mikudagur 6. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var Torbjørn Jacobsen,
sum vegna Tjóðveldi legði
fyri, tá heili trý mál um Salt
silo verkætlanina vóru fyri í
Tinginum fyrrapartin í gjár.
Hann segði, at lítið er hent
innan mentanarbygging í
Føroyum í mong Harrans
ár, og hóast verkætlanin er
staðsett í Suðuroy, skal hon
verða til gagns fyri allar Før
oyar og røkka út um land
oddarnar eisini.
– Eg skal gera greitt, at eg
taki undir við verkætlanini,
sló Torbjørn Jacobsen fast.
Hann vísti eisini til, at for
menninir í fimm av teim um
seks flokkunum á Tingi hava
skrivað undir eina avtalu um
at stuðla verkætlanini – bert
Miðflokkurin er ikki við.
Framsøgumaður Tjóðveldi
segði, at tær 20 milliónurnar
frá Mærsk grunninum, 18
frá donsku stjórnini og so
uppskotnu 20 milliónirnar
saman við MVGundantøku
fer at røkka at fremja verk
ætlanina í verki.
Hann segði seg tosa vegna
alt Tjóðveldi, sum tekur undir
við verkætlanini.
Jógvan á Lakjuni setti
spurn artekin við, um tað er
rætt at stuðla rakstrinum av
einum einstøkum mentanar
húsi fram um onnur ment
ana rhús, og Torbjørn Jacob
sen helt, at Løgtingið var
alt ov pírið, tá tað kemur til
mentan.
– Vit klára ikki at taka
okkum saman í hes um hús
inum at stuðla tjóð ar bygging,
og hendan verk ætlanin er
júst eitt slíkt mál, segði Tor
bjørn Jacobsen.
Fyrivarni
Magni
Laksáfoss
helt,
at talan her var um eitt
marg háttligt mál. Og tað
undarliga helt hann vera í, at
verkætlanin ikki stendur á
fíggjarlógini, men bert nevnt
í viðmerkingunum sum ein
ætlan um at seta pengar av.
–
Tá
floksformenninir
hava skrivað undir eina av
talu, átti ikki at verið neyðugt
við teirri togan aftur og fram,
sum vit síggja nú, segði
Magni Laksáfoss.
Hann gjørdi greitt, at Sam
bandsflokkurin tekur undir
við verkætlanini, men at har
eru nógvir ivaspurningar.
– Hvør skal gjalda, um verk
ætlanin gerst dýrari enn mett?
spurdi Magni Laksá foss.
Hann eftirlýsti eisini ein
um svari upp á, hvussu rakst
urin hongur saman, sjálvt
við teimum 2,5 milliónunum
frá landinum og tveimum
milliónum
frá
Tvøroyrar
Býráði.
Magni Laksáfoss vísti eis
ini á, at ætlanin var, at ein
heimildarlóg
fyri
stuðuls
játtanina skuldi koma í jan uar,
men at hon ikki er komin enn.
Hann helt tað ikki vera
so týdningarmikið, um tað
verður uppskotið hjá Aksel
V.
Johannesen,
fíggjar
mála ráðharra, ella tað, hjá
Edmundi Joensen, ið verður
samtykt. Tað, sum hevur
týdn ing er, at verkætlanin
verð ur framd.
Eisini Magni Laksáfoss
helt, at stuðul til onnur
men tanarhús er eitt mál, ið
Løgtingið eigur at taka upp.
Annars fíltist hann á
mannagongdina, har floks
formenninir bundu tinglimir
niður við avtalum.
Landið vinnur
Framsøgumaðurin hjá Fólka
flokkinum, Jørgen Niclasen,
helt, at verkætlanin var bæði
mentanarliga, samfelagsliga
og fíggjarliga gagnlig.
– Hetta er ein verkætlan,
sum fer at ávirka mentanina
positivt, ikki bara í Suðuroy,
men í Føroyum sum heild,
segði Jørgen Niclasen.
Hann helt tað vera um
ráð andi at tora at hava
tiltøk kring alt landið, og
at Saltsiloin fer at styrkja
um samanhaldið í Suðuroy.
Og ikki minst fer hetta
mentanarhúsið at menna
listina.
Talan verður í veru leik
anum um eina samlaða
inn tøku til landið, bæði tí
so nógvur peningur kemur
til landið uttan ífrá, og tí at
verkætlanin fer at skapa so
nógv virksemi, sum kemur
landinum tilgóða.
Hann
nam
eisini
við
spurn ingin um, hvussu vit
fram eftir skipa stuðul til
mentanarhús.
Jørgen
Niclasen
vísti
eisini á, at tað ber ikki til at
játta pening yvir fleiri ár,
tí hetta er í beinleiðis stríð
við
játtanarlógina.
Hann
helt eisini, at einki rúm er
á játtanarlógini sum er, at
tað tí má merkja, at fíggjar
málaráðharrin fer at koma
við einari eyka játtanarlóg.
– Eg fari sum formaður í
fíggjarnevndini at gera alt
fyri, at finna rúm fyri hesi
játtanini á 20 milliónir krónur
til Saltsilo verkætlanina á
Drelnesi, segði Jørgen Nicla
sen.
Pengarnir koma aftur
Jóannes Eidesgaard helt, at
vit føroyingar eru ógvuliga
lítillætnir tá tað kemur til at
byggja bygningar.
Men nú er eitt gylt høvi
at byggja okkara Skeiva torn
í Pisa ella Operahús í Sydney,
segði Jóannes Eidesgaard.
Húsið stendur har, vísti
hann á, og tað er ikki rætt at
seta hesa verkætlanina upp
ímóti eitt nú nýggjum tjóð
palli ella einum operahúsi.
Fyrrverandi fíggjarmála
ráð harrin hugleiddi eisini
um stóra týdningin, sum salt
fiskur og harvið eisini salt
hevur havt fyri føroyingar.
Men tað er ikki tí, at Saltsiloin
er so serføroysk, at vit eiga at
varðveita hana.
– Talan er um bygning,
sum fraklendingar hava tikið
stig til, og sum danir hava
staðið sum byggiharrar fyri,
men bygningurin er so mikið
unikkur, at hann finnist ikki
aðrastaðni, segði Jóannes
Eidesgaard.
Hann segði eisini, at av
teimum 20 milliónunum, sum
landið ætlar at lata, kemur
meginparturin inn aftur.
– Til slíkar verkætlanir fer
um helmingurin í lønum, tað
vil siga umleið 30 millionir.
Av teimum koma umleið 15
inn í beinleiðis skatti, og av
teimum fimm milliónunum
sum eru upp til tær 20, kemur
nakað væl inn aftur í MVG, so
samanlagt verður ikki talan
um tær stóru útreiðslurnar
fyri landið, segði Jóannes
Eidesgaard.
Hann helt, at støðan við
Saltsiloini var so serlig, tí
bygn ingurin stendur har,
og peng arnir eru komnir til
høld ar.
Eftir fyrstu viðgerð í Ting
in um í gjár, varð málið beint
í fíggjarnevndina til við
gerðar.
Salt fær stuðul
í Løgtinginum
SALTSILOVERKÆTLAN Framsøgumenninir í teimum fýra stóru flokkunum gjørdu í
gjár greitt, at teirra flokkar stuðla Salt verkætlanini, og tí tykist púra klárt, at Saltsilo
grunnurin fær tær 20 milliónirnar, sum skulu til fyri at verkætlanin kann fremjast
STUÐUL
Listafólk og
avvarðandi at Saltsilo
verkætlanini vóru møtt
upp í Løgtinginum
gjáramorgunin, partvís
fyri at handa tinglimum
áheitanarskriv um at
halda gjørdar avtalur og
partvís fyri at vísa sín
stuðul til verkætlanina
Mynd: Leo Poulsen
Eg skal gera greitt,
at eg taki undir við verk
ætlanini
Tórbjørn jacobsen
Eg fari
sum for
mað ur í
fíggj ar
nevnd ini
at gera
alt fyri, at
finna rúm
fyri hesi
játt an ini
jørgen nicLasen