Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42 Sosialurin Skattgjaldarar og vinnan hava ikki annað í væntu enn rokningar og fleiri av gjøld til skuldarbundna heima­ stýrisbúskapin. Vit eru á álvarsligum vega­ móti. Takið er at tálma láni­ fíggjaða peningaumfarið, har útvið 20% av almennu nýtsluni er kjølfest í ár ligari lántøku. Útvið hálva milli­ ardin, sum aft ur komandi ár fer at mangla í, svarar næstan til stødd ina av blokkinum. Ella sagt øðrvísi, leggja vit undirskotið í landskassanum saman við blokkinum og donsku veitingunum til ríkisstovnarnar í Føroyum, so eru vit 1300 mio kr árliga frá sjálvberandi búskapinum. Hetta er næstan triðingurin av fíggjarlógini! Henda gongdin er vón­ leys. Kortini tykist tað sera ógreitt, um politiskur vilji er at gera nakað veruligt við trupulleikarnar. Og út­ litini eru eisini ivasom. Verða játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum samtyktir, so verður bruttorentubyrðan í 2016 200 mio kr, sum svarar til kostnaðin av hálvum Marknagilsdepli ella 400 røktarheimsplássum árliga. Signalpolitikkur At hyggja í politiska lands­ lagið gevur valla nakað svar. Landsstýrið og teirra fylgis neytar líkjast mest for samling, sum livir í polit­ isk ari pseudotilveru og av signalpolitikki uttan veru­ ligan vilja at gera tað, sum rætt er. Mantra'ið harafturímóti er, at vit skulu gera reformar, har tann seinasti, sum skal bjarga landinum, er til­ feingis gjaldið, sum eingin veruliga hevur definerað og enn minni semja er um. Men tað er so deiliga kostn aðarleyst at varpa um seg við hugtøkum, utt­ an at taka neyðugu stig ini, tí hvør torir at reform ara sjúkrahúsverkið, nið ur legga skúlar, skerja lest rar studn­ ingar, tálma al manna økið o.s.fr.? Nei, tað er ólíka lættari at vilja økja inntøkurnar hjá landskassanum, so tær røkka vaksandi útreiðslunum, við at tosa um at breiðka skatta­ grundarlagið (meira í kassan, sjálvsagt), hækka avgjøld, fremja ognarskatt, fleiri gjøld á vinnuna, ja ­ bert hugflogið setir mørkini. Politiskur veit­ ingarpolitikkur, har yvir­ bjóð ingin er boðskapurin og signalpolitikkurin megin­ reglan. Við hesi gongdini slepp ur búskapurin ikki at tillaga seg og úrslitið verð­ ur, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og sjálv berandi búskap til ein enn meira heftan og skuld­ arbundnan heima stýris­ búskap. Grejer sig i sjøen Búskaparfrøðin hevur held ur ikki avdúkað nakað skilvísi til politikararnar at halda seg til. Í miðlasending í vikuni var boðskapurin, at politikararnir fyrst skulu gera av hvussu nógvar væl­ ferðartænastur vit eiga at bjóða og síðani seta út­ reiðslu karmarnar eftir tí. At hetta hevur økta láni­ og rentubyrðu og harav av­ markandi fíggjarligt rása­ rúm við sær, tað hevur ong­ an týdning. Vit skulu seta vælferðina í hásæti. So mugu tingini "greje sig i sjøen"?! Nei, hugsandi var, at ráðgevingin heldur hjálpti at vegleiða, hvussu vit kunnu tillaga okkara lítla búskap til gerandisveruleikan, har um­ og samanleggingar á skúla­, heilsu­ og almannaøkinum verða framdar. Har almennar veitingar og stuðul í nógv størri mun kunnu umskipast, so tær verða treytaðar av fíggarstøðuni hjá mót tak­ arunum. Hvussu vit kunnu halda fast við eitt gott tænastustøði, samstundis sum farið verður til fleiri brúkaragjøld o.s.fr. Búskaparfrøðin skuldi tí heldur víst á vandan í, at gratissamfelagið undirgrevur búskapin, sum endar í, at farið verður eftir hvørjari tøkari krónu hjá borgarum og vinnu, fyri at politiski fordeilingspolitikkurin kann halda fram. Ógreinað tiltøk Almenna nýtslan má koma í eina legu, har javnvág verð ur millum framleiðslu og for­ brúkið. Vit kunnu einki gera við heimskreppuna, men vit kunnu rudda fyri egnum durum. Tí má javnvág skjótast fáast á fíggjarlógina, uttan at hetta verður rokkið við at hækka skattir og gjøld. At samtykkja játt anar­ karmar, har ógreinað til tøk (meirútreiðslur) eru sett at vaksa ár undan ári til at vera um 400 mio kr í 2016, fer vissuliga at enda við niðurbræðing av væl ferð ar­ Føroyum. Við játtanarkarminum, sum nú liggur í tinginum, hava skattgjaldarar og vinn­ an tí ikki annað í væntu enn rokningar fyri al menna nýtslu, sum ikki er í sam svari við framleiðsluna í land in­ um. Búskapurin fer tá mest at líkjast Bambi á ísunum, har beinini fóru í hvør sína ætt, meðan neyðardýrið sum ein tyril snurraði um seg sjálvan, við himmalvendum eygum og uttan minsta ánilsi um endaúrslitið. Nei, her má vissuliga koma vend í. Kjak Opið bræv til Før oya løgting og Føroya landsstýri Vit undirritaðu borgarstjórar vilja við hesum heita á okk­ ara háttvirdu løgtings­ og lands stýrisfólk um at binda frið og gevast við øll um tos­ inum um tvungna komm­ unu samanlegging. Vit undirritaðu búgva og virka í vælvirkandi og væl riknum kommunum, ið megna at veita okkara borg­ arum tær tænastur, sum borgarin væntar at fáa frá síni kommunu. Vit undirritaðu hava held­ ur einki ímóti at fáa fleiri borgaratænastur at umsita, og um so skuldi verið og peningur fylgir við, ivast vit ikki í, at vit eisini megna hetta. Skuldi tað hent, at onkur av kommunum okkara heldur tað verða eitt gott hugskot at farið og lagt saman við aðrari kommunu, ja so kundi tað við lógini um “sjálvbodnari kommunusamanlegging” í hondini latið seg gjørt tann dag ímorgin. Vit undirritaðu eru av tí fatan, at okkara samfelag kann missa meira fyri minni bæði fólkaræðisliga og bú­ skaparlig. Við ógvusligum samanleggingum verður tann fólksliga umboðanin nógv skerd, somuleiðis sum vandi eisini er fyri, at drívmegin og framsókni í kommununum og kommunurnar millum minkar munandi. Hinvegin trúgva vit upp á samstarv, eins og mill­ um sjálvstøðugar tjóðir ella millum sjálvstøðugar ein­ staklingar, so eisini millum sjálvstøðugar kommunur Bjarni Djurholm løgtingsmaður BambiFøroyar Sigurð S. Simonsen Suni Jacobsen Otto West borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu borgarstjóri í Sørvágs kommunu borgarstjóri í Hvalbiar kommunu Rólant Poulsen Kirstin Strøn Bech Dánjal Petur Müller borgarstjóri í Eiðis kommunu borgarstjóri í Vágs kommunu borgarstjóri í Kvívíkar kommunu