fríggjadagur 25. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
2
VIKUSKIFTI
Grindadráp
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Regin W. Dalsgaard letur í dag upp
foto framsýning ,sum hann kallast »2
minuttir«.
Framsýningin er í Smiðjuni í
Lítluvík, og evnið er grindadrápið í
Sandagerði í juli í fjør.
Hetta er fyrsta framsýningin hjá
Regini, sum hevur tikið myndir í nógv
ár. Motivini hava serliga verið tón
leik arar og portrett, men hann hevur
eis ini tikið náttúrumyndir. Regin vann
seinasta ár virðislønina Merit Award á
New York Institute of Photography.
Leyp í grindadráp
Tað var ein summarmorgun í fjør, at
Regin W. Dalsgaard tók myndirnar,
sum nú verða sýndar fram. Drápið var
klokk an átta um morgunin.
– Eg drønaðu út við myndatólinum
og tók eina rúgvu av myndum. Eg
hugsaði ikki um, at tað skuldi blíva til
eina framsýning, men aftaná er hug
skotið komið, og nú er tað veruleiki,
sigur Regin W. Dalsgaard.
– Myndirnar lýsa tað villa í fólkinum,
tá ið tey fara í grind. Myndirnar vísa
fólkini í grindadrápinum – vreiðina,
sam skipanina, samanspælið millum
menninar og drápið sjálvt, sigur
hann.
Myndirnar hava fingið íblástur frá
stórfilmunum Braveheart og 300.
18 myndir eru á framsýningini, sum
letur upp í dag og hevur opið fram til
miku dagin.
Regin W. Dalsgaard vónar, at myndir
seinni kunnu útstillast uttanlands, og
hann arbeiðir í løtuni við at fáa mynd
irnar inn á eitt gallarí mitt í Paris.
Product
placement í
Dagur og Viku
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sarah / DR
2 Klumma: Product Placement í dagur og Viku
4 IntERvIEw: Sarah frá X factor
6 tIPS: Prei til heimið
8 90 SEKunD: kriStina háfoSS
10 BaKgRunD: michelin Stjørnur
12 tað ER tíðIn: tøkni, heilSa og tónleikur
14 í RangaStRúPan: YmiSkt úr miðlunum
14 umaftuRaftuRum: høgni djurhuuS
16 maKEovER: Bóndin í SumBa
18 tIl aRBEIðIS: marita reYnheim danielSen
24 BaKgRunD: Vilja Verja føroYSkt men Sakna nútíðargerð
26 KaPPIngaR: Vinn góðar Vinningar
28 mIðlamJaRR: tað Siga teY á faceBook og í miðlunum
31 tað hEnDIR: konSertir, tiltøk, Bøkur og annað
32 vIKumynDIn: PáSkaegg
INNIHALD
klumman
Rólant
Waag Dam
– Myndirnar lýsa tað villa í fólkinum, tá ið tey fara
í grind, sigur Regin W. Dalsgaard.
myND: Jens Kristian Vang
– Eg DrøNAðI út við myNDAtóLINum og tók Eina
rúgvu av myNDum. Eg hugsaði IKKI um, at tað
skuldi bLívA til Eina frAmsýNINg, sigur rEgIN
W. DALsgAArD. hann hEvur KomANDI dagarnar
myNDAfrAmsýNINg við grINDADrápI sum Evni
2 minuttir við
blóði og drápi
Flaggskipið hjá Kringvarpinum, Dagur og
Vika, er eftir øllum at døma farið at renna
tíðindi fyri donsku sjónvarpsrásina TV2. Í
sjónvarpstíðindasendingini týskvøldið, valdi
Kringvarpi at lýsa fyri sjónvarpssending á
TV2. Frammanfyri vertin í Degi og Viku,
høvdu tey stóð eitt stórt krúss, ið var prýtt
við búmerkinum hjá sjónvarpssendingini
Natholdet.
Kringvarpsfólkini gjørdu sær enn tá so
stóran ómak, at tey fluttu krússið gjøgnum
sendingina, soleiðis at tað stóð perfekt fyri
teir 23 minuttirnar sendingin tók.
Natholdet er skemtisending. Eitt
satiruprogramm, sum ger gjøldur burtur úr
smátingum í donsku fjølðmiðlunum. Onkur
vildi sagt, at talan var um danskt pjatt! Men
tað er hesum, Kringvarpið velur at reklamera
fyri í allarbestu senditíð. Hví ger Kringvarpið
tað, spyrji eg? Og hvat fær Kringvarpið
afturfyri? Og fer Kringvarpið at gera tað
aftur, um vit í Miðlahúsinum, Dimmalætting
ella Norðlýsið senda eitt líknandi krúss til
Kringvarpið.
Fyrsta svarið kom mikukvøldið. Tá var
Kringvarpið so heppið at sleppa í Natholdet.
Brot úr Degi og Viku rullaðu yvir danska
skíggjan, meðan fyrrverandi pornastjørnan
Kira Eggers og verturin Anders Breinholdt so
sótu og flentu eftir Føroyum og føroyingum,
samstundis sum tey borðreiddu við vanligu
fordómunum um grindadráp, samkynd og
sterka trúarlívið í Føroyum.
Eg bíði spentur eftir hinum svarunum.
Ikki minst, um Kringvarpið fer at seta eitt
krúss frá Miðlahúsinum, Dimmalætting ella
Norðlýsinum í eina av næstu sendingunum.
Nær fær onkur av hesum miðlunum eina
lýsing í Degi og Viku? Ella verður næsta
fetið hjá Degi og Viku veruligt product
placement? At ymsu vertirnir altíð eru
klæddir í troyggjur frá Guðrun&Guðrun, at
tað stendur ein sodavatn frá Føroya Bjór á
borðinum undir hvørjari tíðindasending og
at stóru skermarnir aftanfyri vertin verða
skiftir út við lýsingar frá MBM og Atlantic
Airways?
Alment fíggjaða Kringvarpið fær jú eina
rúgvu av lýsingarpengum frammanundan.
Hví so ikki ganga plankan heilt út og innføra
product placement í tíðindasendingarnar
eisini?