fríggjadagur 25. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
12
VIKUSKIFTI
tað er tíðIn
Granskarar á Doshisha Universi
tetinum í Kyoto í Japan siga, at glað
og væl nøgd fólk í størri mun enn
vanligt eru tjúkk fólk. Granskararnir
kannaðu og fylgdu fólkum í eitt
hálvt ár, meðan fólk royndu at tapa
seg, og tað vísti seg, at fólk, sum
eru glað, taptu seg minst. Sambært
granskarunum kemur hetta av, at
tey í størri mun njóta lívið og leggja
minni í vekttrupulleikar.
tá Jonas Jonasson sat í biograf
stólinum og »the end« skelti í
filminum Forrest Gump var víst,
bannaði hann innantannað
– tey hava stolið mítt hugskot.
Hann bíðaði nøkur ár – gjørdist
millióningur við at seta pening í
Ktfyritøkur – og fór síðani undir
at skriva »Den hundredårige
der kravlede ud ad vinduet og
forsvandt«.
Søgan um Forrest Gump og
allan Karlsson líkjast í bygnaði, og
høvuðspersónarnir eru báðir við
í nógvum søguligum hendingum.
Men meðan Forrest Gump er
amerikanari, er allan Karlsson
svenskari.
Sum heitið á bókini fortelur,
byrjar bókin við, at allan fyllir 100
ár, og nakran føðingardag tímur
hann ikki at halda. Hann letur
vindegað á ellisheiminum, har
hann býr, upp og gleivar út um og
fer til gongu. Mál hevur hann onki
við gongutúrinum. Hann kemur til
busstøðina og sigur við bilføraran
á einum tilvildarligum bussi: Koyr
meg so langt, sum 50 krónur røkka.
allan hittur bæði ein og annan
á ferðini, og parallelt verður søgan
um hansara ungdóm og starvslív
lýst. allan hevur upplivað nógv í
sínum langa lívi, og hann hevur hitt
persónar sum Winston Churchill,
Harry S. truman og Mao.
allan gevur sær ikki far um
tað, ið hendir rundan um hann.
Politikki hevur hann ongantíð verið
áhugaður í, men hóat tað, er tað
er hann, ið av tilvild gevur USa
loysnina til atombumbuna og lívið
áfram, sum um einki var hent.
alt hetta verður sagt frá í einum
skemtiligum tónalagi, og allan er,
júst sum Forrest Gump, ein lættur
persónur at elska.
Um tú er troytt av at lesa bøkur,
har tú longu á síðu 10 kanst rokna
út, hvat endin á bókini verður, skal
tú lesa hesa bók. Her er onki, sum
tað plagar at vera, og eg giti mær
til, at tað er tí, at hendan bók er so
nógv lisin.
Høvundin Jonas Jonasson er
sjálvur bilsin yvir, at so nógv dáma
hansara søgu, og eftir at bókin
leingi hevur ligið hægst á listunum
yvir mest seldu bøkur, er tíðin nú
komin til filmin um allan.
★★★★★★
Songkvinnan Clara Sofie verður
hetta vikuskiftið at hoyra í Føroyum.
186 sentimetrar høga song
kvinnan hevur havt stórt hitt við
sanginum Når tiden Går Baglæns.
Sangin hevur spælt inn saman við
rune K, sum er dj.
Clara Sofie er cand. Mag í ment
an frá Københavns Universiteti.
– tað skelti eg ikki so nógv við.
eg havi lisið, tí tað var gott at fáa
íblástur, og tá ið tað ikki er so nógv
at gera við tónleikinum, er tað gott
at hava Faucault at koma upp til um
morgunin, sigur Clara Sofie.
Í Danmark er hon tó fyrst og
fremst kend sum songkvinna, og
hetta vikuskiftið kann hon upplivast
í Føroyum. Hon verður at hoyra í
allin í Klaksvík og á rex í Havn
leygarkvøldið.
Fríggjakvøldið er hon gesta
sangari í X Factor finaluni í
Danmark.
Felagsskapurin e european
aeronautic Defence and Space
Company (eaDS) hevur framleitt
eina súkklu úr nylon. Og hetta
hevur fingið fleiri at spíla eyguni
upp. tað verður roknað við, at
roydin hjá eaDS gevur mót um, at
førur í framtíðin kunnu framleiðast
úr nylonpluvuri. Fyrimunurin víð tí
er, at tað er sera lætt tilfar, sum
krevur lítið viðlíkahald, men tilfarið
er sterk sum stál og aluminium.
Sagt verður, at nylonpulvuri
kann fara at kollvelta framtíðar
framleiðslu av brúkslutum.
Granskarar halda seg hava
funnið fram til, nær á degnum
á slankikururin hjá fólki vanliga
endar. Og niðurstøðan, at tað er
seinnapartar – klokkan 15:23 fyri
at verða neyvari. Granskararnir
í Bretlandi siga, at tað er sera
trupult hjá fólki at halda seg frá
góðgæti og kakum, tá ið tað líður
út á seinnapartin. av 1250 fólkum,
sum vóru við í kanningini, mistu 62
prosent av fólkunum disiplinina í
slankikurinum seinnapartar – og
tá ið klokkan nærkast hálvgum
fýra stendur so nógv á fólki, at tey
flestu falla fyri freistingini tá.
Tey tjúkku
eru glaðari
100 ára gamal
Forrest Gump
Súkklan verður gjørd
úr nylonpulvuri
Slankikururin
endar kl. 15:23
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
UmmælI: Inna Törnroos
Clara Sofie vitjar
í Føroyum