fríggjadagur 1. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
Tað er ikki nøkur aprílsøga.
Men 2. apríl verður Jan Müll
er trýss ár.
Jan Müller er ikki ein
og hvør í tí føroyska miðla
heiminum. Longu í 1984
gjørd ist hann blaðstjóri á
Sosial inum, og síðani er nógv
pappír farið gjøgnum press
una.
Sum oddamaður á slíkari
fyritøku er eyðsæð, at tað
ofta skal ganga skjótt. At
fram leiða tíðindi er eisini
at fara út finna tey. Helst
áðrenn deadline.
Tað er misjavnt hvussu
liggur fyri hjá fólki at finna
eina góða søgu. Men Jan
Müller hevur altíð havt “nøs”
fyri tílíkum. Hann hevur
altíð dugað at havt fingurin
á pulsinum. Og ikki minst
dugað at yvirtalað fólk til at
siga frá síni góðu søgu.
Tað sigst, at slagorðið hjá
Tøg er
Seidenfaden,
blað
stjóra, var, at einki er ómøgu
ligt hjá tí, sum ikki skal gera
tað sjálvur.
Hjá Jan hevur tað ofta
ver ið øvugt – hóast hann
sjálv andi hevur verið væl
stuðl aður av góðum fólki.
Longu í 1990 kom blaðið
út fimm ferðir um vikuna, og
Jan lá ikki á boðunum, tá tann
nýggja miðilin, internetið,
vann sær frama kring heim
in. Longu á heysti 1997 trýsti
landsstýrismaðurin á knøttin
í táverandi blaðhúsum á
Argjum, og Internetsosialuirn
var veruleiki. Hetta var í tí
tíðini, tá tað æt at fara “út
á Internet”, og onkur kapp
ingarneyti róði framundir, at
kanska fór hesin nýggi miðil
bara at vera eitt upplop...
Hjá Jan er onki ómøguligt.
Hvørt tað so er at seta teknara
og myndafólk í starv, at vita
alt um ta seinastu oljuna, at
seta trapputing, at avtaka
dulnevnd lesarabrøv, ella at
bjóða sjálvum Mandela til
Før oya.
Viðhvørt eydnast tað, og
viðhvørt kundi hann í øll
um førum staðfesta, at hann
royndi. Men tá talan er um
íkast til demokratiska orða
skiftið í Føroyum, liggur
hans ara partur ikki eftir.
Tað hevur altíð eyðkent
Jan, at hann hevur sýnt ung
um fólki álit. Minnist sjálv
ur, tá vit sum næmingar úr
Hoydølum komu út á Arg ir
at prenta skúlablaðið “Vit
an”, eftir at onnur prent
smiðjan hevði víst okkum
durafjórðingin. Tá var laga
manni hjá Jan og Krisjani
Dahl, sála, at prenta fyri ein
lítlan penga.
Seinni sást tú so hendan
mannin á ein hátt sum ein
“primus inter pares”, men
kortini á ein annan hátt
sum ein oddvita og stjóra,
ið heldur sá møguleikar enn
forðingar. Sum altíð hevði
hugskot og vísti vegin fram.
Men sum eisini læt tey ungu
sleppa at royna flogið og gera
søgur, serbløð og annað.
Nógv eru tey ungu talent
ini, ið hava fingið kjansin við
penninum og seinni knappa
borðinum undir leiðsluni
hjá Jan. Talent, sum í dag
hava sett síni fingramerki
yms astaðni í føroyska sam
felagnum.
At arbeiða við tíðindum er
eitt sisyfosarbeiði. Vit verður
ongantíð liðug.
Men hóast tú onkuntíð
kanst hoyra tað víðagitna
“hyssjpuffið”
frá
einum
manni, sum hevur havt
nógv um at verið, hevur ivi
ong antíð verið um, at her
var ein maður við hjarta á
rætta stað. Ein maður, sum
lurtaði eftir argumentunum
og við humori, rættvísissansi,
forvitni, fingri á fólkasálini og
einum ótrúligum virkisfýsni
og medviti, hevur drivið
verk ið.
Tillukku og góðan byr!
Theodor E. D. Olsen
Filantropur, fólkaræðis
fram herji, fantastur – og
ein fittur fýrur – seksti ár
25 ára
starvs
dagur
Í dag, 1. apríl, hevur
Tove Brink, Argir
arbeitt sum tekn isk ur
assistentur hjá El fe
lag num SEV í 25 ár.