fríggjadagur 25. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 25. mars 2011
28
Miðlamjarr
Stendur á trappuni við shampoo í
hárinum. Ókeypis brúsa og fønari, ikki
so gali í Føroyum.
Maður, 45 ár
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Lívið snýr seg ikki um at
sleppa undan storminum,
men um hvussu tú
dansar í regninum.
Countrystjørnan Taylor Swift
hugleiðir um lívið.
Var hjá lækna í dag
fyri at sleppa at verða
stiriliseraður, men fyrst skal
stiriliseringsnevndin taka avgerð
um eg sleppi. Stiriliseringsnevnd!?
Hvør segði persónligt frælsi? Síggi
tað fyri mær. Ja, í dag skulu vit
so viðgera umsókn frá Terji. Hvør
stemmar fyri?
Maður, 44 ár
Summir bjóða sær at venja hundin, aðrir bjóða
sær at passa seyðin, og uppaftur aðrir siga,
hvussu nógvar milliónir teir eiga.
Arnfríð Hentze, bóndi í Sumba, fær nógv tilboð frá mannfólki (Rás2)
Eg haldi meg hava
roynt nóg mikið til
at koma fyri meg.
Fótbóltsspælarin
Rógvi Jacobsen gevur
skarvin yvir og gevst
at spæla fótbólt
(Sosialurin)
Ein kann sikkurt
finna skriftstøð,
sum legalisera at velja allar
flokkar. Vit fáa at vita: "Ver
yvirvøldini lýðin" (also vel
sambandið) - Prædikarin sigur:
"Hjarta dárans stevnir til
vinstru, og hjarta hins vísa til
høgru" (also vel fólkaflokkin).
Orðtøkini siga: "Halt ikki av,
hvørki til vinstru ella høgru"
(also vel sjálvstýrisflokkin).
Ápostlasøgan skrivar, at
tey fyrstu kristnu býttu
alt sína millum (also vel
javnaðarflokkin). Aðrastaðni
stendur at lesa, at Harrin skapti
tjóðirnar (also vel tjóðveldi). Og
"Kadima" merkir "Framsókn" á
hebraiskum, so vit kunnu væl
finna "kristilig" argument fyri at
velja allar flokkar.
Maður, 43 ár
Tað hevði ikki verið løgið, um
tað hevði verið ein sivilisatión
á Mars, men kanska hava
kapitalisman og imperialsman
gjørt av við hana.
Hugo Chavez, forseti í Venezuela
(Reuters)
Hví missa menn hárið ?
Kvinna, 51 ár
Eg taki eitt
rúsevni. Tað eitur
Charlie Sheen.
Sjónleikarin
Charlie Sheen er í
andglettinum í USA
Vit mugu fortelja
fólki, hvat gransking
og menning kann
gera fyri okkum og
samfelagið.
Annika Sølvará, stjóri í
Granskingarráðnum, vil hava
meira kunning um gransking
(Sosialurin)