Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tað hevur altíð verið sagt, at í Føroyum er yvirflatuvatn og ikki grundvatn. Men hetta er ikki galdandi fyri allar Føroyar. Eini hús á Argjum skulu hava jarðhita, og manna­ gongd in er, at grivið verður eitt 200 metra djúpt hol nið­ ur í jørðina. Ein svensk fyritøka kem­ ur til Føroya at bora hesi hol, og fyirtøkan kemur, tá ið eitt á víst tal av umbønum er. Í seinastu viku varð grivið við eini sethús á Argjum. Luft varð pumpað niður í holið fyri at fáa dustið upp, og tað varð so ført við vatn­ i n um yvir í eina bingu, har tað stóð og botnfall. Fleyt yvir Men púra óvæntað var har so nógv grundvatn, at tað fleyt yvir, fór út í eina lítla á og víðari oman í Sandá. Eftir lítl ari løtu var alt vatnið í ánni grátt. Tað kom óvart á bæði fyri tøkuna og Tórshavnar kommu nu, at so nógv grund­ vatn var. Fyritøkan hevur verið og bor að i Suðuroynni, har einki vatn var, og heldur ikki var nak að vatn, tá ið borðað varð oman fyri farstøðina í Havn. Gjørt mannagongdir Súni Christiansen, leiðari á um hvørvis deildini í Tórs­ havn ar kommunu sigur, at jarð hiti er so nýtt hugtak í Føroyum, at ongar fastar manna gongdir hava verið. Nú hevur kommunan av tal­ að við fyritøkuna, at hvør ja ferð farið verður at bora í kommununi, skal kommun­ an fáa boð, so kommunan kann ávísa hvar nærmasta kloakk er. Hetta er fyri at sleppa undan, at dustvatn renn ur út í nakra á. Allar um sóknir skulu á borðið hjá um hvørvis deildini. Henda dagin skolaði dust­ vatn ið í Sandá skjótt burtur, men tó so helt onkur seg sígg ja síl í ánni við búkinum upp. Dustið er ikki eitrandi, men tað kann seta seg í tokn­ ur nar hjá sílunum. Sandá var øll grá Tá ið ein fyritøka í seinastu viku gróv fyri jarðhita við eini hús á Argjum, var har óvæntað so nógv grundvatn, at dustið fór við vatninum oman eftir Sandá Eftir lítlari løtu var øll áin grá Randi Jacobsen Spurningurin um grundvatn er í Føroyum ella ei, er ikki so lættur at svara, tí tað veldst um, hvat vit skilja við grundvatn. Hetta sigur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi. Vit hava ikki so nógv og støðugt grundvatn eins og í Danmark, har tað kann brúkast til drekkivatn. Hinvegin eru ongar kanningar gjørdar av vatninum í undirgrundini hjá okkum, tí tær kanningarnar hevur Jarðfeingi ikki orku til at gera. Men tær boringarnar, sum gjørdar verða nú, geva nakað av vitan ókeypis. Kári Mortensen sigur, at tá ið borað verður á landi, kemur man altíð frr ella seinni niður á vatn, ella rættari seyrar vatnið gjøgnum rivur inn í boriholið. Tað er ógvuliga ymist, hvussu nógv vatnið er. Í onkrum boringum eru komnir 30 rúmmetrar av vatni um tíman, tá ið komið er niður á botn, onkrastaðni tríggir rúmmetrar, og tað hava eisini verið 100 rúmmetrar um tíman. Tað longsta tey hava borað, áðrenn komið er niður á vatn, er 30 metrar. Nóg stóra bingju Kári Mortensen hevur ikki havt nakað serligt við óhepnu borgingina á Argjum at gera. Mannagongin er, at tá borað verður, verður boriðdustið blást við trýstluft gjøgnum eina slangu yvir í eina bingju. Á Argjum hendi so tað, at vatnið var meira enn væntað, og tí fleyt yvir. Tí kunndi verið sloppið undan, um vatnið fór úr einari bingju og yvir í eina aðra, so dustið náddi at botnfella. Vatn er allastaðni Grundvatnið í Føroyum kann ikki sammetast við vatnið í Danmark