Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 10 Sosialurin Snorri Brend – Avbjóðingin er sjálvandi, at verða bæði tíðaraktuellur og samstundis verða trúfastur móti bíbilska tekstinum, vísir samskiparin á. Slíkar útgávur eru ikki vanligar í Føroyum, og tí er hetta í roynd og veru ein søgulig hending í andaligari føroyskari søgu. Føroyingar eru higartil vanir við eina Bíbliu við svartari permu og gullkanti, men henda verður hópin øðr­ vísi. Millum annað er ætlanin at geva bókini eitt ”fresh look”, sum tikið verður til og eisini at gera nógv burtur úr litunum. – Endamálið er sjálvandi, at tey ungu kunnu kenna seg aftur í hesum Nýggja Testamentinum. Tað er gudfrøðingurin Kristian Hansen sum týðir ella endursigur tekstin. Hann byrjaði arbeiðið í november mánaði í fjør, og væntar at brúka næstu trý árini til hetta arbeiðið. Arbeiðið er mett at kosta 1,5 mió krónur samanlagt hetta tíðarskeiðið. Týdningarmikil bók Tað eru nøkur ár síðani at hugskotið kom fram, um at geva eitt slíkt ungdóms­ vinarligt Nýggja Testamenti út á føroyskum máli. Síðani tá hevur ver ið arbeitt við at fáa sam kom­ urnar at stuðla verk ætl a n ini. Tí hevur sjálvs ogn ar stovn­ urin, ið stendur fyri útgáv ­ uni, fingið eina so breiða um­ boðan sum tilber í nevndini. – Felags fyri øll hesi um­ boðini er ein tráðan eftir at fáa tann bíbilska tekstin út til ungdómin, og helst eisini nógv onnur, vísir Heðin Lam­ hauge á. Royndirnar aðrastaðni frá vísa, at slíkar útgávur økja um áhugan fyri bíbliulesnaði. Í Svøríki vísti ein kanning frá 2006, at 8 prosent av teimum ungu hildu Bíbliuna at vera eina týdningarmikla bók. Hetta árið gjørdi svenska bíbliufelagið eina kampanju við hesi nýggju útgávuni, og árið eftir vístu hagtølini eina stóra broyting. Tá søgdu 16 prosent at Bíblian var ein týdningarmikil bók fyri tey. – Tað vil aftur siga, at tað nyttar at gera eitt slíkt átak millum ungdómin. Nú vóna vit, at tað sama gera at gera seg galdandi her hjá okkum, vísir Heðin Lamhauge á. Stór krøv Upplandið, um ein kann siga tað so, er veruliga til staðar: Hagtølini vísa, at tað í Føroyum eru einir 13.000 ungdómar í aldrinum 10 til 28 ár. Eitt eyðkenni fyri henda málbólkin er, at mong teirra eru áhugað í trúgv og andaligum spurningum, men at luttøka teirra í skip­ aðum andaligum arbeiði er minkandi. Við hesi útgávuni verður roynt at leggja upp fyri hesi afturgongd, við at geva ungdóminum ein part av Bíbliuni, soleiðis at enn størri áhugi kann skapast fyri bæði innihaldi og eisini samkomulívinum. Ein einføld mynd í hesum sambandi er, at ein flysir eina appelsin, tveitir innihaldið burtur og etur síðani skalið. Endamálið við verkætlanini er at tey ungu – myndaliga sæð ­ flysa appelsinina og leska seg av tí góða inni­ haldinum. – Tað er eingin ivi um, at tann nýggja tíðin setir stór krøv til okkum sum bera Gudsorðið fram, staðfestir Heðin Lamhauge. ­ Tey ungu hava mangan ilt við at skilja tað sum verður sagt av talarastólinum, og tí er ætlanin at tey skulu kunna kenna seg aftur í hesari endursøgnini. Um eini trý ár ella so, er ikki óhugsandi at henda nýggja UngNT kemur úti. Gomul søga í nýggjari endursøgn BÍBLIAN Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við eini endursøgn av Nýggja Testamenti til føroyska ungdómin. - Hetta er ikki ein nýggj týðing, men er ein partur av Bíbliuni í einum meiri fríari formi og í tíðaraktuellum hami, sigur Heðin Lamhauge, samskipari av ætlanini. UngNT Nevndarumboðini eru úr ymiskum samkomum og kirkjum. Tey eru: Bergur D. Joensen úr Fólkakirkjuni Ole Jacob Nielsen úr Katólsku kirkjuni Jógvan Zachariasen frá Lívdini Hendrik Olsen úr Oasuni Øssur Kjølbro frá Heimamissiónini Dánial á Dul Jacobsen frá Evangeliihúsinum Umsetaratoymið Umsetari er Kristian Hansen, gudfrøðingur Ráðgevarar eru gudfrøðingarnir: Poul Guttesen og Jóannes Fonsdal Arbeiðið er mett at taka trý ár. Kostnaðurin er 1,5 mió krónur. Fakta Eitt dømi um tann meiri ungdómsvinarliga búnan er týðingin av teimum fyrstu ørindunum í 7. kapitli í Matteus­evangeliinum. Á týðingini hjá Bíbliu­ felag num stendur soleiðis: ”Dømið ikki....; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd”. Í endursøgnini verður orðingin nøkurlunda soleiðis: ”Dømið ikki....; og finnist ikki at feilunum hjá hinum, um tit ikki ynskja somu viðferð” Eitt annað orð, ið verður brúkt í Bíbliuni, men ikki á mannamunni er orðið ”sælur”. Her fer endursøgnin heldur at brúka orðið ”lukkuligur”, ið helst er eitt meiri kent og brúkt orð enn hitt. Dømið ikki TIL SAMTÍÐINA - Við endursøgnini av Nýggja Testamenti er ætlanin at geva Gudsorðið til føroyska ungdómin á einum máli sum tey skilja, sigur Heðin Lamhauge, samskipari (uttast høgrumegin). Á myndini síggjast partur av limunum í verkætlanarbólkinum UngNT – vinstrumegin Jógvan Zachariasen frá samkomuni Lívdini, Uni Næs frá Fólkakirkjuni og Jógvan á Dul Jacobsen frá Evangeliihúsinum Mynd: Jens Kristian Vang