fríggjadagur 8. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
2
VIKUSKIFTI
útisvimjing
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Berit Nysted er stigtakari til Sjó
svimjararnar í Sørvági. Hon og nakrar
vinkonur vóru tær fyrstu at leypa á
bláman og síðani er talið bara voksid.
– Nú eru vit 86 limir í Face book
bólk inum og eini 20, sum svimja reglu
ligani, sigur Berit Nysted.
Bryggja er í Bø og tað er har tey fara
útí. Summi klintra niður eftir stiganum,
onnur hoppa frá brygguni ella ganga
tey út frá sandinum
– Nógv halda okkum vera skítsvøk,
men tey, ið hava úttala seg soleiðis eru
nú fastir svimjarar, sigur Berit.
Ymiskt er hvussu oftani fólk svimja,
men summi eru hvönn dag óansæd
veð ur og vind og aldubrot.
Vinjard Magnussen er ein av teimum
45 mannfólkunum, sum er við og
svim ur og hann viðmælur svimjingina
á sjó num.
– Man hevur tad SO fantastiskt
aftaná, sigur hann.
Berit leggur eisini aftrat at fleiri
av sjó svimjarunum hava fingið betri
heilsu av at svimja.
Bygg
vakurt!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Karin Meyer / Álvur Haraldsen
2 KluMMan: Bygg vakurt
4 FacEraPE: Nógv kæra síNa Neyð
6 TiPS: Hjartaligur látur leiNgir lívið
8 90 SEKund við Hera eysturlíð
10 Kløn og luKKulig.. ella?
12 ByrJaði Handil í riNgastu krepputíð
14 skemt, KluMMan HJÁ Høgna dJurHuuS
16 ÚTiSKÚli: Hetta er geNialt
20 liST í alMEnna rÚMinuM: vakNa røddir í steiNi
24 PoliTiSKa STøan: á BreddaN koma Nú politiskar NýskipaNir
26 KaPPingarSíðan
28 MiðlaMJarr
31 Tað HEndir
32 ViKuMyndin
INNIHALD
klumman
Randi
Jacobsen
myNDIr: Vinjard Magnussen
SeinaStu vikurnar hevur óvANLIgA nógv Lív verði í
SørvágSfIrðI. Sørvingar eru nevliga byrjaðir at SvImjA
á SjóNum, og NýSTArTAðA felagið hevur longu 86 limir
sørvágur
leypur á bláman
Sjósvimjarir á Sørvágsfirði
Útsýnið úr stovuvindeygu mínum í Havn er
heilt einastandandi.
Eg síggi niðan til Hoyvíkar, ein part
av Eysturoynni, Nólsoynna og út í Havn
eystur eftir. Eg síggi fleiri fitt og vøkur hús
og eitt petti av deiliga fríøkinum niðan fyri
Svarta foss.
Men minni vakurt er útsýnið, um eg
flytið eyguni yvir á handilsøkið hinu megin
Ítróttarhøllina á Hálsi. Har eru nøkur fáa
vøkur hús, men meginparturin av kassunum
eru so ljótir, at tað krevur hugflog at byggja
so ljótt. Hví í verðini varð í sínari tíð loyvi
givið til at reisa so ljót hús, sum standa har
og misprýða býin?
Loyvt man tað vera, tí tað skjóta fram
vegis andskræmiliga ljótir bygningar upp
kring landið. Eg fái ilt í eyguni av at líta á
hesi stóru, ófantaligu og ósjarmerandi hús.
Vit hava reglur fyri eitt og annað. Hví
ikki hava reglur um, at bygningar skulu lúka
ávís krøv viðvíkjandi vakurleika? Tað hevði
verið mennandi fyri byggivinnuna og gott
fyri borrgararnar og umhvørvið. Kommunur
hava umhvørvisleiðarar, sum kundu havt ein
fingur við í spælinum, tá ið byggiloyvi verða
givin.
Samstundis kundi verið pyntað eitt sindur
upp á ljótu húsini við at sett fólk við ansi
fyri litum at skipað so fyri, at andstygg iligu
kassarnir verða málaðir, tí neyvan verða
kassarnir tiknir niður, uttan so at blámu
soppurin ger av við teir.
Berit Nysted er stigtakari til svimjifelagið