mikudagur 6. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2011 · Nr. 41
12
Sosialurin
Helena Dam á Neystabø
Kjak
Skeið í fakligari lesing og kunn
ing ar tøkni fyri øllum lærarum
Vit kunnu staðfesta, at lesing
– og kanska serstakliga fak
lig lesing er ein tann størsta
avbjóðingin, sum fólka skúlin
skal loysa. Pisa kann ingin
sigur, at uml. 1/3 av næm ing
unum í 9. flokki hava ikki
nóg góðan lesiførleika í mun
til tey krøv, sum ein mið
námsútbúgving ella onnur
útbúgving treytar.
Harumframt er tann alt
umfatandi
digitaliseringin
ein daglig avbjóðing hjá bæði
lærarum
og
næmingum.
Taka vit ikki ræðið á telduni,
so tekur hon ræðið á bæði
okkum og næmingunum.
Einki er so vist sum tað.
Eg havi tí tikið stig til
at bjóða øllum lærarum
skeið í fakligari lesing og
kunningartøkni
skúlaárini
2011/12 og 2012/13, og eg meti,
at við rættari fyrireiking og
ráðlegging fer hetta stóra
átak at bera til.
Skúlaárini
2011/12
og
2012/13 verður árliga skúla
daga talið lækkað við til sam
ans 5 døgum, soleiðis at tveir
og tríggir dagar falla ávíka
vist í 2011/12 og 2012/13.
Tveir dagar verða nýttir
til fakliga lesing og tríggir
dagar til kunningartøkni,
og verður mannagongdin,
at lærarar í teimum skúlum,
sum luttaka á skeiðunum
í fak ligari lesing skúlaárið
2011/12, fara í 2012/13 á skeið í
kunn ingartøkni og øvugt.
Verkætlanin verður skip
að soleiðis, at hon ávirkar
skúlagongdina sum minst,
fellur ymiskar dagar í vikuni,
verður fráboðað í góðari tíð
og verður ráðløgd saman við
skúlunum.
Talan er so statt um
verkætlan, sum Menta mála
ráð ið skipar fyri í sam starvi
við samanlagda stovnin,
Vitan. Verkætlanin verður
skip að fyri øllum lærarum í
fólka skúlunum kring landið.
Kristianna Winther Poulsen
forkvinna í Javnstøðunevndini
Eru tit fresh,
dreingir?
Nýggja Testamenti verður í
hesum tíðum endursagt og
skal gevast út í einum fríari
formi og í tíðaraktuellum
hami. Bókin fær eftir ætl
an eitt fresh look, og enda
málið er, at tey ungu kunnu
kenna seg aftur í hesum
Nýggja Testamenti, stendur
at lesa í grein í Sosialinum
frá 1. apríl 2011.
6 menn sita í nevndini,
sum stendur fyri útgávuni,
og hendan umboðan er so
breið sum til ber. Afturat
hesum 6 koma 3 menn í
umsetaratoyminum,
um
framt tveir, sum eisini eru
tengdir at verkætlanini.
Hesir 11 menninir eru,
um rætt er skilt, tann
breið asta umboðanin, ið
fæst, tá ið Halgabók skal
moderniserast fyri at røkka
yngri ættarliðum. Blindi
vinkulin er ómodernaður
og óneyðugur, tí at eingin
ivi er um, at onkur kvinna
í onkrari samkomu onku
staðni man hava somu før
leikarnar, sum teir 11 hava.
Í Fólkakirkjuni eru í øllum
førum fleiri. Og nýggja
Nýggja Testamenti hevði
kanska blivið enn meira
fresh, um onkur teirra slapp
framat?
Eyðgunn Samuelsen
tingbólkaforkvinna
Fólkaflokkurin á vandakós
Harmaljóðini hjá Fólka flokk
inum eru syrgilig, nú hann
hevur telvað seg í ein krók
við at krevja fleiri sparingar,
uttan at kunna vísa á eina
krónu sjálvur. Haraftrat borð
reiðir hann við eini rúgvu
av hálvum sannleikum um
fíggjarkarmarnar fyri 2012
2016, sum teir nú ikki taka
undir við, sum ein verður
noyddur at rætta.
Niðurlagið er, at almenni
raksturin økist fyri at halda
tí almenna gangandi, og at
vinnan má knokkroytast, so
hetta skal bera til. Skuldin
má økjast til tað óforsvarliga,
harmaljóðini duna uttan at
víst verður á eina ta einastu
loysn á trupuleikunum.
Sjálvandi skulu vit vísa
varsemi tá tað kemur til al
menna raksturin. Tað verð ur
tað eisini gjørt við fíggjar
karm inum, sum Javn aðar
flokk urin og Sambandsflokk
urin hava borið niðan í
Løg tingið. Fíggjarmálaráðið,
Lands bankin og Búskapar
ráðið eru samd um, at vit
standa frammanfyri einum
búskaparvøkstri í 2011 og
2012.Tí hevur tað týdning,
at Samgongan ikki ger tey
skeivu tiltøkini nú, sum vil
køva tann spírandi vøksturin
í búskapinum.
Hálvir sannleikar
Almenni raksturin økist við
100 mió, siga teir. Verðuleikin
er, at raksturin økist við 46
mió. Hetta fyri at tryggja
at røktarheimini, ið verða
liðug í 2012, kunnu lata upp,
at sjúklingar fáa neyðuga
heilivágin, og at okkara
ungdómur kann fara í skúla,
heldur enn at liggja heima
við hús.
Síðan harmast teir um
til feingisgjald á 40 mió.
Spurningurin er, um tað er
órímiligt, at vinnan eisini skal
lata sítt íkast til tað samfelag,
sum gevur vinnuni rættindi
ókeypis, so teir kunnu reka
vinnu. Ivist ikki í at vinnan
skilur rímiligheitina í hesum
betri enn Fólkaflokkurin.
At 400 mió skulu takast
inn í skattum og avgjøldum
komandi fýra árini, er eis ini
bert ein hálvur sann leiki. Tí
sambært karma upp skot in
um er hetta neyðug tiltøk
á bæði útreiðslu og inn
tøku síðu, fyri at fáa hallið
burtur.
Skuldin
viðførir
eina
rentu á 200 mió, pástanda
teir. Sambært karmunum
verður rentuútreiðslan hjá
landskassanum í 2016 ikki
200 mió men 143 milliónir.
Munurin
á
talinum
hjá
Fólka flokkinum og rætta
talin um er sostatt 57 milli
ónir, sum røkkur til rakst rar
útreiðslur til meir enn 100
røktarheimspláss.
Nettoskuldin hjá lands
kass anum er í dag tað, sum
svarar til umleið eina hálva
álíkning hjá einari komm
unu. Ein kommuna, sum
skyldar eina hálva álíkning,
verður vanliga mett at vera
fíggjarlig sterk. Landskassin
er tí fíggjarliga sterkur, men
sjálvandi skulu vit halda fast
um, at fáa hallið á fíggjar
lógini burtur innan 2015.
Hetta skal tó gerast við skilið,
tí føroyingar skulu eisini
búgva í Føroyum í morgin.
Skattalætti til
barnafamiljur
Sum rosinan í pylsuendanum
pástendur Fólkaflokkurin, at
vit í Javnaðarflokkinum ikki
vita ,at fólk hoykna undir í
skatti og avjøldum. Munurin
á okkum og teimum er, at
vit ikki bert vita hetta, men
eisini gera nakað ítøkiligtvið
trupuleikan. Júst tí hava vit
økt barnafrádráttin í karm
unum við 1000 kr pr barn
í 2012. Hetta kallar Fólka
flokk urin valagn. Tað má
merkja, at Fólkaflokkurin
ikki tekur undir við hes um
skattalættanum til barna
familjur.
Vandakósina eigur
Fólkaflokkurin
So longi sum Fólkaflokkurin
situr omaná høvuðsvinnuni,
verður seinur dagur at henda
fær møgleika fyri verðuligari
menning.
Samanumtikið er Fólka
flokkurin á vandakós, meðan
Javnaðarflokkurin vísir veg
burtur úr vandakósini. Ein
vegur, sum Fólkaflokkurin
ikki tekur undir við.Tað er
trupuleikin, ikki fyri sam
felagið, men fyri Fólka flokk
in.
Marjus Dam
Løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin
Fólkaflokkurin
tosar við
kloyvdari tungu
Er tað ikki at tosa “við
kloyvdari tungu”, tá ið ein
í sama andardrátti bæði
ætlar at minka og at økja
um almenna geiran?
Tað rann mær í huga,
tá
ið
formaður
Fólka
floksins í tíðindunum í
Kring varpinum
nevndi,
at Føroyar vóru á fíggjar
lig ari vandakós orsakað
av einum ov stórum og
alsamt vaksandi al menn
um virksemi og halli á
fíggjarlógini. Í næsta inn
slagi í tíðindunum nevndi
Annika
Olsen,
lands
stýriskvinna í lógarmálum,
at nú skuldu útlendingamál
yvirtakast.
Kostnaðurin
kom at verða umleið 10
milliónir krónur árliga.
Veksur Fólkaflokkurin
ikki um almenna geiran við
hesi yvirtøku?
Er ikki neyðugt at taka
10 milliónir krónur árliga
í láni fyri at yvirtaka
hetta økið? Og skal hetta
lán ikki gjaldast aftur
við rentum? 10 ár merkja
sostatt ein vøkstur upp á
100 milliónir krónur í láni
fyri hesa einu yvirtøkuna.
Harafturat koma rentur, ið
sami Fólkaflokkur er serliga
bangin fyri.
Tað skal nevnast, at
útlendingamál í dag verða
umsitin av statinum, utt
an útreiðslur fyri lands
kassan.
Er nú rætt at yvirtaka
og gjalda við lántøku?
Tað er at tosa “við
kloyvdara tungu”, tá ið tú
ætlar at minka almenna
geiran, samstundis sum tú
í verki økir um hann?
Ómodernað modernisering
av Halgubók.