Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 42 · 8. apríl 2011 5 VIKUSKIFTI Útspilling Ein annar stórur trupulleiki við Face­ book, er, at tað verður misbrúkt til at skriva niðrandi um onkran annan, ella til beinleiðis ærumeiðing og út stpilling Stjórin í Dátueftirlitinum sigur, at tað eru teirra royndir, at tað eru ikki børn og ung, sum gera seg sekan í brot um av hesum slagum. – Tað eru mest tey vaksnu, sum brúka Facebook til at niðurgera onkran annan og til at ærumeiða ella spilla onkran annan út. Tað gera tey við at skriva niður­ setandi um onkran ella beinleiðis til onkran. – Men hetta er eitt ser stakliga tórført øki, sum skal vigast og við­ gerast neyvt, tí her tekur spurn­ ingurin um talufrælsi seg eisini upp. – Vit hava talufrælsi, men tað er undir ábyrgd og vit hava reglar í revsi lógini um ærumeiðing og út­ spilling. Lyfta í felag Ingunn Eiriksdóttir heldur, at hóast skúlarnir gera nakað burtur úr at venja børnini við góðan internetsið, átti meiri at verðið gjørt. – Hetta hevur Dátueftirlitið gjørt vart við áður, tí ein kanning, vit hava gjørt, vísir, at fjórði hvør før­ oyskur skúla næm­ ingur hevur vent sær til lær aran, tí tey hava følt seg illa við farnan á Facebook og aðrastaðni á inter net inum. Happing á Internetinum er avgjørt ikki bara í frítíðini, tí næmingar hava bæði teldur og fartelefonir við í skúla, eisini telefonir við myndatóli. – Hetta er ein uppgáva, sum bæði myndugleikar, skúlar og foreldur eiga at lyfta í felag, heldur Ingunn Eiriks dóttir. Hon leggur afturat, at tað kemur ofta fyri, at skúlar ringja og vilja hava Dátueftirlitið at koma á skúlarnar at greiða frá fyri næmingunum. Vit kunnu hjálpa Tey, sum koma í neyð av facerape eru altíð vælkomin at ringja til Dátu­ eftir litið at biðja um hjálp Tað eru tað eisini nógv, sum gera og Ingunn Eiriksdóttir, sigur, at í nógvum førum kunnu tey hjálpa teim um at loysa trupulleikan, tey eru komin í. – Á Dátueftirlitinum hava vit nakr ar leinkjur, har vit fáa samband við Face book, so at tey tey, sum er fyri face rape, fáa hjálp skjótari enn ann ars. Hetta er eisini galdandi í teimum førum, har tann, ið ger seg inn á onnur á Facebook, broyta loyni­ orðið, so at tann, sum eigur vanga­ myndina, ikki sleppur inn sjálvur. Ein annar trupulleiki, sum javnan tekur seg upp, er, tá ið face­ book brúkarar doyggja, tí tá verð ur vangamyndin standandi á Face­ book. – Tá kann tað henda, at onkur, sum ikki veit, at viðkomandi er deyður, sendir eini boð á vangamyndina og tað kann elva til mangar keðiligar støður. – Í slíkum førum kann Dátu­ eftir litið hjálpa til at fáa samband við Face book fyri at fáa vangamyndina stongda. – Vit hava ymisk leinki og ymisk sambond, sum kunnu fáa slík viðurskifti skjótari í rættlag enn annars. Tað eru eisini dømi um, at summi brúka Facebook til at niðurgera ella beinleiðis spilla onkran annan út. Eisini í førum, sum hesum, kann Dátueftirlitið vera til hjálpar, tí tey hava leinki, har tað ber til at boða Face book frá slíkum fólkum, so at tey verða útihýst. Viðhvørt mæla vit eisini fólki til at boða løgregluni frá. Strika meg Í næstum verður ein nýggj tænasta á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, hon er á www.datueftirlitid.fo. Tað verður ein tænasta, sum hev­ ur fingið heitið »strika meg«, og sum er ætlað teimum, ið eru komin í neyð av Facebook. Á hesi síðuni verða nakrar leinkj­ ur og leiðbeiningar til, hvussu ein kann loysa teir trupulleikar, ein kann koma í á Facebook. Hon verður tøk á heimasíðuni í næstum. Stinga høvdini saman Men trupulleikin er so mikið stórur, at farið verður eitt stig víðari. Tí fara Dátueftirlitið og løgreglan nú at tosa saman um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið fólk misbrúka Facebook til útspilling, ella til at skriva niðr ­ andi og ærumeiðandi um onkran annan. Ingunn Eiriksdóttir sigur, at trupul leikin er so mikið stórur, at nú er avgjørt hava gjørt ímillum løgregl­ una og Dátueftirlitið um, hvussu slík mál skulu viðgerast. Eitt, sum tey skulu viðgera, er, nær eitt mál hoyrir undir Dátueftirlitið og nær tað hoyrir undir løgregluna og hvat tey skulu gera við mál av hes um slagi. – Hetta er fyri at kunna hjálpa teim um betri, sum venda sær til myndug leikarnar við trupulleikum av hesum slagi. »...sum tað er deiligt at vera í praktikk á einum barna garði, so nógv lítil børn man kan føla uppá...« Hetta er eitt óvanliga groft, men ítøkiligt dømi um facerape, sum kom tí, sum átti vangamyndina, í stórar trupulleikar 1 Minst altíð til at útrita teg, tá ið tú fert frá telduni, eisini tá ið talan bara eru um eini lítil ørindi. Á Windows teldum er tað skjótast at útrita seg, at trýsta á ctrl+alt+delete. 2 Tað er ikki av ongum, at tú skalt hava loyniorð fyri at innrita teg. Og tað er heldur ikki av ongum, at tað eitur loyniorð, tí ætlanin við tí er nevniliga, at tað skal vera loyniligt. Vís ongum títt loyniorð og vel eitt loyniorð, sum er tórført at gita seg fram til. 3 Set ikki flugubein í kassan, har spurt verður, um Facebook skal minnast til tín fyri at gera tað skjótari at innrita seg. 4 Set telduna til at læsa skermin og knappaborðið automatiskt, tá ið hon ikki er brúkt í nakrar minuttir. 5 Facebook hevur eina skipan, sum økir um trygdina, men hana skal brúkarin sjálvur seta til. Hetta er ein hent skipan hjá teimum, sum eru innritað á fleiri teldum, eitt nú á eini teldu í skúlanum ella á arbeiðsplássunum. Tá ið tú so setist við telduna heima, fært tú boð teldubræv, skuldi tað hent, at tín facebook vangamynd er innritað á telduni í skúlanum ella arbeiðsplássunum, ella um tað skuldi hent, at onkur ritar teg inn á telduna. Í slíkum førum ber til at brúka heimatelduna til at rita teg út aftur av skúlatelduni ella arbeiðstelduni. Við at fylgja nøkrum einføldum, men góðum ráðum, ber til at tryggja seg rættiliga væl ímóti Facerape góð ráð 5