mikudagur 30. mars 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
Sosialurin
Levi Mørk
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Mær vitandi bæði skrivaði eg
og brúkti eitt hav av pengum
til býráðsvalið 2008 upp á
mínar hotspotsætlanir, og
eg havi arbeitt miðvíst við
hotspotsætlanini tí síðani
tá og geri tað framvegis. Tað
føli eg sum mína politiska
skyldu, so einfalt er tað.
Vitandi um, var málið
fyri í fíggjarnevndini og á
býráðsfundi í mars 2009
og aftur í mars 2010. Har eg
ynskti at fáa "hotspots til
býarbókasavnið" í Havn og
til ferðandi. Síðani hevur
hotspotsmálið verði næstan
á hvørjum samgongufund í
2 ½ ár. So tað verður arbeitt
við øllum kreftum við hesum
valsignaða ”hotspotti”
Síðani
málið
var
til
viðgerðar í býráðnum í mars
2009,
hevur
umsitingin
hjá Tórshavnar kommunu
arbeittt víðari við mínari
ætlan og við at fáa hotspottar
uppsettar ymsastaðni í Havn.
Men, umsitingin hevur fingið
noktandi svar uppá tað
mesta av okkara ætlanum
frá
Innlendismálaráðnum,
men enn livir vónin um betri
KT-tænastu til okkara fólk.
M.a. sigur Innlendismála-
ráði soleiðis í skrivið til
umsitingina hjá Tórshvnar
kommunu ” At bjóða sokallað
tráleyst- net sokallað hot-
spottar til ferðandi vildi
teir ikki, tí hetta er brot
á kommunulógina og ger
missmun millum fólkið í
kommununi. Um td.henda
skipan fór at virka í mið-
býnum ella niðri við Vágsbotn
og kanska ikki í Norðadali ”.
Innlendismálaráði sigur
víðari at um ”Um bert nøkur
økir av Tórshavnar kommunu
fáa henda møguleika, so er
tað missmunur fyri hinar
partar av kommununi, sum
ikki kunnu fáa bjóða hesa
somu internet tænastu”.
Hin parturin sum Innlend-
ismálráði er í móti er, ”at
kommunan fer at koma inn
á privat virksemi um tað
gjørdis
ókeypis
internet
og sama er galdandi um
komunan bjóðaði tænastuna
út og tók pening fyri tænast-
una ”. So her var ikki so nógv
at gera hjá mær og mínari
umsiting.
Siðani hevur umsitingin
arbeitt við ymiskum møgu-
leikum og ger tað framvegis
saman við okkara góðu KT-
deild. Ja, fyrsta hotspotti
kom til Býarbókasavnið í juli
2010 og nú verður tilboði á
býarbókasavninum útbygd,
við
nýggjum
lokalitetum
og fleiri teldum og aðrari
skipan og har verður eisini
ein café. Umbyggingin av
býarbókasavninum verður
eftir ætlan tikið alment í
nýslu 1. apríl 2011.
Tað ber til at hava ”hot-
spottar á býarbókasavni-
num í Havn, tí tey hava eina
slíka tænastu, har tað krevst
internetsamband til brúk-
aran. Hetta kenna vit eisini
í okkara grannalondum, at
almenn bókasøvn hava eina
sokallað hotspotsskipan.
Í okkara samgonguskjali
millum Tjóðveldi og Javn-
aðarflokkin í hesum val-
skeiði, er eitt av okkara
høvðusendamáli, at arbeiða
við " nýggjum tætttum" og
tað er har vit eru her, við
at geva okkara borgarum
eina betri tænastu innan
KT og við tráleysum WIFI
hotspotti.
Hetta
verður
nú bara alment staðfest á
býarbókasavninum 1. apríl
2011 og longri er søgan ikki.
Annars fari eg í næstum
at almannagera øll skjøl um
hotspotsmálið. Bæði sam-
tyktir og svarið frá Innlendis-
málaráðnum og tað ber eisini
til, at søkja um alment innlit
um onkur skuldi ivast.
Restin er upp til veljaran,
at gera av hvør eigur æruna
ella ikki , tað er líka mikið
fyri meg, tí eg arbeiði við
hotspotsmálinum allatíðina.
Men, tað fløvar at nú kemur
bæði fokus og gongd á málið.
So okkurt hendir hóast alt,
nú býráðsvalskeiði er meir
enn hálvrunnið.
Men eg kundi ynskt, at mín
góða bygdakvinna Annika
Olsen landsstýriskvinna á
økinum, hugdi nærri eftir
kommunulógini
hesum
viðvíkjandi. Tí, talan er ikki
at kommunan skulu yvirtaka
nakað privat, men heldur
hinvegin gera betri tænastur
fyri borgaran á KT-økinum.
Heldur burdi kommunur
og tað privata kunna fingið
loyvið til at arbeitt meira
saman á hesum øki. Tí talan
er ikki um at yvirtaka nakað
fiskavirki frá kommunalari
síðu. Nej, talan er bert um
betri kor, betri fordeiling,
greiðari linjur millum land og
kommunu á økinum. Her er
kommunulógin alt ov stirvin
og ikki nútíðarhóskandi.
Tað er ikki serliga hugaligt
at lokka ferðandi og ungfólk
til land okkara, tá ið vit eru
so aftaliga á økinum. Vit vita
jú, at tað eru tey ferðandi
og tey ungu sum hava brúk
fyri slíkari tænastu, men
sjálvandi ikki bara tey.
Men tann størsti brúkarin
á KT-økinum eru tey ungu.
Hetta ger seg eisini galdandi
á
býarbókasavninum
í
Havn í dag, har tað er mær
upplýst, at tey sum brúka
mest teirra hotspotskipan
eru tey ferðandi, sum koma
til høvðusstaðin og ungdóm-
arnar á staðnum. Tað sigur
bara, at tørvur er á slíkari
almennari hotspotsskipani.
Heldur hinvegin fáa vit
fólkaminking um vit ikki
fylgja við og fylgja uppá
tey virðir og tørvir sum ein
nýmótans
samfelag
skal
hava. Tí má kommunulógin
endurskoðast i mun til økini
millum land og kommunu.
Soleiðis at alt ikki er so svart
ella hvítt.
Men tíbetur eru glottar
at hóma hóast alt á KT
økinum við atliti til tænastur
til borgaran. Eitt nú eru
glottar á okkara almenna
Landssjúkrahúsið, sum til
alla gleði hevur havt hotspots
til sjúklingar og vitjandi, nú í
nøkur ár. Men enn er langur
vegur á mál.
Hvør hevur nú æruna av hotspottinum
á Býarbókasavninum?
Nú verður ivi settur við ”hvør hevur æruna av hotspottinum á Býarbókasavninum í Havn”. Hetta
sæst inni á á kjak.org og í viðmerkingum á portalum og aðrastaðn í miðlunum seinastu dagarnar.
Tað fær meg at svara aftur við hesum lesarabrævi. Eisni verður ivi spottur um, at tað skal kallast
"Hotspots" ella bara internetsamband osv. Eg brúkti annars orði "Hotspots" til býráðsvali í 2008
fótbólts/jólatúrur til
liverpool
um nóg nógv tekna seg, verður skipað
fyri fótbólts-jólatúri til líverpool.
ætlanin er at gera túrin í november.
flúgva beinleiðis
úr føroyum til liverpool
tekningarfreistin
er úti 1. juni 2011
ætlanin er at vera í liverpool í eina góða viku og njóta tað,
sum liverpool býur hevur at bjóða, og fara til tveir dystir á anfield
Endalig skrá og dato fyri túrin verður løgd í juni/juli, tá nýggja kappingarskráin kemur út
Væntaður prísur fyri hotell í eina viku, 2 billettir til Anfield, rundvísing á Anfield
saman við museum og flogferð Føroyar Liverpool og aftur umleið 8.000 kr.
Tilmelding/fyrispurningar á teldupost: roland.joensen@skulin.fo ella sms-boð: +298 585756
Upplýs navn, telefon, bústað og føðidato
Sosialurin 341800