Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 25. mars 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein hotel BaBylon Í árunum frá 2006 til 2009 framleiddi BBC røðina hotel Babylon, sum ikki hevur verið at sæð í sjónvarpi á okkara leiðum. Men røðin er verd at uppliva. hon gongur fyri seg á einum 5-stjørnaðum hotelli í london, har starvsfólkini, sum duga eitt sindur av hvørjum, koma út fyri nógvum avbjóðingum. Gott bretskt undirhald, sum fæst til keyps sum dvd ella blu-ray. 4 sesongir eru gjørdar. Hotel BaBylon Sjónvarpsrøð Stuðla Japan Í kvøld verður stuðulstilak á Bassalt í havn. Kendir føroyskir tónleikarar fara at spæla, og innkomni peningurin fer óskerdur til reyða Kross, sum skal brúka peningin í Japan. tey, sum fara at spæla í kvøld, eru: Kim hansen, petur háberg, Jens Marni hansen, uni arge, Bartal & Guðrun, James olsen, Finnur Jensen, dánjal & Bjarki, Freddy Sanderson og Simme Musikkhús. StuðulStilak Bassalt í havn Fríggjakvøldið 25/3 kl. 21.00-04.00 X FacTor FInala Í kvøld skal vinnarin í ársins X Factor kapping í Danmark finnast. Tríggir sangarar eru komnir í finaluna, og hildið verður, at kappingin serliga stendur millum Babou og Sarah, meðan anne louise er outsidari. Men avrikini í finaluni fáa avgerandi týdning fyri úrslitið, so alt kann henda. Finalan verður hildin í Parkini í Keypmannahavn, har nógv verður gjørt burtur úr showinum. Millum annað skulu Take That framføra. X Factor Finala Dr1 Fríggjakvøldið 25/3 kl. 19.00 BarnarocKur Í løKShøll Frískar Kular røtur bjóða til livandi barnarock í løkshøll í kvøld. Á serstakari barnakonsert fara frískar kular røtur í aldrinum 7 til 12 ár at syngja, trumma, leika klaver og spæla á saxofon og guitar. Serligur gestur verður ein púra forstýrað Trøllaommudidd, ið eisini sleppur at royna seg sum tónleikari. Evniríki dansarin, lukas »Jacksons« nygaard fer eisini at vísa síni kynstur og ein fremmandur klovnur fer at seta sín dám á tiltakið. – hugskotið er at skipa fyri eini hugnaligari konsert, har føroysk børn, sum sjálvandi eisini hava X-faktor, sjálvi sleppa at framføra á palli, sigur Steintór rasmussen, sum er upphavsmaður til Kular røtur. kular røtur løkshøll Fríggjadagur 25/3 kl. 17.00 norðurlendSKt BraK leygarkvøldið bresta tvær av norðurlendsku fótbóltstjóðunum saman í eM-kapp ingar- dysti. noreg og danmark skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í oslo. noreg er á odda í bólkinum, og tí mugu danir, sum eru trý stig aftanfyri, vinna dystin. noreg-Danmark eM-fótbóltur leygardagin 26/3 kl. 19.00 Fýra StJørnur Í VeStManna leygarkvøldið fara fýra av kendastu songkvinnununum í Føroyum á pall í Vestmanna. nicolina á Kamarinum, Guðrið hansdóttir, eivør pálsdóttir og annika hoydal hava í hálva øld ella meira verið í front í føroyskum tónleiki. nicolina og annika eru nakað eldri enn Guðrið og eivør, men tær fýra teljast millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. nú verður møguleiki at hoyra tær spæla á somu konsert. Fýra Stjørnur á palli Ítróttarhøllin í Vestmanna leygarkvøldið 26/3 kl. 19.30