fríggjadagur 1. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
2
VIKUSKIFTI
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tá ið ein av vinkonum mínum kom
umborð á Air Asia fyrr í ár, bleiv hon
sera bilsin. Flogternan, ið tók ímóti
henni – »Senior flight attendant« –
hevði hvít, loðin kaninoyru á høvdinum.
Hetta var ikki, tí tað var fyrsti apríl, ella
at tað var árið hjá kaninini, men hin
vegin boð frá leiðsluni at gera flogtúrin
stutt ligari.
Vinkonan fortelur, at hon visti
ikki rættuliga um hon skuldi flenna
ella gráta, men at hesin túrurin nokk
ikki fer líka skjótt í gloymibókina sum
nógvir aðrir.
Hendan flogternan var ikki tann
fyrsta av sínum slagi. Í fjør gjørdist
David Holmes, ið starvast á Southwest
Air lines í USA, heimskendur, tá ið hann
rappaði trygdarboðini til ferðafólkini.
Eitt av ferðafólkunum tók uppá video
og legði út á YouTube, og vups, so hevði
David Holmes skapt eitt nýtt rák mill
um flogternur.
Í filippinska flogfelagnum Cebu
Pacific Airlines sleppa flogternurnar
ikki fram at mikrofonini, har dansa tær
til Lady Gaga og Katy Perry, meðan tær
vísa, hvar neyðdyrnar eru, og hvussu
bjarg ingar
vest urin skal
blás ast upp.
So Magni
Arge, nú veit
tú, hvat skal
til! Næstu ferð
vit sess ast í
Atlantic, verður
tað kanska til
rapp og kanin
oyru!
Fólkið
kann flyta
og flytast
Redaktørur: Eyðun Klakstein
útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Linda Andrews / DR
2 KLummA: Fólkið kann Flyta og Flytast
4 IntERvIEw: linda andrews
6 tIPS: trý várpløgg
8 90 SEKunD
10 BøRn: okkara børn duga ikki alt
12 tAð ER tíðIn: tøkni, heilsa og tónleikur
14 í RAngAStRúPAn: ymiskt úr miðlunum
14 umAftuRAftuRum: høgni djurhuus
18 tIL ARBEIðIS: maiken durhuus
20 HugLEIðIng: samtíðarlist í almenna rúminum
24 SøguLIg HEnDIng: tá ið reagan varð skotin
26 KAPPIngAR: vinn góðar vinningar
30 mIðLAmJARR: tað siga tey á Facebook og í miðlunum
31 tAð HEnDIR: konsertir, tiltøk, bøkur og annað
32 vIKumynDIn: naoto kan
INNIHALD
klumman
Eyðun
Klakstein
myNDIr: FlogFeløgini og privatar
Vit haVa ymIskAr meiningar um, Hvussu tað er at fLúgvA
– summi eru bANgIN, onnur NjóTA friðin, og AfTur onnur
keðA seg. seinasta rákIð í luftini er, at fLogTerNurNAr
skulu uNDIrHALDA okkum – og ikki bArA Við mati og DrykkI.
Nú skulu tær DANsA, rappa og haVa kANINoyru á høVdinum
stuttligt í luftini
Flogternur hjá Air Asia
Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um,
hvussu fólkið kann flyta og flytast.
Tá ið fjøldin veruliga vil nakað, fær hon
ávirkan og vald. Og vil nakar nakað við
fjøldini, so ber eisini nógv til eftir stuttari tíð.
Fólkið kann gera imponerandi broytingar og
kann gera skjótar niðurstøður av ógvusligum
hendingum, men fjøldin kann eisini flytast
langt av óbetýðiligum tingum.
Vit hava nýliga upplivað, at í londum,
har strong stýri hava sitið við valdið í fleiri
áratíggju, hevur fólkið gjørt uppreistur og
fingið valdsharrarnar frá. Tá ið fólkið hevði
fingið nokk av ræðslu og ræði og segði stopp,
so var liðugt. Veruliga valdið vísir seg at
liggja hjá stóru mannamúgvunum. Tá ið tær
fara á gøturnar, er trupult at standa ímóti.
Tað mugu sjálvt teir valdmiklastu leiðararnir
ásanna.
Vit uppliva eisini, hvussu einstakar
hendingar ella einstøk mál kunnu broyta
politiska veruleikan eftir ongari tíð. Tað,
sum vendi upp, vendir niður, tí fólkið broytti
hugsan. Nú um dagarnar tapti flokkurin hjá
Angelu Merkel, ríkiskanslara í Týsklandi,
valið í BadenWuerttemberg til tey grønu
og reyðu. Hetta er fyrstu ferð í 60 ár, at
Kristiligu Demokratarnir ikki hava valdið
í BadenWuerttemberg. Ein høvuðsorsøk
til, at alt knappliga vendi upp og niður, var
kjarnorkuvanlukkan í Japan. Fólk fóru at
stúra, og tað fekk tey at flyta frá Kristiligu
Demokratunum til tey grønu, sum stríðast
ímóti kjarnuorku. So knappliga kann politisk
siðvenja hóast alt broytast.
Vit síggja eisini onnur meira óskyldig
– ella kanska meira álvarsom – dømi um,
hvussu fólkið kann førkast. Finalan í donsku
X Factor kappingini hevur júst verið. Finalan
varð hildin í Parkini í Keypmannahavn,
har 45.000 vill og spent fólk vóru til staðar.
Hyggjaratølini settu nýggj met, tí 2,4
milliónir fólk fylgdu finaluni í sjónvarpi.
Fyri nøkrum fáum vikum síðani kendi ikki
ein kleyv Babou, Sarah og Anne Louise. Men
eftir intensivt propagandasjónvarp í tveir,
tríggjar mánaðir, var alt á gosi. So sterkur
miðil er sjónvarpið. Og so skjótt kann fólkið
flytast.
Eg skal lata verða við at pástanda, at tað,
sum hendi í Týsklandi fyri 70 og 80 árum
síðani í prinsippinum kundi hent aftur á
okkara døgum. Kanska fólkið hevði sett seg
upp ímóti harðrendu yvirvøldini, áðrenn tað
kom so vítt. Men eitt er vist.
Fólkið kann flytast – og fólkið kann flyta!
tilgjørd mynd
David Holmes rappar
Dansur hjá Cebu Pacific Airlines