fríggjadagur 25. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
22
Sosialurin
H
ugskotið um prinsar og prin
sessur er grundað á pátrúgv,
ábyrgdarleysa makt og ófullfíggjaðar
fantasiir. Saman við sínum foreldrum
rokna tey við, at tú og eg fíggja teirra
ýðjandi og krókuta lívsstíl, og heilt
Filadelfiasligt prísa tey í tí tápuligu
trúgv, at tey hava uppiborið hesa
bedýran.
Meðan lítlibeiggin, hin samkyndi,
koyrdi traktorar í Suðurjútlandi,
var tað einaferð minst líka fyriboð
andi sum ein biltúrur úteftir Skála
fjørðinum, og deprimerandi eisini,
at síggja yvirskriftir um hansara
búrbeist av einum stórabeiggja, um
hvussu hann, aftur nú, hevur verið
stoppaður av politinum fyri at fisa
avstað eftir alfaravegi totalt uttan
avleiðingar.
Hann helt helst, at hann var hevj
aður yvir lógina. Hvat hann faktiskt
eisini var. Enn er.
Men veitst tú hvat, eg skilji
Fríðrik so óalmindeliga væl, tí er
tað ein marra hjá einum veruligum
demokrati
sum
mær
at
liggja
undir einum kongsdømi, hvussu
disfunktionellt ella rættvorðið hetta
enn mátti verið, íðan, tá má tað vera
eitt satt helviti hjá einum ungum
manni at endaliga sannkenna, at
hetta er tað! At hann ongantíð
sleppur úr royala fongslinum at liva
sítt egna lív, at liva normalt.
Eitt helviti, tó, krúnprinsurin við
árunum verður tvingaður at venja seg
við. Men í mun til ein Kia Picanto hava
vit ikki møguleikan at kassera hesar
frikar, um teir ikki levera vøruna ella
koyra fullstendiga skilaleyst, ella for
langa okkum at hálova tað, sum tey nú
einaferð finna uppá í síni frítíð, sosum
at mála.
P
raksissin er skeiv, prinsippið
er skeivt, og so longi sum vit
tilhoyra Margretu og hennara familju,
læsir tað okkum inni í ósjálvbjargni
og frívilligum undirgivni. Hetta
snýr seg ikki um hasa tíðarleysu
konfliktuna loysingsamband, sjálvt
um avleiðingin av einari føroyskari
republikk sjálvandi er eitt varandi auf
wiedersehen til ríkisfelagsskapin.
Tí heilt heimilað kunnu vit spyrja:
hvat er eitt fólkaræði, og er Føroyar
eitt? Eg, til dømis, haldi ikki, at vit
av sonnum hava eitt demokratiskt
samfelag. Rætt, vit hava løgtingsval,
har fólk umvegis eina floksskipan,
sum aftur er grundað á hugsjónir
(ella átti at verið tað!), velja hasi, ið
halda umboða seg og landið best.
Men tað er fyri sovítt tað.
Eitt løgtingsval er ein óundanslepp
andi táttur í einum fólkaræði, men ikki
tað sama. Eitt fólkaræði er eitt samfelag
bygt á hugskotið, at fólkið stjórnar sær
sjálvum, at fólkið er hægsti myndug
leiki landsins. Við hesum eina ber illa
til hjá føroyingum at hevda, at vit eru
veruligir demokratar.
Føroyar er eitt konstitusjóns
monarkí, sum av hendingi hevur
eitt val nú og tá. Føroysk mentan
fyllir okkum ikki við stoltleika ella
ábyrgjan í stjórnarmálum, men eini
ósunnari og fuskutari virðing fyri
myndugleikum og liberalum megin
reglum, einum ynski um at lata onnur
taka ábyrgd og einum merkverdigum
forstáilsi av javnaði, ið sjálvandi enn
einaferð bleiv manifestarað av Føroya
Lærarafelag, sum hesin óinkluder
andi og avoldaði stovnur børnum
at skaða hindrar øllum øðrum enn
sínum egnu limum við einari pseudo
akademiskari eksamiu frá einum
amatørskúla á Frælsinum at skúla
okkara børn.
Men tað er effinett hetta, ein
forbronglað fatan av frælsi og
fólkaræði ger við fólk og fakfeløg. Eg
meini, um fakfelagið seriøst trýr, at
tess limir eru so groteskt skilagóðir,
og at ongin annar, ongin!, kann inna
læraragerningin betri enn teirra
vitbornu limir, hví tá ikki opna markn
aðin og lata skúlaleiðslum neyðugt
frælsi at seta í starv hasi, tær hava
hug til, og hervið slætta atgongdina
til fólkaskúlan? Hvat eru tit so bangin
fyri, tykkara royalu ódemokratar?
E
itt samfelag, har tey ovastu eru
ovast, av tí at tey hava ein við
føddan rætt til at vera tað, styðjar tess
vegna tí lina og viljaleysa uppáhaldi
num, “at vit eru øll líka fyri lógini, bara
ikki øll”. Ella, “vit hava øll somu møgu
leikar at fáa arbeiði, bara ikki øll”.
Kongshúsið eigur tí at avtakast.
Um ikki, um trøllvaksnir danir ikki
tora, ella halda tað vera hyggeligari
at hava prinsar og prinsessur sum
komandi landsovastar, nakað, bert
barnagarðsbørn annars stuttleika sær
við, tá mugu vit demokratisera okkum
sjálvi... sikkurt líka frægt.
Tað eigur at avtakast, ikki tí at
tað kanska kostar meiri enn hvat
tað gevur aftur, men tí at tað er ein
útlúgvaður, miðaldarsligur og anti
demokratiskur stovnur, ið órógvar
okkara frælsu javnrættindisfatan.
Tað er av hesum áminningarvert, at
sjálvt um kongshúsið var ókeypis ella
ein inntøkukelda, kann tess órættvísi
eksistensur ikki verjast í einum
nútímans fólkaræði.
Fólkaræði er um meginreglur, um
prinsippir, og handlar tí ikki bert
um pragmatismu, um “hvat riggar”.
Fólkaræði er um eitt samfelag grund
að á nøkur grundliggjandi hugmál,
har javnrættur, frælsi og sómi mugu
metast at vera kardinalpunkt. Tað
er um at viðurkenna, bæði so og so,
at vit øll eru líka nógv verdir sum
borgarir við sama rætti at stjórna
okkum sjálvi. Tí er tað so skeivt at
lata nakað so forbistrað sum eina
ríkisstjórn ganga í arv, at plasera
eina patologiska familju ella ávísar
einstaklingar á heiðurspláss.
Í
álvara, hvussu kann nakar, ið
veruliga trýr uppá meritokrati,
verja hugskotið um kongar og
kongsborgir. Hvat eru vit: menniskju
ella tænarir?
Tað er okkurt grundliggjandi
skeivt við eini skipan, sum loyvir
eins landsovasta at siga nei til
fólkið... bara tí at morgunmaturin
ikki smakkaði, ella skraddaraseym
aðu klæðini ikki passaðu: “nei, tað
rakar ikki tykkum, hvat eg haldi
um Heilsufrøðiliga Politbureauið;
nei, tað rakar ikki tykkum, hvat eg
haldi um skattaoyðslandi sjónvarps
kampanjuna hjá Ráðið fyri Ferðslu
trygd, ið upplýsir, at í einum berg
holi eru tveir veggir, tveir!; og nei, tit
sleppa ikki av við meg, og tit skulu
bara prøva uppá at spilla meg út”.
So, sjálvt um krúnprinsurin er
smálekkur og royal vikubløð við
sínum
ómissandi
góðbitum
um
yvirdrivna skildyrkan eru sakin, tá
er ein monarkistisk stýrisskipan altíð
skeivskeivskeiv. Hon er ómoralsk
og kann ikki góðtakast í einum demo
kratiskum rættarsamfelagi.
M
en for hundans, Agga, tey eru so
fitt, og vit bestemma allíkavæl,
tá ið samanum kemur. Nei, tað gera
vit ikki, og serliga ikki, tá ið alt kemur
til alt, og nei, tey eru heldur ikki fitt—
bara fyri at negla slíkt sentimentalt
humbukk.
Sjálvandi smíla tey og nálgast
uppií okkum livandi deyðu og láta
sum um, at tey ikki floyta á, at hasir
tvingsilsrennararnir hjá ALS hava
fingið fleiri kundar. Hvat annað skulu
tey gera? Tey verða betald fyri at gera
tað, og mugu gera tað so at varðveita
eina mentan, enn eina av slagnum, ið
eigur at fáa banahøggið.
Eg meini, hvat annað enn eitt
óektað royalt smíl rokna vit eginliga
við, ein drotning og hennara fantasi
figurar fara at diska upp við mót
vegis sínum subjektum: “Á sum tað
er gott at møta tygum, Andrew í
Brotsteiginum; ja, og teg, Edmund í
Valdøminum—mundi næstan gloymt
teg, píka sjey! Ein heiður... trúliga, ein
heiður – hevur tú tað betri nú”?
N
eitú... og her er ein søga. Tá ið
elsta dótturin gekk í barnagarði,
hevði eg eitt lítið ánilsi av, at hann
fór sær ein kollektivan spákingartúr
at “síggja” tey kongaligu. Eg ringdi at
frætta, og rætt hevði eg. Tey høvdu
mín sann eina royala heilsu í ætlu.
Nú er tað so, eg kenni hóast alt
til mína samfelagsteori, at eins væl
og framsagnarfrælsi og trúarfrælsi
hava vit politiskt frælsi. Og uttan
so, at eg eri fullvegis óupplýstur, tá
hava barnagarðar, um ikki rætt til at
prædika hetta, tá skyldu til at virða
hetta. Ja, eisini hetta, takk!
So, trekur ynskti eg teimum góða
ferð omaneftir, men dóttirin fór altso
ongan veg. Ongin fucking royalur
møguleiki fyri tí! Og sum tann góði
barnagarður hann var, ein av fáum
sjálvsognarstovnum enn á lívi tá
áðrenn Heðin kommunaliseraði mole
vittið, og við hesum alla sjálvsábyrgd
og føling fyri staðnum, eftirlíkaði
hann.
Tí tað er onki at fara skeivur av,
at ein stakkala flaggsveiggjan ella
veittran við hondini til Margretu og
hennara drotningarmann, sum tey
nærkast Havnini við Dannebrog, er
ein ótvítýddur stuðul til framhaldandi
kongsdømi. Hvussu kann ein heilsan,
hvat ein veittran eins væl og eitt smíl
ella lógvatak er, skiljast øðrvísi enn
“hey, Margreta og Henrik, feitt aftur
at síggja tykkum, keep up the good
work... go Dannebrog, go!?”
N
ú er Margreta ikki nakar De
Gaulle, men eins og hann
einaferð froysti um Belgia við
hansara “tvær provinsur gera ikki
eitt land”, ver tá vísur í, at okkara
ríkisstjóri, okkara óvaldi stjórnari,
ikki heldur, at Føroyar er meira enn
átjan agggamlar oyggjar hjá sær at
breggja sær av saman við sínum
medmonarkum á meginlandinum.
Og óansæð um Margreta og
kompaní nassa uppá, ella skaffa
pengar til danska ríkið, tá eiga vit
allíkavæl at sleppa okkum av við
hana og hennara forkelaða avkom.
Bara so mikið sum eksistensurin av
einum monarkíi er at misbjóða eitt
sofistikerað samfelag við aðramáta
demokratiskum siðvenjum.
Okkara
núverandi
ríkisovasti
er blivin noyddur upp á okkum
føroyingar í skjótt fjøruti ár. Tá ið
Margreta við familju leitar seg út
á svalan á Amalienborg at vinka
til fjøldina, kundi hon líka so væl
givið henni sín royala longutong
til hugskotið um, at vit øll eru líka
fyri lógini, og at tað eigur at vera
eins førleiki, ikki familjunavn, ið
bestemmar tína støðu í lívinum.
Kongshúsið er ikki nøkur glitrandi,
tó
meiningsleys
eindarbobla
á
samfelagsins ovastu rók. Ókey, tað
er nakað síðani nú, at hon brúkti síni
framíhjárættindi, men tað er enn so,
at danskir forsætismálaráðharrar
skulu vitja kongsborgina at spyrja
hana um lovyi at upploysa parla
mentið. Afturat hesum skulu vit
standa modell til, at tá ið tey, vit hava
valt, hava valt onkran at vera okkara
“eittslagavstjórnarovasta”, tá skal
hesin bíða eftir einari innbjóðing
frá hasi damuni, ið heldur seg duga
mála.
S
o, mín lagaligi og væl umhugsaði
spurningur til okkara mest barns
liga riddarakross er bara: hví finnur
tú teg í hesari óliberalu tjóðareyð
mýking? Nei, veitst tú hvat: fuck
lagaligheit og tað vælumhugsaða!
“HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ, HVÍ,
HVÍ, HVÍ, Edmund?”
Tað er so fullstendiga eitt feitt, um
kongshúsið við sínum prinsessum og
prinsum og tænarum á minstuløn
kosta okkum eina dekans formuu
ella ikki. Eg hevði gleðiligani latið
tey varðveitt síni slott, gimsteinar og
tænastufólk – so longi sum vit sleppa
at velja ríkisovastan okkara millum
Tað er jú ikki búskapurin, tað
handlar um, men demokrati, býtti!
Føroyar er ikki fyri prinsar og prinsessur
Tá ið Margreta á Amalienborg vinkar til fjøldina, kundi hon líka so væl givið henni
sín royala longutong til hugskotið um, at vit øll eru líka fyri lógini, og at tað eigur
at vera eins førleiki, ikki familjunavn, ið bestemmar tína støðu í lívinum
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Kjak