur verið
óvan ligt hini árini, at fólk fegin
rinda meira enn ásetta prísin,
og tí hevur borið til at savna
fitta upphædd til vælgerandi
enda málið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spæla
um Lions-
steypið
Fótbóltur Ársins stórsteypadystur
verður sunnudagin millum føroya
meistararnar í HB og steypa vinn
ararnar í EB/Streymi, og allur ágóðin
frá dystinum fer til CTDfelagið
StEYPAVAndur
Fróði Benjaminsen, liðformaður hjá HB, hevur síðstu tvey
árini verið uppi og tikið ímóti Lions-steypinum, ið spælt
verður um í stórsteypadystinum. So fæst at síggja, um EB/
Streymur hesa ferð megnar at vinna steypið frá HB
Savnsmynd: Sofus D. Johannesen