Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 16 Sosialurin Grækarismessa ber boð um, at nú stundar móti várinum og ljósari tíðum. Tjaldrið er, eftir at hava verið burtur í øðrum londum, komið aftur til landið. Hendan sama dagin, á Grækarismessu í 2011, held­ ur Starvsmannafelagið sín 50’unda aðalfund, og há­ tíðar heldur tey farnu fimti árini. Fólk líta aftur um bak, og við góðum treysti seta út í kortið framtíðar avbjóðingar. Felagið stevnir móti nýggjum málum. Bert tveir dagar eftir frættu vit at Hartvig Hansen fyrrverandi formaður felag­ sins, var deyður bert 68 ára gamal, eftir at sjúka hevði gjørt um seg. Hartvig var ættaður úr suðurjútlandi í Danmark og kom hann til Føroya longu sum 19 ára gamal, sendur í her tænastu á hesum fjar­ skotnu oyggjunum. Eins og tjøldrini knýtti Hartvig seg at Føroyum. Bleiv giftur við Bettu og kom soleiðis í samband við familju við sterkum kenslum til landið. Hann og konan fingu 3 børn, Dianu, Petur Olaf og Annu Malenu og nú hann doyði eru eisini fýra abbabørn løgst til. Hartvig kom at starvast á einum av størstu arbeiðs­ plássum í Føroyum, Lands ­ sjúkrahúsinum, og starv aðist hann har á maskin verk stað­ num. Nógv var at takast við og mong vóru fólkini hann kom at umgangast. Í síni frítíð hevði hann sera stóra áhuga fyri badminton. Longu tíðliga varð hann støðu fastur partur av Havnar Badmintonfelag og harvið eisini undangongumaður í Badmintonsambandinum. Í hesum felagslívinum var hann, saman við øðrum, drívkraftin til at menna hesa ítrótt og stuðlaði ungum til leik, bæði herheima og uttanlands. Tá Hartvig seinni flutti til Vestmanna lá hann ikki á boðunum. Síðst í 80’unum vóru tikin stig til badminton í bygdini, men stígur var komin í hesa ítróttina. Tá Hartvig gjørdi eina roynd at fáa lív aftur í hesa ítróttina í 1995 eyðnaðist tað so mikið væl, at hendan greinin nú er ein stórur partur av virk­ seminum í sigursvanda ítróttarfelagnum í Vest­ manna VÍF. Hartvig hevði stóran alsk til ítrótt og felagslív og var ikki bangin fyri at taka arbeiði uppá seg. Og tað var ikki bert badminton, ið hann dugnaði við arbeiðsorku síni. Í fleiri ár var hann eisini formaður í Ungdóms­ og Menningardeildini hjá ÍSF. Henda deildin skipaði millum annað fyri útbúgving av ítróttaleiðarum og –venjarum á so breiðum grundarlagi sum gjørligt, soleiðis at øll ítróttafólk í Føroyum, hvørja ítróttagrein tey so enn íðk­ aðu, kundu fáa nakað burtur úr útbúgvingini. Tað er ikki uttan orsøk, at nevnt verður um afturkomu tjaldursins. Tjaldrið hevur vælkendar eginleikar, sum vit føroyingar meta høgt ­ nevniliga hjálpsemi og dirvi. Hartvig vildi vera við, har hann kundi stuðla og hjálpa og til tað krevjast eginleikar tjaldursins. Soleiðis kom Hartvig eis­ ini inn í felagsarbeiði hjá Starvsmannafelagnum og kom hann í 80´unum í nevnd felagsins og gjørdist í 1990 formaður felagsins. Aftaná glæsiligar tíðir í 80’unum, gjørdist alsamt trengri og trengri fíggjarliga í Føroyum. Arbeiðsloysi var vaksandi og korini hjá løntakarunum eru nú so hættis lig, at stig verða tikin til at fáa setta á stovn arbeiðs loysisskipan. Hartvig var í sínum eginleika av at vera formaður í størsta almenna fakfelagnum valdur í nevndina sum skuldi standa fyri hesum arbeiðinum sum var upprunin til arbeiðs­ loysisskipanina, soleiðis sum vit kenna til hana í dag. Avbjóðingarnar vóru nógv ar og mangan leikaði hart á. Hartvig’sa støðufesti og týdningurin av, at her mátti bera á mál, var ógvuliga frammarliga í hansara luti í hesum arbeiði. Hóast skip­ anin stóð fyri mongum brota­ sjógvi eisini eftir skipanina av ALS, so kunnu vit fegnast um og takka fyri, at skipanin í dag virkar. Vit vita, at Hartvig’sa partur ikki lá eftir og hansara tráan eftir at verja og hjálpa teimum, sum vóru komin illa fyri, lá fremst í huganum. Bæði sum nevndarlimur og sum formaður Starvs manna­ felagsins gjørdi hann tað ítasta fyri at vinna limunum rættindi og kom hann bæði saman við øðrum og seinni sum formaður at standa fyri samráðingum. Hartvig var vertskaps­ maður og heldur ikki við slík høvi lá hansara partur eftir. Umframt at hava stóran áhuga fyri felagslívi innan ítrótt og fakfelagsarbeiði, so hevði Hartvig áhuga fyri bátum og sigling. Hann keypti sær síðst í 80’unum bát úr Danmark, sum hann seinni sigldi heim til Føroya og eftir at hann og Bente fluttu til Danmarkar síðst í 90’unum, helt hann fram við siglingini. Alt sítt vaksna lív búleik­ aðist hann her á klettunum, men eftir 36 ár flutti hann aftur til Danmarkar, har hann starvaðist sum tekniskur leiðari hjá hotelketuni Scandia í Kolding og har á leið. Hartvig hevði stóran alsk til Føroyar og kendi seg náttúrliga knýttan at land­ inum og verður hann eisini grivin í Føroyum. Vit sum kendu Hartvig, kunnu takka honum fyri hansara dirvi og hjálpsemi. Orð eru fátøk og kunnu ikki lýsa felagsmannin Hart vig, men tað er við virðing at vit minnast hann og virki hansara. Tankar og sam­ kensla okkara leita til tykk­ um, sum sita eftir. Jákup Danielsen Nøvn Minningarorð um Hartvig Hansen Gudmund Larsen Kjak Kommunusamanlegging Nú tosað verið so nógv um samanlegging av kommunum í Føroyum, og um tað skula verða 3, 7 ella 9 kommunur, kundi eg hugsað mær at sagt mína meining um hetta. Tá hugsað verður um støð una í landinum í dag, og hvat inntøkugrundarlagið er hjá teimum kommunum, har eitt stórt arbeiðsloysi er, meini eg ikki, at tað er so lætt at leggja hesar kommunur saman, um tær so liggja síð um síð, ella á somu oyggj, av tí eini grund. Leggur tú 3­4 kommunur saman sum eru illa fyri fíggjarliga, ja so eru trupulleikarnir bara tað størri hjá hesari kommunu, og onki er broytt. Um henda samanlegging skal kunna lata seg gera, og ikki minst skal virka væl fyri øll í hesum landi, eru bara 2 ting at gera. Antin at tað verð ur gjørd ein kommunu út líkn ­ ingsskipan, har tær komm ­ unur, sum eru væl fyri fíggj­ ar liga eru við til at gjalda til tær komm un ur, sum ikki klára seg av ymisk um grundum, tími ikki at fara inn á hetta nú, men inn tøku­ grundar lagið er sum øll vita so ymiskt her á landi. Um mann skal nevna eina kommunu, sum er sera væl fyri, kann nevnast Tórs­ havnar kommuna, sum jú livur sítt egna lív, og er eftir mínari meining er vorðin ein statur í statinum, um mann kann siga tað soleiðis. Henda kommuna skal sjálvandi verða við at gjalda fyri tær kommunur, sum er illa fyri. Men tá hugsað verður um allan tann klandur sum ein útlíkningsskipan kanska vil skapa, vildi tað einasta rætta verið eftir mínari mein ing, at tað var gjørd ein kommuna, so at vit øll sum búgva á hesum klettum kundi gleðast um, at gekk tað væl í Runavík, ja so gekk tað eisini væl hjá teimum, sum búgva í Skopun, ella í Suðri ella Vágum. So mín meining er ein kommuna, ein felags kommunukassi.