Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 6 Sosialurin Randi Jacobsen Fíggjarnevndin hevur skriv­ að álit i málinum um at broyta lógina um meir virðis­ gjald, soleiðis at ávíst virk­ semi slapp frá mvg­gjaldi. Meirilutin mælir til at alt virksemi, sum ikki eru vinnu ligt, skal frítakast fyri mvg, íroknað samkomur og kirk ju. Men minnilutin vil ikki, at samkomur og kirkjur sku lu frítakast fyri mvg við hesi lógabroytingini. Sku lu kirkjur og samtøkur stuðl­ ast, kann tað gerast í øðrum sambandi, sigur minni lut­ in. Minnilutin er Magni Laksáfoss, Anita á Fríð riks­ mørk og Torbjørn Jacobsen. Bogi Andreasen, sum er vald ur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi, er alt annað enn fegin um ta støðu, sum flokkur hansara hevur í máli­ num. ­ Hatta er púra burturvið, ó vis ion ert og ótaktiskt, sigur Bogi Andreasen. Hann minnir á, at tað er eitt arbeiðsskapandi átak at frí taka samkomur og kirkjur fyri mvg. ­ Og pengarnir, sum bygt verð ur fyri, er tað mesta gáv ur frá fólki, sigur Bogi Andrea sen. Fleiri ætla at byggja Hann veit, at fleiri sam­ kom ur hava bíðað eftir hesi lógarbroytingini fyri at kunna byggja. Ein sam ko ma er Lívdin, sum Bogi Andrea­ sen kemur í. Sam kom ur nar telja nakrar hundrað limir og noyðast at hava fundir sín ar í skúlum og aðrastaðni, har til ber at leiga, tí tað er of tungt fíggjarliga at byggja, nú tær eisini skulu gjalda mvg. ­ Tað er løgið, at Tjóðveldi tek ur hesa støðu, nú tað ræð­ ur so nógv um at koma við arbeiðsskapandi tiltøkum, sig ur Bogi Andreasen. Honum skilir ikki støðu­ tak an ina hjá flokkinum í hes um máli. ­ Tjóðveldi førkar seg meir a og meira frá tí, sum eg stan di fyri, sigur hann. Randi Jacobsen Summarhúsøkið við Fornagarð við Gjógv er so smátt farið at líkjast einum býlingi. Dag og dagliga eru fólk har og smíða. Ein teirra er Jóan Petur Vang, sum býr á Oyrarbakka. Eigararnir hava longu skipað seg í eigarafelag, og Jóan Petur Vang er formaður í felagnum. Hann sigur, at tey altíð hava ferðast nógv runt í Føroyum um summarið og hava leigað hús. Nú hevur familjan so valt at fáa sær egið summarhús. Øll stykkini farin Áhugin fyri at byggja summarhús við Gjógv er stórur. Av teimum 19 grundstykkjunum eru 18 seld. 19. stykkið er umbiðið. Húsini mugu í mesta lagi vera 60 fermetrar, men fyri at fáa meira pláss hava fleiri valt at gera loft og kvist, sigur Jóan Petur Vang. Summi hava valt at hava hitapumpu, hini ætla at hava vanligt oljufýr. Húsini verða so væl gjørd, at tey kunnu brúkast til at vera í alt árið. Summi byggja við útleigu fyri eyga. Hann heldur, at tveir triðingar av teimum, sum skulu byggja summarhús við Gjógv, hava okkurt tilknýti til bygdina. Nøkur búgva í Sundalagnm, nøkur í Klaksvík, men nógv tann størsti parturin býr á Havn. Jóan Petur Vang væntar, at helvtin av húsinum verður liðug í summar Tað hevur ikki gingið so skjótt, sum nógv høvdu ætlað, tí veðrið hevur verið so vánaligt seinastu mánaðirnar. Eitt sermerkt við býlinginum er garðurin, sum laðaður verður rundan um húsini. Tað arbeiðið ger entreprenørurin TKJ í Hvalvík. Garðurin verður laðaður av stórum og smærri steinum, men ikki hagagrót. Koyrandi verður ikki inn á økið, og í staðin fyri verður gjørt felags parkeringsøki uttanfyri. Tó verður ein vegur gjørdur inn til av­ og áskipan. Gøtur skulu gerast millum húsini, og tær fara eigararnir at gera sjálvir. Summarhúsini skjóta upp Skammar sín egna flokk Bogi Andreasen, varaborgarstjóri heldur tað vera skammiligt, at Tjóðveldi ikki vil frítaka kirkjur og samkomur fyri at gjalda mvg Rættilig ferð er komin á summarhúsbyggingina við Gjógv. Trý hús eru komin upp, og á ellivu stykkjum er grundin stoypt