mánadagur 4. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Sjálvandi blivu vit eitt sind
ur kløkk, men vit taka tað á
ongan hátt persónligt.
Rói Norðoy og Eivinn
Bringsberg eru leiðarar í
sam komuni, Getsemane, í
Klaks vík.
Teir staðfesta, at teir eru
ikki fegnir um seinasta partin
av sendirøðini, Fólksins rødd,
í sjónvarpinum hjá Kring
varp inum.
Í sendingini segði tann
ber søgni Ingi Sørensen sína
ótálmaðu meining um virk
semið hjá hesi sam komuni.
Men hóast teir báðir
leið ararnir
í
Getsemane
eru harm ir um, at tey ikki
sluppu at svara álopinum
frá Inga Sørensen, staðfesta
teir í eini sending hjá Kedes,
at tey ikki ber agg, hvørki
til Inga Sørensen ella til
Kringvarpið.
Men Rói Norðoy og Ei
vinn Bringsberg staðfesta
kortini, at tað er eitt slag
av forfylging, tá ið Ingi
Sørensen sleppur at leypa
á eina samkomu í einum al
mennum fjølmiðli, vit øll
betala til, uttan at samkoman
sleppur at svara aftur í somu
sending.
Kortini siga teir báðir, at
teir taka tað hvørki tungt ella
dramatiskt.
– Vit vita, at tað er talu
frælsi og tað virða vit. Fólk
eru vælkomin at halda og
siga tað, tey vilja um okkum.
– Tað taka vit okkum ikki
nær upp á nakran, sum helst
máta og vit taka tað ikki
persónligt.
– Hatta er farið!
Spell
Teir leggja afturat, at hóast
menniskja siga slíkt um
samkomuna, meta teir øll
menniskju eins.
– Guds Orð áleggur okkum
at elska øll menniskju, eisini
tey, sum eru nær og fjar fyri
at siga tað upp á ein penan
máta.
– Tað er bara spell at
verða so illa stýrdur av sín
um sjálvrættvísi, at ein ikki
vilja vera eitt livandi med
menniskja.
Tey í Getsemane ætla sær
ikki at gera meiri burtur úr
hesum.
– Tað hava vit ikki tørv á.
Vit skulu ikki dyrka for fylg
ing, men skulu altíð berj ast
fyri okkara rætt, siga Rói
Norðoy og Eivinn Brings
berg.
– Ein skal vísa tolsemi,
men tá ið tað kemur til
kristin, er tað líkasum ikki
neyðugt at vísa sama tolsemi,
halda teir fyri.
– Vit, sum boða Guds orð,
kunnu ikki vænta annað enn
at fáa mótstøðu, tí Jesus sigur,
at tey hava forfylgt mær og
tey koma eisini at forfylgja
tykkum, er sannføringin hjá
leiðarunum í Getsemane.
Vildu sloppið framat
Teir báðir leiðararnir í Kedes
halda, at tá ið ein felags
skapur soleiðis verður álop
in í einum almennum fjøl
miðlum, mugu vit hava ein
betri fjølmiðlasið, at lata tey,
sum verður ákærd, eisini
sleppa framat.
– Tað er ikki góður og
sivili seraður miðlasiður at
gera tað soleiðis, halda Rói
Norðoy og Eivinn Brings
berg.
– Allar partar eiga at
verða hoyrdir, tí tað er tað,
sum myndar eitt fólakræðið
og tað er tað, sum eru tey
kristnu virðini.
– Men fólk mugu eisini
hava loyvi at hava eina øðr
vísi áskoðan enn vit. Vit
skulu hava pláss fyri øllum
í okkara samfelag. Vit virða
talifrælsu tí tað er kjarnan
í einum samfelagi við fólka
ræði, siga teir báðir.
Fekk
ringan
smakk í
munnin
– Hetta er eitt sindur
langt úti og eg sat eftir
við
einum
ringum
smakki í munninum.
Rógvi
Joensen
í
Kedes í Klaksvík var
eitt sindur skelkaður,
tí hann heldur, at hesu
ferð varð Fólksins rødd
persónlig.
Hann
fyriskipaði
send ing har hann setti
kikaran á hetta brot ið í
Fólksins rødd, har Ingi
Sørensen
skuld setir
samkomuna
Getse
mane fyri at heilavaska
ungdómin.
Hann
spyr,
hvar
markið gongur og nær
talan er um undirhald
og nær talan er um
happing og útspilling.
– Tey, sum gjørdu
sendingina, hava uttan
iva hildið, at talan var
skemt. Men áðrenn ein
skemtar við nøkrum,
má ein eisini hugsað
um hvussu tað rakar
onnur.
Hann
staðfestir,
at tað hoyrir einum
framkomnum samfe
lagi til, at tann ákærdi
eisini verður hoyrdur.
–
Sjálvt
Saddam
Hus sein slapp at verða
førd ur fyri ein dómara
at verða hoyrdur, segði
Rógvi Joensen.
Heilavaska ungdómin
– Eg vil siga, at í mínari verð
er hetta her tann beri....(Kring
varpið doyvir tað næsta orðið)
– Her lokka tey okkara kostbara
ungdóm inn og heila vaska hann og
fullkomiliga forskrúva teirra psyku.
– Er tað soleiðis, mann byggir land?
– Altso hvar eru menn inir í bygdini?
Hetta vóru orðini, sum Ingi Sørensen hevði at
bera til samkomuna Getsemane í Klaksvík í
seinasta partinum av Fólksins Rødd, sum varð
send 24. Mars.
Heilavasking
Ingi loypir hvøkk
á kristin í Klaksvík
FÓlksins RØDD Í samkomuni Getsemane í Klaksvík eru tey kløkk av Inga Sørensen í
Fólksins Rødd. Men tey bera ikki agg, hóast tey halda, at hetta er eitt slag av forfylging
Í seinasta partinum av
Fólksins rødd segði Ingi
Sørensen sína ótálmaðu
meining um samkomuna
Getsemane í Klaksvík.
Tað eru tey kløkk av í
Klaksvík, men tey taka
tað ikki persónligt
Hatta var hansara meining
Øll skulu sleppa at siga sína hugsan, og tað byggir sendingin
á, sigur Ivan Niclasen, redaktørur á “Fólksins rødd”
Randi Jacobsen
Kringvarp Føroya fer ikki at
koma við nakrari umbering
fyri orðini hjá Inga Sørensen
um Getsemane.
– Hugskotið við sending
unum er, at fólk skulu fáa
orið og siga sína hugsan. Tí
eitur sendirøðin “Fóksins
rødd”, sigur Ivan Niclasen,
redaktørur á sendirøðini.
Hann heldur, at sendingarnar
skulu síggjast sum ein heild.
– Hatta er hugsanin hjá Inga
Sørensen, at religión fyllir ov
nógv í almanna rúminum. Ta
hugsan má hann hava loyvi
at hava. Øll sleppa at siga sítt,
sigur Ivan Niclasen.