fríggjadagur 25. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
24
VIKUSKIFTI
Føroyskir miðnámsskúlanæmingar halda, at lærugreinin føroyskt
er siðbundin og gamaldags, og at hon eigur at verða nútímansgjørd.
samstundis leggja teir dent á, at Føroyskt má verjast, so danskt og enskt
ikki troka tað burtur. næmingarnir halda seg Fáa størri nyttu burtur
úr donskum, tá teir skulu lesa víðari, men hvat samleika viðvíkur, hevur
føroyskt nógv størsta týdningin Fyri teir. hetta verður staðfest í ritgerð
hjá vár í Ólavsstovu um støðuna hjá Føroyskum í miðnámsskúlanum
Vilja Verja
føroyskt
men sakna
nútíðargerð
skúli
uni arge
ua@sosialurin.fo
Í ritgerðini »Mellem tradition og
modernitet« frá september 2010 hevur
Vár í Ólavsstovu kannað støð una hjá
lærugreinini føroyskt í miðnáms
skúlanum. Hon byggir m.a. sína kann
ing á samrøður, hon hevur gjørt við
næmingar í miðnámsskúlunum frá
2002 til 2004. Hvussu er lærugreinin
føroyskt við til at menna næmingarnar,
hvørja nyttu hava næmingar av henni,
og hvønn týdning hevur føroyskt fyri
teirra samleika, vóru nakrir spurningar,
hon setti sær, áðrenn hon fór undir
ritgerðina.
Í flestu orðaskiftum um mál í Før
oyum eru føroyskt og danskt mót setn
ingar, tí føroyskt upprunaliga vann seg
fram sum mótmæli ímóti donskum.
Óttin fyri, at føroyskt skuldi doyggja
út, var áhaldandi til staðar, men við
skriftmálinum hjá V. U. Hammershaimb
fingu føroyingar sítt týdningarmesta
amboð at skapa ein veruligan samleika
sínámillum. Skriftmálið gav føroyingum
eitt sjónligt prógv um, at teir vóru ikki
tað sama, men øðrvísi enn danskarar.
At vinna føroyskum innivist í stovn
um í Føroyum, serliga í skúla og kirkju,
var ein tung uppgáva. Mótstøðan var
mangan stór, eisini millum føroyingar,
sum hildu, at føroyskt kundi ikki gerast
framkomið mál í eitt nú umsiting og
skaldskapi, men var nóg gott at brúka
sum heimamál. »Vi føler os fuldstændig
som danske,« segði Oliver Effersøe,
odd viti í Sambandsflokkinum, í 1906.
Men hetta er als ikki støðan millum
mið náms skúlanæmingar í dag.
Eru norðurlendingar
Vár í Ólavsstovu spurdi m.a. í sambandi
við ritgerðina, hvønn samleika næm
ingarnir hildu seg hava. Svarið var, at
teir kendu seg at hoyra til bygdina ella
býin, teir vóru úr, og Føroyar. Í Havn
søgdu tey flestu, at tey kendu seg sum
før oy ingar, og uttan fyri Havnina
segði ein meiri luti, at tey kendu seg at
hoyra til bygdina ella býin, tey vóru úr,
og síðan til Føroyar. Sum tann triðja
møgu leikan kendu tey flestu seg sum
norður lendingar og ikki danskarar. Og í
fjórða lagi kendu næmingarnir seg um
evro pearar.
Í ritgerðini staðfestir Vár í Ólavs
stovu, at hetta, at føroyskir miðnáms
skúla næmingar als ikki kenna seg
sum danskarar ella danskar ríkis
borg arar, vísir, at teir mentanarliga
fata før oyskt sum eitt sjálvstøðugt
mál í norður lendsku familjuni.
Hendan útbreidda fatanin sæst aftur í
málkunnleikanum hjá føroyingum, ið
sambært norðurlendskari kanning
duga best norðurlendsk mál av øllum
norður lendingum. Føroyingar eru rætt
og slætt teir norðurlendingar, ið skilja
sínar norðurlendsku grannar best.
Men mótsetningar eru innanhýsis
í føroyska samleikanum. Toganin
stend ur ímillum tað siðbundna á bygd
og modernitetin serliga í Havn. Mið
námsskúlanæmingar halda, at tá um
føroyskt ræður, tosa tey betur føroyskt
á bygd, tí har fáast tey við sovorðið sum
seyð, fisk og grind. Moderniteturin, sum
knýtir seg at býarlívinum, hevur við sær
verri føroyskt mál, men moderniteturin
er neyðugur, skulu føroyingar fylgja við
tíðini, halda nógvir næmingar, serliga
í Havn.
Tá næmingarnir skulu meta um,
hvussu vit verða so føroysk sum
gjørligt, er teirra niðurstøða sostatt,
at vit málsliga og ítøkiliga skulu vera
knýtt at siðbundna lívinum á bygd. Tá
eru vit av sonnum føroyingar. Sjáldan
verður tað at vera rættur føroyingur sett
í sam band við modernitet og býarlív. Og
júst toganin millum tað siðbundna og
modernitet er eisini høvuðstrupulleikin
við føroysktlærugreinini í miðnáms
skúlanum.
Lærugrein í samleika
Í »Bláa álitinum« frá 1990, sum snúði
seg um støðuna hjá føroyskum í mið
námsskúlanum, varð spurt, hví danskt
var so áhugavert sum lærugrein og ikki
føroyskt. Staðfest varð, at danskt aftrat
tí at vera lærugrein í máli var lærugrein
í mentan og siðsøgu. Næmingarnir
lærdu bæði um bókmentir, heimssøgu,
list, politiska hugsan og fjølmiðlar
í donskum. Í álitinum varð spurt,
hví alt hetta mundi vera lagt í læru
grein ina danskt í Danmark, og hví
hetta átti at verið lagt í lærugreinina
før oyskt í Føroyum. Svarið var sjálv
andi, at í Føroyum er føroyskt sam
leikalærugreinin, og í Danmark er
samleika lærugreinin danskt.
At hetta ikki hevur verið gjørt nóg
miðvíst, og at føroyskt fyrst og fremst
gjørdist lærugrein í máli, tá lærugreinin
slapp framat í studentaskúlanum, er
Sum tann triðja møgu leikan kendu tey flestu
seg sum norður lendingar og ikki danskarar.
Og í fjórða lagi kendu næmingarnir seg um evro pearar