Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 14 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Betty Poulsen Sumba – Ja, avgjørt. Vit treingja til eitt hús her í oynni til tónleik og framførslur. Mourits Mohr Viderø Trongisvágur – Ja, sjálvandi. Hetta verður eitt fínt stað til at halda stór møtir í. Marita Thomsen Sumba – Ja. Gott at okkurt hendir her suðuri. Eg haldi, at ein slík verkætlan hevur stóran týdning fyri oynna. Ingi Mortensen Hvalba – Ja. Henda verkætlanin fer at verða til gagns fyri Suðuroynna. Hon er vælegnað til framførslur av tónleiki, og fer uttan iva eisini at kasta okkurt av sær til ferðavinnuna. Sólbjørg Magnussen Tvøroyri – Ja. Hetta er ein serstakur bygningur, sum avgjørt eigur at verða varðveittur. Kostnaðin kunnu aðrir taka sær av. 5 um SALT-silo'ina Ætlanin við SALT-silo'ini á Drelnesi verður uttan iva sett í verk í næstum. Hugsanin um hesa er helst ymisk. Vit hava spurt fimm suðuroyingar, hvat teir halda um ætlanina. Spurningurin var hin einfaldi: Skal verkætlanin setast í verk? Næstu ferð: Sundalagið