fríggjadagur 1. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Barbara Holm
barbara@sos.fo
Linda Andrews var stóra stjørnan í X
Factor kappingini hjá Danmarks Radio
fyri tveimum árum síðani. Hon var
nógv tann besti sangarin, og hon vann
eisini kappingina. Í tíðini eftir sigurin
hevði hon nógvar framførslur, og hon
gav fløgur út í Danmark.
Linda fekk tó ikki bestu ummælini,
og hon hevur eisini staðið eitt sindur
fyri skotum, nú nýggjur X Factor vinn
ari júst er funnin.
Er kritikkurin, sum tú
hevur fingið, rættvísur ?
Eg skilji væl kritikkin frá fólki. XFactor
verð ur blást upp, og fólk sita nærmast
og vænta, at man brillierar aftan á
send ing ina. Men XFactor er ein falskur
veru leiki. Tann veruleikin er bara til í
nakr ar vikur, meðan sendingin koyrir.
Eftir finaluna verður ein sendur aftur til
tann rætta veruleikan, og tá er støðan
bein an vegin ein onnur.
Eg skilji væl, at fólk væntaðu meir
av mær. Tey fingu at vita, at eg var so
fantas tisk og heimsins besti tónleikari.
Tað var í øllum førum tann myndin,
sum DR teknaði av mær, meðan send
ing in koyrdi. Men síðani kemur tú út
í danska tónleikaheimin og verður
mettur við allar hinar etableraðu tón
leik ar arnar, og tá megnar man ikki at
liva upp til høgu vónirnar.
Hevði tað verið betur,
um tú gjørdist nummar
tvey í X-Factor?
Tað má tíðin vísa. Men eg trúgvi uppá,
at ein skal gera sítt besta, óansæð hvør
støð an er. Og eg gjørdi mítt besta, so
tað fari eg ikki at angra.
Hevur tú dugað nóg væl at
útnytta X-Factor heitið ?
Heilt erligt, so havi eg nokk ikki dug að
tað nóg væl. Tá fløgan kom út, hegl aði
kritikkurin niður yvir meg, og eg gjørd
ist næstan flóv av, at eg hevði vunnið.
Eg fekk kensluna av, at tað var ókul
at vinna. Eg brúkti tí nógva tíð upp á
at summa meg eftir tað. Eg meldaði
meg jú til, tí tað var ein stór succes í
Bret landi og Amerika, og vinnararnir
har gjørdust stórar heimsstjørnur eftir
kapp ing ina. Men her í Danmark er
støð an ein heilt onnur.
Skal X-Factor halda fram ?
Tað er ein fín sending. Men tað snýr seg
um alt annað enn tónleik. Eg meldaði
meg til fyri at fáa ein møguleika í tón
leika heimi num. At verða tikin sum er
seriøs ur tónleikari. Men tónleikurin er
ikki tað, sum fólk fokusera uppá. Tey
hugsa meira um privatlívið hjá einum
held ur enn røddina. Man skal verða
vit andi um, at man stillar seg upp sum
undir hald. Allir XFactor luttakararnir
eru bert ein brikkur í spælinum hjá DR.
Tað snýr seg jú heldur ikki um at finna
góð ar røddir. Er røddin góð, er tað eitt
plus, men tað týdningarmesta er, at
lut takar arnir eru øðrvísi – serligir á
onkr an hátt.
Hví sló tín fløga
ikki ígjøgnum ?
Altso, eingin loftar tær eftir sendingina.
Tín persónur verður blástur upp, meðan
send ingin koyrir, men síðani verður
man sleptur uppá fjall. Móðurfelagið
hjá SONY hevur eina heimsumfatandi
av talu, har teir noyðast at útgeva fløgu
na hjá vinnaranum av XFactor. Og
tað minnir mest av øllum um avtalað
hjúna band, tí partarnir hava ikki valt
hvønn annan, og tað var greitt, at SONY
DK ikki brendi fyri mínum tónleiki.
Fleiri onnur plátufeløg bjóðaðu seg til
at framleiða mína fløgu, tí tey høvdu
eina meining um, hvussu fløgan skuldi
verða. Men SONY vildi ikki. Eg gjørdi
mítt besta við sangunum, men eg hevði
nær um onga ávirkan á, hvussu fløgan
var framleidd. Eg sat bert aftan á og
ypti øksl.
Hvat hevur tú fingið
burturúr X-Factor ?
Tað týdningarmesta er sjálvandi, at nú
vita umleið tvey milliónir fólk, hvør eg
eri. Eg havi eisini fingið nógvar roynd
ir. Bæði góðar og ringar. Og so havi
eg sjálvandi eisini fingið nógvar góðar
vin ir og kenningar. Men eg havi lært
ótrú liga nógv um meg sjálva. Eg havi
lært, at eg ongantíð aftur fari at geva
eina fløgu út, uttan at tey, sum arbeiða
við mær, brenna fyri sakini.
Hvat heldur tú um
X-Factor í ár?
Sarah hevur ikki sterka rødd. Men hon
hev ur sterka persónligheit, og hennara
persónligheit skínur ígjøgnum, tá hon
syng ur. Tað er ein sterkur eginleiki. Og
júst prógvið um, at tað snýr seg um
per són in og ikki røddina í XFactor
long ur. Tá eg var við, var tað meira ein
kapping, enn tað er í dag. Eitt nú vóru
tað ikki Autotunes á, tá eg var við. Men
tað hevur tað verið eftirfylgjandi. Støð
ið er eisini lækkað nógv, um ein hugsar
um røddirnar.
Eg varð
slept Upp
á fjall
Síðan X-Factor Sigurin fyri tveimum árum Síðani, hevur lívið hjá Lindu
andrews ikki verið tann danSur á rósum, Sum nógv hildu, at tað fór at
verða. – eg vildi ynSkt, at roBBie wiLLiams ávaraði meg, einS og hann gjørdi
við saraH, og bað meg læra at Siga nei beinan vegin, Sigur Linda andrews
Tá fløgan kom út,
heglaði kritikkurin
niður yvir meg, og eg
gjørdist næstan flóv av,
at eg hevði vunnið.